Bill Justinussen
??????????????
Nú hoyrdist um dagarnar, at Runavíkar og Skála kommuna hava ætlanir um samanlegging. Boðað varð frá, at ein fólkaatkvøða um málið verður í september mánaða.
Upplýsing
Ikki kann sigast, at nógv upplýsandi tilfar er latið borgarunum um hesa samanlegging. Og tí undrar tað meg, at ein fólkaatkvøða kann haldast longu í september-mánaða. Ein týðandi partur av fólkaræðisligu tilgongdini er júst tíð til upplýsing og búning av einum máli. Og hetta málið fær ikki umstøður at búnast eftir so stuttari tíð.
Eg havi fregnast eitt sindur eftir grundgevingum, sum kunnu sannføra borgarar í Runavíkar kommunu um møguliga rættleikan í eini samanlegging. Men ilt er at fáa eyga á tey kraftigu og sjálvsøgdu sjónarmiðini, sum áttu verið grundarlagið undir málinum.
Tí vil eg á henda hátt heita á Runavíkar Býráð sum skjótast at geva borgarunum eina frágreiðing um, hvørji øki verða betri og bíligari at reka við eini samanlegging og annars, hvørjar fyrimunir borgararnir sum heild kunnu vænta sær.
Fyrimunir og vansar
Landafrøðisliga er samanleggingin ikki tann mest eyðsýnda. Munandi nærri liggja bæði Nes og Gøtu kommuna. Og sum so eisini Stranda kommuna. Fíggjarliga verða fyrimunirnir helst meira hjá Skála kommunu, tvs. millum 30 og 40 milliónir. Barnagarður og dagrøkt er heldur ikki eitt øki, sum sjálvsagt er at samstarva um, tí frástøðan er ov stór. Og sama kann sigast um skúlaøkið. Vinnulívið finnur sjálvt út av at samstarva, og nýtist ongin kommunusamanlegging til tað.
Møguliga kann onkur fyrimunur vera reint umsitingarliga. Men at peningur verður spardur við at siga fólki úr starvi vegna dupultfunktiónir, er ikki ein grundgeving, sum heldur. Heldur meti eg, at tað við tíðini verður stríð um, hvar umsitingarøki skulu leggjast, og er vandin fyri miðfyrran av umsiting framvegis stórur eftir eina møguliga samanlegging. Og sum heild hevur uppsøgn av fólki við sparing fyri eyga ikki víst seg at vera nøkur gongd leið, um vit hugsa meira alment.
Vit kunnu eisini spyrja, hví kommunurnar í síni tíð fóru sundur. Væl veit eg, at kommunurnar í dag umsita munandi meiri økir, enn tær gjørdu tá, men framvegis áttu fyrimunir eisini tá verið við størri kommunueindum.
Hesir tankar eru meira hissini og ætlaðir sum ískoyti til kjak.
Áheitan
Mín áheitan á báðar kommunurnar skal vera ikki at fara so skjótt fram. Umhugsið heldur eina størri samanlegging millum allar kommunurnar við Skálafjørðin. Fyrireikið og upplýsið væl, og komið síðani út til fólkið við spurninginum. Til seinast skal sigast, at tað er skilagott við borgarafundi um spurningin.