Stríðið millum føroyskar handverkarar harðnar alsamt.
Seinasta útspælið í hesum stríði er, at Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverkarafelag nú hava stevnt hvør øðrum.
Bæði krevja tey m.a. stórar peningaupphædir frá hvør øðum.
Handverkarastríðið kom rættiliga fram í ljósið, tá ið Føroya Handverkarafelag og meistarafelagið í 1997 skrivaðu undir ein fýra ára sáttmála.
Handaverkar úr Vági, av Tvøroyri, og ikki minst úr Havn, vóru so misnøgdir við sáttmálan, at tey noktaðu at viðurkenna hann.
M.a. havnarmenn tvíhildu um, at tey áttu at vera leys av sáttmálanum, tí teir høvdu frammaundan boðað frá, at tey meldaðu seg úr Føroya Handverkarafelag.
Síðani hava Havnar Handverkarafelag, Vágs Handverkarafelag og Tvøroyar Handverkarafelag til fánýtis roynt at sleppa leys av sáttmálanum.
Tey hava m.a. skipað seg í eitt nýtt meginfelag, sum tey nevna Landsfelag Handverkaranna.
Landsfelagið hevur eisini til fánýtis roynt at fáa tey sosialu gjøldini frá Føroya Handverkarafelag, sum handverkararnir í Havn, í Vági og á Tvøroyri eiga.
Handverksmeistarar vilja bara betala gjøldini til felagið, sum tað hevur sáttmála við, nevniliga Føroya Handverksmeistarafelag.
Hava nú stevnt
Og nú er tolið hjá Landsfelag Handverkaranna uppi.
Eyðfinn Petersen í felagnum sigur, at Landsfelagið hevur nú gjørt av at stevna Føroya Handverkarafelag.
? Vit vilja í fyrstu syftu hava Føroya Handverkarafelag at viðurkenna, at tað hevði ikki rætt til at gera sáttmála fyri okkum á heysti í 1997.
? Vit høvdu jú boðað frá, at vit meldaðu okkum úr Førya Handverkarafelag og tí halda vit, at felagið hevði ikki rætt at binda okkum við einum nýggjum sáttmála.
Tí krevja vit at verða leys av sáttmálanum, sigur Eyðfinn Petersen.
Hann visir á eitt líknandi dømi millum tvey onnur fakfeløg.
Tað er støðan, sum hevur tikið seg upp ímillum Heimahjálparafelagið og Føroya Arbeiðarafelag.
Heimahjálparafelagið er á veg úr Føroya Arbeiðarafelag.
Men Heimahjálparafelagið slapp sjálvt at samráðast um sín egna sáttmála hesuferð, hóast tað ikki er leyst av Føroya Arbeiðarafelag fyrrenn á nýggjárinum.
Eyðfinn Petersen sigur, at soleiðis bera feløg seg at, sum hava virðing hvør fyri øðrum.
Hinvegin er hann sannførdur um, at ein tann størsta grundin til at Føroya Handverkarafelag skrivaði undir ein sáttmála, sum gekk yvir heili fýra ár, var ein roynd at møða Landsfelagið til at koma uppí aftur Føroya Handverkarafelag.
? Men tað fer ikki at eydnast, leggur hann afturat.
Men kemur rætturin til tað niðurstøðu at tit eiga at verða leys av sáttmálanum, fara tit so at krevja samráðingar av nýggum við meistararnar um ein sáttmála við afturvirkandi kraft frá 1. oktober 1997?
?Endar hetta sakarmálið við dómi fara vit at gera tað. ? Hinvegin eru vit altíð fús at finna eina virðiliga loysn á málinumm, tí vit eru ikki úti eftir at gera støðuna óneyðuga trupla hjá nøkrum parti. So eru partarnir sinnaðir at tosa um málið, ivist eg ikki í, at tað hevði borið til at funnið eina loysn, uttan at málið endaði í rættinum
Krevja milliónir
Umframt sáttmálan, hevur Landsfelag Handverkaranna eisini stevnt Føroya Handverkarafelag eftir øllum teimum sosialu gjøldum, sum verða goldin til hvønn handverkara afturat lønini.
Landsfelagið vil nevniliga hava Føroya Handverkarafelag at gjalda felagnum tað aftur, sum handverkararnar í Havn, í Vági og á Tvøroyri hava fingið í sosialum gjøldum.
Talan er um millióna upphædd til eftirløn, eftirútbúgvingar og øðrum gjøldum.
? Hetta er peningur, sum okkara limir hava rætt til, og vit halda ikki, at teir skulu standa í einum felag, sum teir ikki vilja vita av, sigur Eyðfinn Petersen.
Stevnt eftir limagjaldi
Hinvegin hevur Føroya Handverkarafelag eisini stevnt feløgunum í Landsfelagnum eftir limagjaldi síðani 1997.
Eyðfinn Petersen sigur, at talan er um næstan 160.000 krónur, sum Føroya Handverkarafelag hevur stevnt eftir.
Men hesa upphædd eru feløgini í Landsfelagnum ikki sinnað at betala.
?Vit fara ikki at betala limagjald til eitt felag, sum ikki vil veita okkum nakrar sum helst sømdir og sum harafturat beinleiðis hevur noktað okkum okkara rættindi.
Tað, sum hann m.a. sipar til, er, at Havnar Handverkarafelagið fekk ikki eykaaðalfund í Føroya Handverkara, sum tað hevði biðið um, og sum Eyðfinn Petersen sigur, at tað hevði rætt til eftir lógini.
Hann sipar eisini til aðalfundin í Føroya Handverkara í Vági.
?Tá varð fyrsta mál á skránni at blaka okkum úr Føroya Handverkarafelag. ? Samstundis varð atkvøðurætturin tikin frá okkum, hóast vit vóru veittu trygd fyri limagjaldinum, sigur Eyðfinn Petersen.