Seinastu tvey árini hevur Javnaðarflokkurin skipað fyri summarstevnum tá tað politiska arbeiðið á tingið annars hevur ligið stilt.
Tann fyrsta var á Sandi fyri tveimum árum síðani og í fjør var hon hildin á Tvøroyri. Summarstevnan í fjør var samstundis hildin sum ein stevna til æru fyri Petur Mohr Dam, sum hevði verið 100 ár í fjør.
At tiltakið tey bæði undanfarnu árini hevur fingið so góða undirtøku hevur gjørt, at flokkurin nú vil hava tiltakið til eitt afturvendandi tiltak.
Tí verður eisini í ár skipað fyri summarstevnu. Í ár verður hon í Miðvági og hon verður hildin í skúlanum í bygdini, sum á ovastu hædd í bygdahúsinum.
Eins og undanfarin ár er henda stevna skipað í tveimum, einum almennum mentakvøldið, sum ikki hevur nakað politiskt innihald - hetta verður fríggjakvøldið, og so einum politiskum degi, har eitt ávíst evni verður tikið upp til viðgerðar. Stevnan endar við eini veitslu leygardagin.
Alment mentakvøld
Sum nevnt byrjar summarstevnan hjá Javnaðarflokkinum við einum almennum mentaløtu fríggjakvøldið.
Tiltakið byrjar klokkan 20 og varar okkurt um tveir tímar. Skráin er fjølbroytt við upplestri av yrkingum og stuttsøgum, kórsangi, horntónleiki, kamartónleiki og soloframførslu.
Mentaløtan byrjar við, at Jóannes Eidesgaard bjóðar vælkomin og setur stevnuna. Aftaná hann koma fýra horntónleikarar úr Vágum á pallin at spæla nøkur løg.
Tá teir eru lidnir fer Gutti Petersen upp at lesa nakrar yrkingar, og tá hann er liðugur, fer Vágakórið at framføra nakrar sangir.
Gutti Petersen fer síðani at lesa úr tilfari hjá Rasmusi á Háskúlanum.
Tórshavnar Kamartrio fer síðani at spæla og syngja. Luttakararnir í kamartrioini eru Berghild Poulsen, sum syngur, Árni Hansen, sum spælir klaver og Bjarni Berg, sum spælir klarinet.
Aftaná kamartónleikin fer ein av kendastu kvinnum í Føroyum yvirhøvur at lesa søgu. Talan er ikki um aðra kvinnu enn Jonu Henriksen, og hana man hvørt mansbarn í Føroyum kenna.
Jona Henriksen hevur sjálv skrivað søguna sum hon fer at lesa úr.
Sámal Ravnsfjall verður eisini við til mentaløtuna í Miðvági fríggjakvøldið.
Sámal er dugnaligur bluessangari og hevur skrivað mangan skemtiligan bluessang eisini.
Mentaløtan endar umleið klokkan 22 við at Vágakórið syngur nakrar sangir.
Vælferðarsamfelagið
Leygardagurin er sum sagt settur av til politiska framløgu og kjak.
Byrjað verður longu klokkan níggju fyrrapartin tá floksformaðurin Jóannes Eidesgaard fer at røåa um vælferðarsamfelagið í 21. øld.
Aftaná hann fara teir báðir løgtingsmenninir Hans Pauli Strøm og Kristian Magnussen at røða um ávikavist arbeiðsmarknaðarpolitikk og um vælferðarskipanir.
Eftir matsteðgin, sum verður klokkan 12, fer Katrin D. Jakobsen at røða um skúlan og um útbúgving, sum part av vælferðarsamfelagnum í 21. øld.
Henni á baki kemur Dan R. Petersen at tosa um fordeilingspolitikk og seinasti røðarin áðrenn floksfor-maðurin endar stevnuna er Bergur Dam, sum kemur at kunna fundarluttakararnar um nýggju stjórnarskipanina.
Veitsla í SÍF-húsinum
Summarstevna Javnaðarfloksins endar sum sagt við veitslu, sum verður í SÍF-húsinum íSandavági leygarkvøldið klokkan 19.00.
Sámal Ravnsfjall og vinmenn fara at spæla til dansin, og tey, sum ætla sær við á veitslu, biðast siga frá á tlf. 332806 í seinasta lagi hósdagin.