Oddagrein·Studningsdupultmoralur

Vit vita av royndum í Føroyum, hvussu óheppið tað kann vera, tá landið letur rakstrarstuðul til vinnulívið. Rakstrarstuðul latin yvir ein kamb er skaðiligur, óansæð, um talan er um 8% endurgjald til skipasmíð ella talan er um kilostudning til flakavinnuna.

Man kann siga, at vit føroyingar vóru í rennuni aðru megin vegin, tá almennur studningur var regulin, heldur enn undantakið í føroyskari vinnu.

Hvussu er so nú? Fyriuttan at studningur framvegis verður latin, eitt nú til skipasmíð, so eru framvegis óbetalt lán við landskassaveðhaldi. Gamaní er hetta ikki so nógv, sum fyri 10 árum síðani, men til eru tey.

Sitandi samgonga ger nógv fyri at látast verða móti almennum stuðuli, men ikki er altíð so góður samanhangur millum orð og gerðir. Í undanfarna valskeiði var skuld hjá ávísum rækjubátum avskrivað, og var hetta gjørt fyri skattgjaldarans kostnað, uttan at landið, les skattgjaldarin, fekk nakað afturfyri, sum t.d. ávirkan ella partabrøv. Ein rein forering, ið Fólkaflokkurin stóð á odda fyri. At forera landskassans pening fyri einki er ikki rætt, men harvið er ikki sagt, at allur stuðul er av tí ringa.

Líka so skeivt, sum tað var konsekvent at lata stuðul til so at siga allar nðíløgur, sum støðan var fyri 20 árum síðani, líka so skeivt er tað, konsekvent at siga nei. Tað kunnu vera feløg ella ætlanir, ið hava so stóran tðdning fyri samfelagið, at landið hevur ein egináhuga í framhaldi. Marknaðurin klárar ikki alt. Hvussu hevði t.d. verið við undirstøðukervinum, um marknaðarkreftirnar skuldu rátt út í odd og egg?

Føroyskir nðliberalistar hava lyndi til at siga nei til allan form fyri almennan stuðul yvir ein kamb. At landið t.d. setir partapening í feløg meta hesir verða skeivt. Er hetta skilagott? Støðan í dag, har man konsekvent sigur nei til almennan studning, merkir at vit eru farin úr rennuni aðru megin vegin, tá studningur var regulin heldur enn undantakið, í rennuna hinu megin vegin, har studningur konsekvent ikki verður latin. Vit eiga at minnast til, at um landið ikki slóðaði fyri við egnum pengum, so var neyvan nakar sjóvegis ferðafólkaflutningur á føroyskum hondum í dag.

Tað er ikki meiri enn nakrar vikur síðani tðska stjórnin bjargaði einum mobiltelefonfelagi undan húsagangi. Amerikanska stjórnin, fyrimyndin hjá føroyskum liberalistum, bjargaði stóra bilframleiðarnum Chrysler fyri nøkrum árum síðani við einum láni, ið seinni var afturgoldið av Chrysler. Flogídnaðurin um allan heimin dúvar uppá statsveðhald eftir yvirgansatsóknunum í fjør.

Tað er uppá tíðina, at man í Føroyum kann hava eitt fjøltáttað kjak um almennan leiklut, uttan at enda í einum svart hvítum kjaki um konsekvent ja ella konsekvent nei til studning. Eisini mugu allar studningsskipanir, ið verða nðttar í dag fram í ljósið. Einki er so ódámligt, sum politikarar og vinnulívsmenn, ið látast verða ímóti studningi, men fegin lata og taka ímóti í allari stillheit.

Sosialurin