Strandferslan bíðar og Suðuroyar Sjúkrahús bíðar. Og tað eru onnur, sum eisini bíða.
Tað eru fleiri almennir stovnar sum hava gjørt vart við, at tað er avgerandi neyðugt, at teir fáa meiri pening í ár fyri at fáa tað at mala runt, tí tað, sum tey fingu á fíggjarlógini fyri í ár, strekkir ikki til.
Men tey mugu øll bíða í tolni eitt sindur enn.
Tí tað verður ikki fyrrenn í næsta mánaða, at Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, fer at leggja uppskot fyri tingið um at eykajáttanir.
Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sigur, at í ár er ætlanin at sleppa undan at enda í somu støðu, sum í fjør, tá ið ein hópur av eykafíggjarlógum vórðu lagdar fyri tingið.
Tí er tað gjørt av, at í ár verða tað bara tríggjar eykafíggjarlógir lagdar fyri tingið. Hetta varð boðað frá longu í heyst.
Og tann fyrsta av hesum verður løgd fram í komandi mánaði.
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at seinasta vikuskiftið var freistin úti at koma við umbønum um eykajáttan til hesa lógina.
Hann er ikki beint nú greiður yvir, hvussu nógv ynski eru komin inn.
Men nakað liggur tó fast, og tað er, at umbøn er um at játta Strandferðsluni einar sjey milliónir krónur, so at hon ikki steðgar upp í ár.
Somuleiðis er tað greitt, at umbøn er frammi um at flyta sleppa at flyta 700.000 krónur av játtanini til raksturin á Suðuroyar Sjúkrahúsi, til lønir fyri at avmarka avleiðingarnar av teimum skerjingum, sum eru gjørdar á lønarjáttanini.
Um talan so harafturat verður um at játta Suðuroyar Sjúkrahúsi fleiri pening er enn óvist.
Men Karsten Hansen sigur, at tað verður arbeitt við málinum og hann sigur, at roynt verður sjálvandi at finna eina loysn, sum allir partar kunnu vera nøgdir við, sum hann málber seg.
Men, hvat hann meinar við, vil hann ikki útgreina.
Karsten Hansen sigur, at nú verða allar umbønirnar lagdar fyri landsstýrisfund, saman við einum tilmæli frá honum sjálvum.
Og ætlanin er so at leggja eykafíggjarlógina fyri tingið fyrst í komandi mánaði.
Skulu ikki økjast
Men fíggjarmálaráðharrin sigur, at hóast ætlanin er at játta summum økjum fleiri pening, leggur hann stóran dent á, at talan verður ikki um at økja útreiðslurnar á fíggjarlógini.
? Tað er ógvuliga umráðandi at vit hava tamarhald á útreiðslunum og ikki geva ov leysar teymar.
Hann sigur, at hann tí fer at leggja dent á, at skulu summi øki hava meir, skal peningurin takast frá øðrum økjum.
? Og kann ein landsstýrismaður ikki finna peningin, hann skal brúka meiri til okkurt øki hjá sær sjálvum, á onkrum øðrum øki hjá sær sjálvum, má hann ?læna? frá einum øðrum landsstýrismanni.
Tað er kortini Løgtingið, sum hevur avgerðandi orðið, leggur hann afturat.
? Men fíggjarlógin er nógv hækkað seinastu árini, ikki minst á almanna- og heilsuøkinum og tað ber ikki til, at vit blíva við at hækka hana.
Ikki rætti mátin
Annars dámar Karsten Hansen ikki hendan mátan, sum mangan verður brúktur nú á døgum fyri at kroysta meiri pening burturúr landskassanum.
? Í løtuni síggja vit alt ov ofta, at farið verður útum tey ymsu stýrini, beint í fjølmiðlarnar og til tingmenn við hóttanum um uppsagnir og aðrar avleiðingar og tað hjálpir oftani.
? Men tað er avgjørt ikki nøktandi, tí tað forðar okkum at leggja eina heildarætlan, sigur Karsten Hansen.