Tá Tjóðveldisflokkurin nú hevur hildið uppá, at vit ikki fara at fáa fall í lønum og økt arbeiðsloysi um fullveldisætlanin gerst veruleiki, so var tað ikki við sørt av spenningi, at vit fylgdu framløguni av Caragata og vinnupolitikki fyrr í vikuni. Spennandi var at vita, hvussu Tjóðveldisflokkurin ætlaði at fíggja loysingina. Fólkaflokkurin vil fíggja loysingina við privatiseringum og einum skerdum almennum sektori við skerdari vælferð sum úrsliti. Fyrr í vikuni kom so rættiliga skelkandi fram, at Tjóðveldisflokkurin hevur einki boð, hóast teir hava forkláringstrupulleikan yvirfyri Føroya fólki og andstøðuni. Andstøðan fær illa gjørt annað enn at geva Tjóðveldismonnum eitt sindur av tíð at prógva, at serfrøðin og ein meiriluti av Føroya fólki fara skeivt. Fullveldisfyrimyndin liggur svart uppá hvítt á løgtingsborði í skapi av Caragata álitinum, og einki kom frá Tjóðveldisflokkinum sum gevur nakra ábending um, at talan bert er um ræðumyndir, tá andstøðan vísir á vandar fyri framman.
Loysa kunnu føroyingar altíð, um teir hava hug til tess og vilja betala prísin. Søguligi møguleikin hevur einki við fullveldi at gera. Søguligi møguleikin er, at tryggja og menna føroyska vælferðarsamfelagið í einari tíð, har høgrarákið við sjálvsøknishugburði og ósmædni ger seg galdandi. Tað er at harmast um, at tjóðveldismenn sótu passivir í tingsalinum og lurtaðu eftir samgongutingmanninum og fólkatingsmanninum Óla Breckmann, meðan hann bar í bøtuflaka fyri Haider í Eysturríki. Hvussu nógv afturat skal seljast fyri fullveldisætlanina? Er tað vist, at tað samfelagið, ið vit sita eftir við, skorið eftir fólkafloksleisti og Caragata, er ynskiligt? Tað einasta, ið tykist vera vist í hesum máli er, at tað ber illa til at taka fullveldi og síðani vænta, at alt annað fer at loysa seg sjálvt. Tað er ikki nóg mikið, at Tjóðveldisflokkurin sigur, at Caragata samfelagið ikki gerst veruleiki, tí teir søgdu tað sama um P/F Vágatunnilin, og pensiónshandfaringina hjá landstýrinum. Og um somu tíð eru vit vitni til, at fíggjarmálaráðharrin situr so fast á landskassanum, at almennir stovnar sum SL og LS og nú skúlaverkið eisini eru við at syndrast. Tað seinasta boðið hjá fíggjarmálaráðharranum er, at eiga vit ikki pengar til at praktisera skúlalógirnar, so mugu lógirnar broytast. Og eiga vit ikki pengar til tey at røkta og viðgera gomul og sjúk og at hava eina nøktandi samferðslu, so mugu hesin stovnar skerjast. Var tað nakað, sum segði fólkaflokspolitikkur!!!