Eina, at tað er rætt, at dagtilboð eru á ávísum stovnum, men hon leggur enn einaferð dent á, at tað eisini skal vera meiningsfult at vera heima. - Harumframt hava vit økisterapiina, sum er góð og neyðug [...] greiðir frá, at avleiðingin av, at eldri fólk sita passiv og ofta einsamøll heima er, at tey kenna seg sum ónyttur, og verða alt meira negativ og apatisk. Í tí sambandinum hava tey eisini nógv minni at standa [...] myndina. Men sum er, fevnir tað tilboðið bara um røkt og viðgerð og ikki um at stuðla teimum í øðrum virksemi, sum gevur innihald. Til dømis at taka tey við út at keypa inn ella at gera mat. Nú verður innkeypið
seinastu gott tvey árini. Í fororðunum til bókina sigur biskupur millum annað, at tað hevur verið honum ein frægd og gleði at skriva lestrarnar. Endamálið er einfalt og tvíliðað: At siga orð um Jesus og vera [...] vera góður við menniskju. Áhugavert er tað, at lestrarnir eru lisnir og hava givið afturljóð. Virðingin fyri lesaranum er stór og endurspeglast í ávísari eyðmýkt yvir fyri uppgávuni, skrivar Jógvan Fríðriksson [...] løtur« er knappar 200 blaðsíður og í stívari permu. Sonni Jacobsen hevu rumbrotið bókina og sett permuna upp. Permumyndina hevur myndamaðurin, Jógvan Helgi Hansen, tikið. Og tað er Vágaportalurin, sum gevur
Sevdal var ársins toppskjútti, og hon varð í kvøld eisini vald at vera ársins spælari. Heidi var ikki hjástødd í kvøld, men liðfelagi hennara Mirjan Huneck staðfesti, at Heidi eigur nógv av málunum sjálv [...] útinnir øgiligt arbeiði samstundis, sum hon hevur evnini at vera á rætta staðnum í røttu løtuni. Páll A. Klettskarð varð í kvøld kosin at vera ársins álopsspælari í 2023. Hann skoraði í landskappingini [...] ferðir varð hann skiftur inn, og sjey ferðir varð hann skiftur út. Í europeisku dystunum hevur hann higartil í ár skorað eitt mál. -Hetta hevur verið eitt gott ár hjá okkum í KÍ, og eg kann als ikki klaga um
einum bólki. Fyri at seta ein serligan dám á, og gera tað so veruleikakent, sum gjørligt, fara tey at spæla og syngja í svørtum buksum, hvítum skjúrtum og svørtum slipsi. Hetta er ein roynd at lokka tey dansiglaðu [...] 5 mars. Og í hesum føri skal orðið gamlamannadansur takast heilt bókstaviliga, tí aldurmarkið at sleppa inn, er ? 40 ár. Tað verða Marnar og Árni sum fara at spæla tónleik frá fimmti og sekstiárunum, saman [...] Men tað verður okkurt gott at leska sær á, meðan dansurin gongur. Atgongumerkjasølan byrjar í Kunningarstovuni í Havn í dag og tað ræður um a skunda sær, tí einans 400 atgongumerki verða seld. Tað, sum
sítt til, at bæði næmingar og lærarar eru farnir at trívast betur. Og skúlastjórin viðgongur, at tað er gott, at skúlin ikki longur líkist einum byggiplássi. Og tað er ikki ilt at ímynda sær, tí tað munnu [...] hóast so gott sum onki er bygt afturat. Skúlin var í so vánaligum standi, at tað er ófatiligt, at hann hevur verið nýttur. Men har ganga yvir 400 næmingar, og tað er ikki bara sum at siga tað at finna onnur [...] er gjørt í ár, tí tað vóru ikki pengar ella stundir til tað. Og tí varð gjørt av at mála skúlan fyri at fríðka um hann. Tí hann var ikki vakur frammanundan ? og serliga ikki eftir at partar av honum vórðu
