Í dag kemur bókin "Kertur logar stillar løtur" eftir Jógvan Fríðriksson, biskupi, út í handlarnar. Hetta eru lestrar, sum biskupur hevur havt á Vágaportalinum seinastu gott tvey árini.
Í fororðunum til bókina sigur biskupur millum annað, at tað hevur verið honum ein frægd og gleði at skriva lestrarnar.
Endamálið er einfalt og tvíliðað: At siga orð um Jesus og vera góður við menniskju.
Áhugavert er tað, at lestrarnir eru lisnir og hava givið afturljóð. Virðingin fyri lesaranum er stór og endurspeglast í ávísari eyðmýkt yvir fyri uppgávuni, skrivar Jógvan Fríðriksson millum annað í fororðunum til bókina.
»Kertur loga stillar løtur« er knappar 200 blaðsíður og í stívari permu.
Sonni Jacobsen hevu rumbrotið bókina og sett permuna upp. Permumyndina hevur myndamaðurin, Jógvan Helgi Hansen, tikið.
Og tað er Vágaportalurin, sum gevur bókina út.










