reiðiliga at svara. Heldur ikki løgmaður hevði nakað boð uppá, hvat eitt rímiligt støði eftir hansara meting er. Men hann fer at seta ein bólk at finna fram til tað. Innsavnararnir duldu ikki fyri, at teir [...] undirskriftirnar, svaraði Hans Joensen, at teir høvdu lagt merki til, at hann var tann landsstýrismaðurin, sum var minst innblandaður í málið. Løgmaður helt, at hetta málið var ov illa lýst frá byrjan [...] skuldina fyri tað. Tað kann pressan so bara taka til eftirtektar. Hinvegin lovaði løgmaður, at hann fer at arbeiða fyri, at eftirlønirnar verða á einum rímiligum støði. Tað, sum í brævinum frá teimum, sum hava
hoyrdist um dagarnar, at Runavíkar og Skála kommuna hava ætlanir um samanlegging. Boðað varð frá, at ein fólkaatkvøða um málið verður í september mánaða. Upplýsing Ikki kann sigast, at nógv upplýsandi tilfar [...] fyrimunur vera reint umsitingarliga. Men at peningur verður spardur við at siga fólki úr starvi vegna dupultfunktiónir, er ikki ein grundgeving, sum heldur. Heldur meti eg, at tað við tíðini verður stríð um, hvar [...] meg, at ein fólkaatkvøða kann haldast longu í september-mánaða. Ein týðandi partur av fólkaræðisligu tilgongdini er júst tíð til upplýsing og búning av einum máli. Og hetta málið fær ikki umstøður at búnast
illa við, at Johan beklaði sær fótin undir upphitingini, og tískil ikki kundi spæla. Ístaðin noyddist ungi Lars Black at verja málið allan dystin, og lat tað bara verða sagt beinan vegin, at í Kyndli vóru [...] tey helst eisini vera um, at tað eydnaðist unga liðnum at vinna dystin móti runavíkingum, og ikki minst man tað geva leikarum og venjara eitt sindur av arbeiðsfriði. Ikki tí at krøvini um góð úrslit liggja [...] dystin er annars at siga, at hann var alla tíðina rættiliga javnur. Kyndil átti tó munin størsta partin av tíðini, og var tað fyrst og fremst ein góður stríðsvilji, sum førdi til hetta. At hetta var gjørligt
Eg stúri bara fyri, at alt kann fara ov vitt, sigur Magnus í Brekkunum. - Tað var ræðuligt at síggja, at nakað so ógvusligt kundi henda so nær hjá okkum. Tað er trupult at fata, at hetta er veruleiki. [...] Fólk halda, at hetta er verri enn tiltikna álopið á Pearl Harbour. Eftir at tíðindini frættust týsmorgunin um, at umfatandi yvirgangsálop høvdu verið fleiri staðni í USA, vistu fólk ikki, um álopini vóru [...] var á veg. - Vit kenna okkum framvegis ikki trygg í, at yvirgangurin er steðgaður. Tað sást eisini í dag, at eingin kendi seg tryggan. Tað varð sagt, at amerikanski forsetin skuldi fara aftur til Washington
nú fingið eina aðra dimensión. Mett verður at Hess hevur valt at forlongja boringina fyri at fáa nýggja vitan, ið skal koma teimum til góðar, tá farið verður at bora eftir tí sama strukturinum hinumegin [...] hvørt annað at gera, so hava tey tað kortini óbeinleiðis. Tí eitt oljufund við Føroyar kann fáa stóra ávirkan á framtíðina hjá hesi tjóð. Og verður olja funnin nú, so er givið, at hon fer at verða ein týðandi [...] komandi løgtingsvali. Men neyvan fæst nakað at vita um úrslitið av leitingini fyrr enn í næstu viku og tvs. eftir fólkatingsvalið. Tí vil fólkatingsvalið neyvan fara at snúgva seg um oljuna. Mong spyrja, hvussu
