Arbeiðssteðgurin nærri enn nakrantíð

Einki kom burturúr fundinum millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í gjár og nú koma semingsmenn uppí. - Fíggjarmálastýrið vil ikki samráðast, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag

- Fíggjarmálastýrið vil slett ikki samráðast, sigur Elsa Birgitta Petersen, tá hon verður spurd um, hvat trupulleikin í samráðingunum er.

- Teir koma við sínum krøvum, men vilja ikki hyggja uppá okkara krøv. Teir hava avgjørt, at tað skal bert tann karmurin yvirum borðið, sum hini fakfeløgini hava fingið. Tað er sum so í lagið við okkum, men teir krevja, at meira álagda arbeiðið, sum nýggja fólkaskúlalógin krevur, skal gjaldast av hesum karminum, men tað ger hann bara ikki, sigur Elsa Birgitta Petersen, forkvinna í Føroya Lærarafelag.

- Vit skilja, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið sigur, at meira arbeiði er ikki komið við lógini, hóast teir fundast dúgliga um, hvussu tíðin skal leggjast tilrættis. Fíggjarmálaráðharrin hevur eisini gjørt greitt, at eingir pengar koma, sigur Elsa Birgitta Petersen og leggur afturat, at koma eingir pengar, so má lógin broytast.

- Verkfall er nærri nú enn nakrantíð, men vit fáa at síggja, sigur forkvinnan í Lærarafelagnum

Nú arbeiðir felagið við at finna semingsmenn og at orða eitt tíðindaskriv. Eisini eru boð send til limirnar og felagið ætlar nú at ráðføra seg við sakførara.

- Vit hava roynt og vit hava givið okkum.Vit hava givið teimum 1/2 ár. Okkara partur liggur ikki eftir, staðfestir Elsa Birgitta Petersen.

- Nógv virksemi hevur verið, hóast latið hevur verið sum um einki hevur verið, sigur forkvinnan í Lærarafelagnum og sipar til, at nógv korridorvirksemi hevur verið, men einki kemur burturúr.

Lærarafelagið prentar nú blað at bera í hvørt hús í Føroyum, fyri at greiða frá støðu felagsins og ætlandi verður tað borið út hósdagin og í útjaðaranum fríggjadagin.

- Einki kemur burturúr, so nú má bara bera ella bresta, sigur forkvinnan í Føroya Lærarafelag, Elsa Birgitta Petersen.