Nýggja fólkaskúlalógin

1) Føroyskt fekk 1 (ein) tíma aftrat!?! 2) Tónleikurin skerdur!?!

Nú er so eitt ár liðið, síðani nýggja fólkaskúlalógin kom í gildi. Nógv gott er í hesi nýggju lóg, treyðugt so, men alt er ikki nóg gott, og okkurt er verri, enn tað var frammanundan.


Móðurmálið

Ágangurin á móðurmálið er stórur í hesum teldu-, tøkni- og sjónvarpstíðum, nú umheimurin bæði so og so floymir inn í skúlar og heim okkara. Eyðvitað er nógv gott at siga um hendan fagra nýggja heim, men vit eiga at vera á varðhaldi, ikki minst málsliga.

Tú hevði væntað, at okkara aldagamla løgting fór at menna og styrkja móðurmálið munandi við hesi nýggju lógini. Sera hugstoytt var tó at siggja, at lærugreinin føroyskt bert fekk 1 (ein) tíma aftrat, meðan enskt t.d. fekk heilar 4 tímar aftrat.

Ikki skal tó dyljast, at hugaligt var at síggja broytingina í 3. flokki, har lutfallið millum føroyskt og danskt er broytt til tað betra. Løgtingið skal hava tøkk fyri hesa broyting, men hatta er als ikki nóg gott.

Tað rætta hevði verið at flutt byrjanarundirvísingina í donskum úr 3. flokki upp í 4. flokk. Námsfrøðiligar kanningar og royndir, bæði uttanlands og í Føroyum, benda á, at tað er ein fyrimunur bæði fyri móðurmálið og lutvíst eisini fyri 1. fremmandamálið, um byrjað verður eitt ár seinni við fremmandamálinum. Her kann eg vísa á donsku kanningina »Tidligere engelskundervisning« (D.L.H. 1992). Har stendur millum annað: »Tað loysir seg ikki at byrja við fremmandamáli niðan fyri 5. flokk, tí lesiførleikin eigur at fáa frið at mennast á móðurmálinum, uttan at aðrir tekstir við øðrvísi orðamyndum ørkymla«. Og vit byrja í 3. flokki!?!

Haraftrat kann eg vísa á sendingina »Skúli og uppaling« í Útvarpi Føroya 1997, har Thorben Johannesen greiðir frá kanningum í Føroyum, sum benda á tað sama. Annars taka flestu serfrøðingar undir við hesi áskoðan, ikki minst hin sera navnframi Mogens Jansen.


Ráðleggingarnevnd fólkaskúlans

Ráðleggingarnevnd fólkaskúlans hevði eisini síni tilmæli viðvíkjandi málundirvísingini í nýggju fólkaskúlalógini. Nevndin fór enntá í tvíningar orsakað av ósemju um føroyskt/danskt. Ein meiriluti í ráðleggingarnevndini mælti til at flyta danskt úr 3. flokki upp í 4. flokk og at lata enskt byrja í 6. flokki frammanundan. Hetta hevði styrkt móðurmálið, soleiðis at okkara átta- nýggju ára gomlu børn fingu ein tryggari grundvøll at standa á, áðrenn farið varð undir at læra (í gásareygum) »fremmant« mál.

Sum føroyingum líkt mátti ein minniluti í Ráðleggingarnevndini vera ímóti at styrkja støðu móðurmálsins í fólkaskúanum. Orsøkin til hetta var sjálvandi ikki námsfrøðilig, men hin í Føroyum so væl kendi og aldagamli politiski spurningurin um føroyskt/danskt, t.v.s., danskt mátti ikki skerjast. Málstríðið er sostatt ikki liðugt enn.

Minnilutans niðurstøða var tó so neyðarslig og lítið sigandi, at tú sum skúlamaður mátti ógvast við og spyrja: »Sømir tað seg at lata slíka niðurstøðu av hondum, tá tú situr í slíkari ráðleggingarnevnd«?


Støða løgtingsins

Sera hugstoytt var at frætta, at okkara háttvirda løgting í størri mun tók undir við minnilutanum í Ráðleggingarnevndini. Orsøkin var sjálvandi ikki so nógv námsfrøðilig sum politisk, og við tí politisku leiðslu, vit høvdu í farna valskeiði, var kanska ikki annað at vænta.

Annars fekk eg varhugan av, at tað kann vera rættiliga tilvildarligt, um eitt mál fellur ella verður flutt upp í 4. flokk, um tann og tann tingmaðurin hevði verið á fundi tann og tann dagin.

Mest harmaði tað meg tó, at flokkur Jóannesar bónda ikki vildi menna móðurmálið við at flyta danskt úr 3. flokki upp í 4. flokk. Hevði Bóndin vitað?!?

Annars gjørdi tað brádliga nývalið sítt til, at ikki varð komið á mál hesum viðvíkjandi.

Nú hava vit so eina nýggja sjálvstýrissamgongu. Tískil er at vænta og vóna, at hetta landsstýrið fer at taka málið upp aftur og fer at geva móðurmálinum munandi betri sømdir í fólkaskúlanum.


Móðurmálstímar

í Norðurlondum

Ofta samanbera vit okkum við hini Norðurlondini. Um vit til dømis kanna, hvussu nógvir móðurmálstímar eru í 1. fl. til 3. fl. í Svøríki og Danmørk, so síggja vit týðuligan mun.

Ja, munur er á, og danir eru annars í ferð við at styrkja/økja sína móðurmálsundirvísing. Hvussu mikið meir umráðandi man tað so ikki vera hjá okkum at menna okkara viðbrekna móðurmál?


