Kyndil byggir nýtt

Eitt sera ungt Kyndils-lið stríddi seg til tvey stig í Runavík, har heimamenninir enn ikki tykjast vera í nóg góðari venjing

 

Tjaldur-Kyndil 21-24 (10-12)


Hondbóltur


Í mun til tey flestu av undanfarnu árunum, so tykist Kyndil ikki vera eitt av liðunum, sum roknað verður við í oddinum. Útskiftingin av fólki hevur verið rættiliga stór í summar, og verður sæð burtur frá leikandi venjaranum, Jónleif Sólsker, og málverjanum, Johan Danielsen, so er bulurin á liðnum settur saman av rættiliga ungum leikarum.

Tí mundi tað koma illa við, at Johan beklaði sær fótin undir upphitingini, og tískil ikki kundi spæla. Ístaðin noyddist ungi Lars Black at verja málið allan dystin, og lat tað bara verða sagt beinan vegin, at í Kyndli vóru tey væl nøgd um avrik hansara.

Tað munnu tey helst eisini vera um, at tað eydnaðist unga liðnum at vinna dystin móti runavíkingum, og ikki minst man tað geva leikarum og venjara eitt sindur av arbeiðsfriði. Ikki tí at krøvini um góð úrslit liggja so tungt á teimum, men hinvegin er tað altíð órógvandi, um talan alla tíðina gerst um ov nógv og tung tøk.


Orka ov lítið

Um dystin er annars at siga, at hann var alla tíðina rættiliga javnur. Kyndil átti tó munin størsta partin av tíðini, og var tað fyrst og fremst ein góður stríðsvilji, sum førdi til hetta.

At hetta var gjørligt komst eisini av, at grønu leikararnir tóktist at vera væl betri fyri kropsliga enn teir hjá Tjaldrinum. Aftur í ár teljast tríggir jugoslavar ímillum leikararnar hjá runavíkingunum, og ivaleyst fer hetta at styrkja munandi um liðið, so hvørt sum árið líður. Tann seinasti av hesum kom tó ikki til landið fyrr enn dagin fyri dystin, so tað er væl skiljandi, um hann enn ikki er førur fyri at geva nakað veruligt íkast til liðið.

Tað er tó ein trupulleiki hjá runavíkingunum, at venjingarstøðan enn ikki tykist vera nóg góð. Trupulleikin er ikki nýggjur, men í mun til somu tíð í fjør, so tykist liðið tó at vera heldur betri fyri nú, og so er spurningurin bara, um tað fer at eydnast teimum at skava sær nøkur stig saman.


Dyturin í tølum:

Tjaldur-Kyndil 21-24 (10-12)

Málskjúttar:

Tjaldur: Mortan Hansen 6, Sverri Justinussen 6(2), Dragisa Stojovi 4c, Zoran Sarcevic 3(1), Arnfinn Langgaard 2

Kyndil: Jónleif Sólsker 5(4), Róar Nielsen 4, Høgni Klein 4, Ragnar Simonsen 3, Leif Mikkelsen 2, Gunnar Wardum 2, Niels Viggo Niclasen 2, Hanus Kúrberg 1

Brotskøst: Tjaldur 4, Kyndil 5

Útvísingar: Tjaldur 2, Kyndil 4

Dómarar úr StÍF: Pole Hansen og Jón Rasmussen