verður hin øvugta. Tað er tí ikki líkamikið, hvør, ið verður valdur á forestavalinum í næstu viku. Hetta val fer at hava við sær fylgjur, tað veri seg positivar ella negativar, fyrst og fremst fyri USA, [...] verið merktur av stríðnum móti yvirgangi. Synd er at siga, at hesin politikkur hevur hepnast væl. Yvirgangurin og harðskapur standa við og versna, og heimurin er neyvan vorðin tryggari, meðan Bush hevur [...] amfelag og um ein skilabetri trygdarpolitikk, har dentur verður lagdur á hetta at vinna álitið á USA aftur serstakliga í Europa. Amerikanskur politikkur kann mangan vera torførur at skilja og trupult kann
skjótt sum tað bar til at bíleggja pláss, og tey komu norð longu týsdagin fyri at fáa gott pláss. - Tað besta við at campa á Summarfestivalinum er at man er beint har sum alt hendur, og so er tað so øgiliga [...] Klaksvík, við at svimja, hyggja í handlar og bara njóta feriuna. - Vit hava trý børn við eisini, og tey tíma orduliga væl, sigur Birita. Restina av festivalinum ætla tey bara at hugna sær og lurta eftir [...] eftir tónleiki. Spurd um tey ætla at campa aftur næsta ár, er Birita skjót at svara at tað er avgjørt nakað tey ætla sær.
fyri, at tiltøkini ikki vera sett í verk. Fyri tað næsta hevur danska ríkið boðað frá, at tað er einans orsakað av ríkisfelagsskapinum, at Danmark fer at atkvøða ímóti uppskotinum – og ikki tí, at Danmark [...] føroyskum loyvi. Eisini, at tað verður sett bann ímóti, at ES lond útflyta skip og fiskireiðskap til Føroya, sum kunnu brúkast til at fiska sild og makrel við. Hesi tiltøk kunnu innibera, at Danmark steingir sínar [...] føroyingar nøgdar, og við at vera partur av ES í tiltøkunum móti Føroyum ger Danmark eisini ES nøkt. Men ber tað til at seta tiltøk í verk móti eini eind í egnum ríki? Ber tað til at seta tiltøk í verk
situr í koyristóli og heldur tað vera rímuligt, at hann og onnur í hansara støðu sleppa á vals um onnur fólki. – Nú er tað soleiðis, at eg skal atkvøða í Róðrarneystinum á Argjum. Tað havi eg gjørt, síðan [...] – Hvat við at flyta valstaðið í nýggja skúl an á Hamarinum? Har eru góð atkomu- og parkeringsviðurskifti og gott busssamband. Eg ynski at sleppa á val uttan at skula hava hjálp at koma inn og út úr valstaðnum [...] men viðurskiftini eru ikki góð. Fyri tað fyrsta er tað trafikkkaos og ring parkeringsviðurskifti og hjá einum, sum situr í koyristóli, er tað ein brøtt brekka oman og niðan úr húsinum. Harafturat er lendið
tóktist so vera, hvørt tað fór at vera rúmd fyri honum á liðnum. - Jú, tað hevði eg sjálvandi vónað, men hinvegin kundi eg jú ikki rokna við tí eftir avrikið ´Luksemburg. - Vónirnar bygdi eg á, at Allan alla [...] boð um tað. Burtur sæð frá fyrstu løtuni, so haldi eg eisini at vit høvdu gott tak á teirra áleyparum. - Trupulleikin fyrstu løtuna var, at vit ikki høvdu nakran ávísan mann at mansverja, men at Hans Fróði [...] Fróði og eg bara skuldu taka teir sum teir komu. Teir vóru bara somikið skjótir, og fluttu seg somikið væl, at hetta als ikki riggaði hjá okkum. Vit gjørdu so av at hava hvør sín, og tá fingu vit so beinan