við toli, tí tað er als ikki vist, at hon gevur nakað endaligt svar, soleiðis at tað skulu enn fleiri boringar til. Hinvegin eiga vit eisini at virða ta sannroynd, at tað skulu oftani nógvar boringar til [...] Oljufeløgini hava valt fyribils einki at siga um boringina. Vanliga plaga upplýsingar kortini at leka út, men hesaferð er knívskorið. Eftir øllum at døma hevur henda boringin so mikið stóran týdning fyri [...] Føroyaøkinum sum heild, at leiðslan í Amerada Hess vil dylja úrslitið sum mansmorð - til tað er komið á mál. Og at koma á mál merkir í hesum føri: við eini royndarframleiðslu at staðfesta lønanndi nøgdir
sagt, at allur stuðul er av tí ringa. Líka so skeivt, sum tað var konsekvent at lata stuðul til so at siga allar nðíløgur, sum støðan var fyri 20 árum síðani, líka so skeivt er tað, konsekvent at siga nei [...] Man kann siga, at vit føroyingar vóru í rennuni aðru megin vegin, tá almennur studningur var regulin, heldur enn undantakið í føroyskari vinnu. Hvussu er so nú? Fyriuttan at studningur framvegis verður [...] skattgjaldarans kostnað, uttan at landið, les skattgjaldarin, fekk nakað afturfyri, sum t.d. ávirkan ella partabrøv. Ein rein forering, ið Fólkaflokkurin stóð á odda fyri. At forera landskassans pening fyri
Hetta heldur Karina kemst av, at rósur verða settar í samband við kærleika. Men tá blómur verða keyptar til eina jarðarferð, sigur Karina, at hetta er heilt vist fyri at vísa samkenslu. ? Tá ein er til [...] At geva blómur er nakað, sum gongur langt aftur í tíðina. Løgið er tað, hóast alt. Líkamikið, hvat er hent, so eru blómur altíð nakað, ið er ein hóskandi gáva. Eitt hóskandi tekin um, at nú velur onkur [...] onkur at gleðast við tær ella at nú syrgja tey við tær. Blómur vekja ymsar kenslur í fólki. Tá talan er um eina brúðarvígslu, eru blómur nakað, ið súmbolisera kærleika. Blómandi kærleikan millum tvey, ið nú
fór undir at kanna hesar lýsingar og seinni eisini reisti ákæru. Á rættarfundi í málinum millum ákæran og Restorffs kom fram, at fútin tulkar § 19 soleiðis, at talan skal vera um ein hópfjølmiðil, eitt [...] einki skeivt í. Orsøkin er tann, at Álmunakkin ikki er nakar fjølmiðil, og hann kann heldur ikki metast sum eitt tíðarrit. Við øðrum orðum ber so til at staðfesta, at í einari føroyska útgávu, eitt nú [...] metir, at Restorffs bryggjarí breyt við teirra lýsing, sum snúði seg um páskaløg og orðið "øl" varð eisini á lýsingini. Sorinskrivarin, Jørgen B. Petersen, metti ? útfrá einari samlaðari meting ? at talan
men aftaná fáa hesi fólkini at vita av tingsins røðarapalli, at tey eru óegnaði at sita har. Soleiðis kunnu fólk ikki verða viðfarin av eini landsstýrissamgongu! Ikki ráðiligt at yvirtaka meira Danska stjórnin [...] plagar í hvussu so er tann eini samgonguflokkurin at gera nógv burturúr eini ávísari søguligari hending, so tað var upplagt, at 100-daga-avrikini eisini fóru at verða flættaði inn í onkra av røðunum á Café [...] ta málið var eftir øllum at døma at halda Sambandsflokkin uttanfyri alla ávirkan, men innanfyri hevur verið eitt eljustríð, og úrslit síggja vit eingi. Og kortini so sigst at samgonguflokkarnir vilja yvirtaka