meiri pening í ár fyri at fáa tað at mala runt, tí tað, sum tey fingu á fíggjarlógini fyri í ár, strekkir ikki til. Men tey mugu øll bíða í tolni eitt sindur enn. Tí tað verður ikki fyrrenn í næsta mánaða [...] fíggjarmálaráðharri, sigur, at í ár er ætlanin at sleppa undan at enda í somu støðu, sum í fjør, tá ið ein hópur av eykafíggjarlógum vórðu lagdar fyri tingið. Tí er tað gjørt av, at í ár verða tað bara tríggjar [...] tríggjar eykafíggjarlógir lagdar fyri tingið. Hetta varð boðað frá longu í heyst. Og tann fyrsta av hesum verður løgd fram í komandi mánaði. Fíggjarmálaráðharrin sigur, at seinasta vikuskiftið var freistin
tað er nógv í frágreiðingini, sum kostar pengar, so er kortini eitt øki, sum ikki kostar stórvegis, men, sum kortini ikki er avgreitt. Tað er tilbúgvingarætlanin fyri sjálvt Landssjúkrahúsið. Í tilbúgvin [...] sett í verk og vit hava tí spurt leiðsluna á Landssjúkrahúsinum um orsøkina til tað. Peningatrot ? Fyrst av øllum vil eg siga, at tað ikki skortar upp á vilja frá okkara síðu at seta tilmælini í verk, [...] hjá okkum verri enn so er nóg stór til at vit kunnu seta tilmælini í verk, leggur hann afturat. Hann greiðir frá, at sum støðan er í løtuni hevur Landssjúkrahúsið trupult við at fáa játtanina at hanga
eingir pengar koma, sigur Elsa Birgitta Petersen og leggur afturat, at koma eingir pengar, so má lógin broytast. - Verkfall er nærri nú enn nakrantíð, men vit fáa at síggja, sigur forkvinnan í Lærarafelagnum [...] hevur verið, sigur forkvinnan í Lærarafelagnum og sipar til, at nógv korridorvirksemi hevur verið, men einki kemur burturúr. Lærarafelagið prentar nú blað at bera í hvørt hús í Føroyum, fyri at greiða frá [...] felagsins og ætlandi verður tað borið út hósdagin og í útjaðaranum fríggjadagin. - Einki kemur burturúr, so nú má bara bera ella bresta, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen.
milliónir krónur. Nógv tær flestu eltalvurnar í Føroyum vóru bygdar í Norðragøtu. Men so kom kreppan. Starvsfólkatalið minkaði burtur í einki og sølan reyk í botn. Tískil var neyðugt at finna uppá okkurt [...] marknaðin. Annars skulu sjálvir í holtur við at byggja upp eina marknaðarføring, og tað kostar nógvar pengar, sigur Eyðun Hansen. Oljan krevur blástempul Eltalvuvirkið í Gøtu er farið í holt við at fyrireika seg [...] síðani El-Talvuvirkið lat upp í kjallaranum hjá Eyðuni Hansen í Norðragøtu. Endamálið var ? sum navnið sigur ? at byggja el-talvur. Fyrst og fremst til føroyska marknaðin. Og í 80-unum gjørdi virkið einki
lýsingarinntøkunum, og tí er framtakið í Norðoyggjum og Eysturoynni ein liður í royndini hjá rásini at útvega sær fleiri pengar til at reka rásina fyri. ? Jú fleiri pengar vit fáa inn, jú betri útvarp kunnu [...] inntøkugrundarlag, sigur Petur Jacobsen, sum í gjár tók við sum stjóri á Rás 2, eftir at Suni Jacobsen er farin frá. Partapeningurin í Rás 2 er hækkaður úr 80.000 og upp í 130.000, og ADJ eigur nú størsta partin [...] samstarva við lokal, til dømis í Klaksvík, har upptøkustudio longu er, og har áhugin fyri at senda útvarp er til staðar. Men enn er einki ítøkiligt í hesum. ? Hetta liggur alt frammi í tíðini, men vit fáa nú
