Gjaldið avgerandi

?Talan skal vera um eina lýsing, ið lýsarin hevur goldið fyri, skal hon verða ólóglig sambært rúsdrekkalógini, sigur Finn Ougaard

RÚSDREKKA/ANALYSA

Í Løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka stendur soleiðis at lesa:
§ 19. Øll reklama í føroyskum fjølmiðlum og tíðarritum, útbýting av reklamuseðlum o.t. viðvíkjandi sølu, skeinking og útflýggjan av rúsdrekka er forboðin.
Hetta er eisini kjarnin í tí so nógv umtalaðu Restorffs málinum, og hetta verður eisini grundarlagið í ákæruni í komandi rættarmálinum móti Føroya Bjór, sum skal byrja í næstum í Føroya Rætti.
Tað er § 19., sum sorinskrivarin metir, at Restorffs bryggjarí breyt við teirra lýsing, sum snúði seg um páskaløg og orðið "øl" varð eisini á lýsingini.
Sorinskrivarin, Jørgen B. Petersen, metti ? útfrá einari samlaðari meting ? at talan var um brot á lógina, og álegði tískil Restorffs bryggjarí at gjalda 10.000 kr. í bót umframt sakarmálskostnaðin.
Útfrá dóminum, sum vit bert hava fingið endurgivnan, kann lesast, hvat dómarin leggur í § 19. Hann metir útfrá sjálvari lýsningini og próvførsluni í rættinum, at hugsað verður um øl við lýsingini, og hetta er greitt brot á lógina.
Tað, sum hinvegin er kanska enn meira áhugavert, er tulkingin hjá fútanum í málinum. Tað er fútin, ið ákærumyndugleiki, og hansara tulkingar av lógini eru sostatt avgerandi fyri, hvat kemur fyri dagin í Føroya rætti. Verður eitt mál fráboðað fútanum, so hevur fútin skyldu til at kanna málið. Um hann heldur tað vera neyðugt, skal hann eisini reisa ákæru.
Eitt nú sendi Restorffs bryggjarí fútanum ein fyrispurning um lýsingar hjá Føroya Bjór, og hetta gjørdi, at fútin fór undir at kanna hesar lýsingar og seinni eisini reisti ákæru.
Á rættarfundi í málinum millum ákæran og Restorffs kom fram, at fútin tulkar § 19 soleiðis, at talan skal vera um ein hópfjølmiðil, eitt nú Dimmalætting og Sosialurin, ella eitt tíðarrit, t.e. eitthvørt, sum kemur út regluliga.
Nevnt varð eisini lýsingar fyri sterkum øli í Álmunakkanum fyri nøkrum árum síðani. Hetta sær fútin einki skeivt í. Orsøkin er tann, at Álmunakkin ikki er nakar fjølmiðil, og hann kann heldur ikki metast sum eitt tíðarrit. Við øðrum orðum ber so til at staðfesta, at í einari føroyska útgávu, eitt nú árbøkur ella líknandi, ber væl til at lýsa við sterkum øli ella brennivíni.
Í § 19 stendur eisini orðið "reklama" at lesa.
?Talan skal vera um eina lýsing, ið lýsarin hevur goldið fyri, skal hon verða ólóglig sambært rúsdrekkalógini, segði Finn Ougaard, varafúti, eftir at dómurin varð sagdur í Restorffs málinum.
Er talan hinvegin um redaktionelt journalistiskt tilfar, kann einki forboð setast ímóti at vísa og viðgera rúsdrekka av sterkara slagnum.