Bosnia-dysturin ikki beinleiðis

? Tað er ikki hugsingur um hjá SvF at gjalda kostnaðin fyri at sleppa at senda dystin beinleiðis, sigur Tróndur Djurhuus, stjóri í SvF

Áskoðararnir, sum ætla sær at síggja dystin millum føroyska fótbóltslandsliðið beinleiðis, verða noydd at taka túrin inn á Svangaskarð, ella mugu tey lata sær lynda at hoyra hann beinleiðis í Útvarpinum.

Hetta er niðurstøðan nú SvF hevur avgjørt ikki at senda dystin beinleiðis.

Tróndur Djurhuus, stjóri í SvF sigur, at kostnaðurin sum SvF skal gjalda fyri at fáa loyvi til at senda dystin beinleiðis er alt ov høgur.

? Vit hava ikki ein livandi kjans at gjalda upphæddina sum UFA krevur, tí vit hava ikki hasar pengarnar.

SvF-stjórin heldur annars, at tað er púra burturvið, at ikki allir føroyingar fáa møguleikan at síggja dystin beinleiðis.

? Hatta er »okkara« landslið, og tí haldi eg at øll eiga rætt til at sleppa at síggja dystirnar beinleiðis. Bæði tey, sum búgva á Toftum, og tey sum búgva í Sumba. Vit gjalda jú øll til landsliðið, sigur Tróndur Djurhuus.


Partur av

pakkaloysn

Tá SvF keypti rættindini til hesar báðar dystirnar vóru teir noyddir at velja millum Skotlandsdystin og Bosniadystin, um teir ikki skuldu gjalda eina astronomiska upphædd afturat tí teir gjalda fyri at framleiða dystin.

? Vit valdu at senda Skotlandsdystin beinleiðis og tað haldi eg var rætt valt. Vit hava nógvar útreiðslur av at framleiða ein fótbóltsdyst og senda hann, og skulu vit leggja eykakostnað omaná, so er eingin vón hjá okkum. Tað verður alt alt ov dýrt, sigur Tróndur Djurhuus, sum leggur afturat, at hann vónar hetta verður broytt tá Tórsvøllur kemur.

SvF sendir dystin góðar tveir tímar forskotið og byrjar at senda kl. 21.15.