Jan Müller
Fyri fyrstu ferð í søguni fer ein føroyskur løgmaður á almenna vitjan í Bretlandi. Í sambandi við undirskrivingina av marknaavtaluni hevði bretski varauttanríkisráðharrin Tony Lloyd við sær eina innbjóðing til Føroya løgmann frá bretsku stjórnini um at vitja Bretland.
Sosialurin skilur, at ætlanin er eisini at bjóða eini løgtingsnevnd á vitjan í Bretlandi.
Enn er ikki avgjørt, nær løgmaður skal til Bretlands. Men blaðið skilur, at talan kann verða um seinast í september ella fyrst í oktober. Anfinn Kallsberg, løgmaður fær høvi til at hitta bretska forsætisráðharran Tony Blair í Downing Street nr. 10. Haraftrat kemur hann at vitja bretska parlamentið og uttan iva eisini nýggja parlamentið í Skotlandi. Tað kann koma uppá tal at hava umboð fyri vinnulívið við á eini slíkari vitjan. Tað skilst, at hetta er ikki avgjørt enn.
Ein innbjóðing av hesum slag er ikki heilt nýggj. Tí tá Edmund Joensen var løgmaður fekk hann innbjóðing frá bretska uttanríkisráðharranum Douglas Hurd um at vitja í Bretlandi. Teir báðir hittust í Keypmannahavn í sambandi við fund millum danskar og bretskar myndugleikar. Løgmaður tók tó ikki av innbjóðingini, helst orsakað av marknatrætuni. Eisini umboð fyri løgtingið vórðu boðin at vitja í Bretlandi, men varð hetta eisini av ongum. Helst eisini orsakað av marknatrætuni.
Fegin løgmaður
Vit hava spurt løgmann, hvat hann hevur at siga til hesa heldur óvanligu innbjóðing!
-Mær dámar væl at hava fingið hesa innbjóðing. Hetta er so ein innbjóðing, sum frammundan stóð Edmundi Joensen, løgmanni í boði. Hon hevur verið galdandi í eini trý ár, og fari eg sjálvandi at taka av. Hetta er eitt fínt høvi til at fáa gongd í útviklingin og samvinnuna millum londini. Sjálvur haldi eg, at ein slík vitjan kann vera við til at lata upp nógvar hurðar, um ein dugur at brúka hana rætt.
Vit hava spurt løgmann, hvørja viðmerking hann hevur til úttalilsini hjá undanfarna løgmanni um úrslitið av marknatrætuni. -Eg havi als onga viðmerking til hasa skrivingina. Vil bert endurtaka, at flest øll eru nøgd við avtaluna og skal eisini minna á, at eitt samt løgting tók undir við henni. Annars fegnast løgmaður um tíðindini um, at oljufelagið Mobil sigst hava rakt við gass norðanfyri og stutt frá føroyska markinum.
- Hetta er ikki minst spennandi, tí tað liggur langt norðan fyri tær leiðir, sum man higartil hevur tosað um. So hetta er kanska nettup eitt tekin um, at tað eru ikki bara økini nærhendis Grásonuni har suðuri, sum eru áhugaverd.
Bræv frá Blair
Tá Føroyar og Bretland herfyri komu ásamt um áseting av markinum millum londini sendi bretski forsætisráðharrin Tony Blair, Anfinni Kallsberg, løgmanni bræv. Í brævinum, sum Sosialurin prentar omanfyri, sigur bretski forsætisráðharrin seg vera sera væl nøgdan við avtaluna, sum londini eru komin ásamt um.
-Henda avtala letur upp fyri einum nýggjum kapittuli í longu og vinarligu samvinnuni, sum hevur verið millum bæði lond okkara. Hon fer at fáa stóran týdning fyri búskapin í báðum londum. Eg eri sera fegin um, at Tony Lloyd sum tann fyrsti bretski ráðharrin nakrantíð vitjar oyggjarnar fyri at skriva undir avtaluna vegna Stórabretland.
Tony Blair endar brævið við at siga, at eins og føroyingar ynskja eisini bretar at hava eitt útbjóðingarumfar fyri leiting eftir olju og gassi skjótast tilber. -Tað hevði tí frøtt okkum, um tykkara stjórn gjørdi sítt til at fáa marknaavtaluna uppá pláss sum skjótast. Vit fara at gera tað sama sigur Tony Blair í skrivinum til løgmann.