Taka við so sannlíkini fyri at finna olju eru tey ávikavist 30 og 42%. Ella kunnu vit venda tí á høvdið og siga, at sannlíkini fyri, at tað ikki verður funnið nakað, eru 70 og 58%. Hetta er nakað, sum vit eiga at hava í huganum, nú tað verður bíðað í spenningi eftir úrslitinum.
Tann møguleiki er eisini til steðar, at føroysku oljumyndugleikarnir velja einki at siga um hesar fyrstu boringarnar men heldur at bíða til tann triðja boringin er liðug í oktober ella november.
Út av trimum boringum skuldi helst okkurt komið burturúr. Men vil tað illa til, so hava oljufeløgini kortini bundið seg til at bora fimm brunnar aftrat hesum fyrstu trimum. Tvs. at møguleiki er fyri, at fyrsta oljan ? er hon til ? verður ikki funnin fyrr enn í næsta ár ella í 2003. Feløgini hava nevniliga møguleika at bíða við hinum boringunum til 2003.
Tað eru tey, sum siga, at so mikið nógv hevur verið tosað um hesa oljuleiting, at fólk rætt og slætt rokna við, at okkurt skal verða funnið. Hinvegin er eisini greitt, at hóast seismiskar kanningar vísa bæði eitt og annað, so eru tær ongantíð annað enn vegleiðarar. Aftur og aftur hava seismiskar kanningar víst seg ikki at verða nóg eftirfarandi. So tað kann eisini henda her hjá okkum.
Tí er rætt ikki at kanna sær bitan ov tíðliga. Tað er tí heldur ikki rætt av okkara politikarum at kalkulera við oljuinntøkum. Men at samfelagið er ?gierað? til, at olja verður funnin, er tó ikki meira enn náttúrligt, tá hugsað verður um alla ta tilrættalegging, sum verið hevur undan boringunum. Ein skilagóð tilrættalegging fáa vit at vita frá teimum serkønu.
Leitingin hevur longu givið arbeiði til nógvar hendur og er so smátt við at fáa samfelagnum nýggjar inntøkur. Talan er um eina altjóða vinnu, so verður eingin olja her hjá okkum í fyrstu atløgu, nýtist tað ikki at vera nakað veruligt afturstig. Eydnast leitingin harafturímóti væl, so er hetta ein stór avbjóðing fyri okkum øll. Tá ? onkur heldur tað verða í seinna lagi ? mugu vit gera okkum púra greitt, hvat vit vilja og hvussu vit skulu at stýra gongdini.
Sosialurin