Birgit Vitalis Ottosen er flutt upp í starvstign í Fíggjarmálastýrinum, men hevur framvegis skrivstovu á innkrevjingardeildini. Regin Thomsen er settur fyribils leiðari í staðin fyri hana. Innkrevjingin av [...] hesum trupuleika til lívs, gjørdi tað almenna íløgu í eina kostnaðarmikla innkrevjingarskipan og í at upplæra starvsfólk at umsita innkrevjingarskipanina. Í 1996-1999 hevur innkrevjingardeildin við hesi skipan [...] tað almenna, verður í dag goldið beinleiðis út til borgaran, uttan at tað fyrst verður hugt eftir um móttakarin hevur skuld, sum útgjaldið kann mótroknast í. Hendan mótrokning hevur í meðal givið _ millión
og ikki minst royndir og dugnasemi okkara sum sjófólk í eini frálandavinnu er rætta leiðin at ganga skulu vit byggja brúgv millum teori og praksis í framtíðar vinnu- og búskaparhøpi. Initiativinum bagir [...] kreftir, sum spíra kring landið alt, spíra av kraft og gleði yvir at kunna skapa nakað, og sum innslagið í Degi og Viku týskvøldið eisini varð eitt so talandi dømi um. Hvør mundi havt torað fyri bert fáum árum [...] duga bara vit vilja. Og at bæði dugnaskapur og vilji eru til steðar er eingin ivi um. Og her er Thor í Hósvík eitt talandi dømi. Nettupp hetta reiðaríið og fólkini, ið standa aftanfyri, eru dømi um, hvussu
støðuni í fiskivinnuni. Seinnu árini er tað gleðiliga tó hent, at vit á fiskivinnuøkinum hava fingið enn eitt bein at standa á, og tað er alivinnan. Eins og í fiskivinnuni hava føroyingar eisini í alivinnuni [...] vinnur í dag eru berandi súlurnar í búskapinum. Men vit skulu kortini ikki gloyma tær kreftir, sum spíra kring landið alt, spíra av kraft og gleði yvir at kunna skapa nakað, og sum innslagið í Degi og [...] eina meira fjøltáttaða vinnu, sum hevur meira enn eitt bein at standa á, tað vísa sjómenn okkara í verki í gerandisdegnum. Og hendingarnar, sum sipað verður til omanfyri, eru nettupp dømi um, at tað ikki
Árna Olafsson í 1987 um at ráðgeva tí í samráðingunum við donsku stjórnina um yvirtøku av undirgrundini. Tá undirgrundin varð yvirtikin í 1992 vórðu aftur boð eftir Árna Olafssyni. Hann kom í fyrstu Olju [...] út um oljuspurningar, ta fyrru í 1993 og ta seinnu í 97. Í fyrru frágreiðingini var umframt vanligt upplýsing um hesa nýggju vinnu eisini uppskot til lóg um forkanningar. Í tí seinnu frágreiðingini vóru [...] avgerðunum eru eftir at taka. Her t.d. spurningurin um vit skulu taka oljuna í land í Føroyum. Síðani kom steðgur í leiklutin hjá Árna í føroyskum oljuhøpi. Edmund Joensen, løgmaður tók Árna úr Oljuráðleggin
fara at fáa fall í lønum og økt arbeiðsloysi um fullveldisætlanin gerst veruleiki, so var tað ikki við sørt av spenningi, at vit fylgdu framløguni av Caragata og vinnupolitikki fyrr í vikuni. Spennandi [...] menna føroyska vælferðarsamfelagið í einari tíð, har høgrarákið við sjálvsøknishugburði og ósmædni ger seg galdandi. Tað er at harmast um, at tjóðveldismenn sótu passivir í tingsalinum og lurtaðu eftir sa [...] samgongutingmanninum og fólkatingsmanninum Óla Breckmann, meðan hann bar í bøtuflaka fyri Haider í Eysturríki. Hvussu nógv afturat skal seljast fyri fullveldisætlanina? Er tað vist, at tað samfelagið, ið