Skelkandi próvtøl

Eitt tilvildarligt ár (1996), vóru próvtølini í føroyskum, donskum og enskum hesi (allar framhaldsdeildir í Føroyum:

Stílur (10. flokkur)

Føroyskt 4 11-tøl

Danskt 23 11-tøl

Enskt 16 11-tøl

Fyrisøgn (9. flokkur)

Føroyskt 20 11-tøl

Danskt101 11-tøl

Ja, hatta eru tøl, ið tala! Síðani spyrja vit: Hvat ger nýggja fólkaskúlalógin við hes asjáldsomu støðu? Jú, føroyskt fær ein tíma aftrat!! Sig so tað! Hetta man kallast okkurt slag av heimsmeti!?!


Enskt í 5. flokki

Frammanundan byrjaðu vit við enskum í 6. flokki. Nú byrjar enskt í 5. flokki við 2 tímum. Hetta ger, at onkur kanska himprast við at flyta danskt úr 3. flokki upp í 4. flokk. Royndir vísa annars, at tað ber til at byrja við 2 fremmandamálum ár um ár. Danskt er skert við 1 tíma í 4. flokki og 5. flokki, millum annað tí at enskt nú byrjar í 5. flokki. Sjálvur undirvísi eg í donskum í 5. flokki í ár. Eg kundi satt at siga hugsað mær handan eina dansktíman aftur, til dømis til skrivligt danskt.

Sum ensklærari fari eg tískil at mæla til heldur at byrja við enskum í 6. flokki, og so lata enskt fáa hasar báðar tímarnar (ella meir) aftrat í 6. til 10. flokk, um so er, at enskt í 5. flokki forðar fyri at flyta danskt úr 3. upp í 4. flokk.

Lat okkum nú ikki gloyma, at enskt er annað fremmandamál í Føroyum, men fyrsta fremmandamál í Danmørk. Enskt koma vit at duga ivaleysa væl, sjálvt um vit ikki hava hasar báðar tímarnar í 5. flokki.


Egnar royndir

Sjálvur havi eg ávísar royndir viðvíkjandi føroyskum/donskum. Mín núverandi 6. flokkur hevði ikki danskt í 3. flokki. Teir 5 dansktímarnir brúktu vit soleiðis: Føroyskt fekk 2 tímar aftrat, tónleikur 1 tíma, evning 1 tíma og 1 tími varð brúktur til fagurskrift. Hetta seinasta ljóðar kanska ikki so nýmótans í hesum teldutíðum, so í dag høvdu vit møguliga kunnað brúkt handan seinasta dansktíman til teldulæru!?!

Annars eri eg als ikki í iva um, at tað er ein fyrimunur, bæði so og so, at gera um leið soleiðis, sum vit gjørdu á Argjum. Aðrir skúlar hava roynt nakað tað sama.


Støða móðurmálsins í dag

Góðu politisku myndugleikar!

Støðan viðvíkjandi móðurmálinum/rættskrivingini er als ikki nóg góð í dag. Skúlarnir eru eitt, fjølmiðlarnir eitt annað. Hyggið t.d. í føroysku bløðini, lesið brøv, ið verða send frá ymsum fyritøkum/stovnum/myndugleikum, í vissan mun eisini skúlamyndugleikum! Lurtið eftir málburðinum hjá bæði leikum og lærdum!

Vita tit annars, at næstan einasti føroyski tekstur, ið summir føroyingar lesa, stendur í Dimmalætting og Sosialinum? Gevið okkum tí føroyskan tekst í Sjónvarpi Føroya!

Nei, 1 (ein) føroysktími munar ikki nógv!


Tónleikurin skerdur

Vit føroyingar hava eina sanggleði, sum eg hugsi, onnur munnu øvunda okkum. Kortini er okkurt, sum bendir á, at hendan sanggleðin ikki er heilt tann sama millum skúlabørn nú á døgum. Spice Girls, Michael Jackson, og Dr. Bombay hava kanska fingið ov stórt rásarúm í hugaheimi barnanna!?

Kortini gjørdist eg positivt ovfarin fyri einum 3 vikum síðani, tá vit vóru inni á Svangaskarði/Runavík til skúlaítróttardag við 6. flokkunum. Í einum bussi, sum koyrdi okkum millum ítróttarøkini, fóru nakrir næmingar knappliga at syngja/kvøða »Í Gøtu ein dag«, øll ørindini á tamb, uttanat. Hesir næmingar søgdu seg koma úr Klaksvík, so onkustaðni glógvar tó í.

Men aftur til nýggju fólkaskúlalógina. Sambært Skúlablaðnum 2/99 er tónleikurin munandi skerdur í nýggju lógini. Hetta má sigast at vera púra burtur úr vón og viti. Hvat hava fólk hugsað fyri sær?

Eins og við móðurmálinum mugu vit vera á varðhaldi á tónleika-/sangøkinum, soleiðis at vit ikki missa tann dýrabara arv, vit hava fingið.


Áheitan á politisku myndugleikarnar

Mín álvarsama og inniliga áheitan á háttvirda Føroya Landsstýri og háttvirda Føroya Løgting verður tískil: Mennið og styrkið undirvísingina í føroyskum og tónleiki munandi, nú vit fara inn í eina nýggja øld og eitt nýtt ártúsund!


Talva I 1. flokkur 2. flokkur 3. flokkur


Danmørk 8-10 t. 8-9. t. 7-10 t.

Svøríki 8-11 t. 8-10 t. 9-11 t.

Føroyar 6-7 t. 6-7 t. 6 t. (+1 t. nú)




Við vón um vælvild!


Á Borg 7/6-99

Eyðun á Borg

fø-, en-, da-, tó-lærari

Argir