Soleiðis rópar Heini Festirstein varskó. Hann situr í koyristóli og heldur tað vera rímuligt, at hann og onnur í hansara støðu sleppa á vals um onnur fólki.
– Nú er tað soleiðis, at eg skal atkvøða í Róðrarneystinum á Argjum. Tað havi eg gjørt, síðan eg flutti út á Kongavarða, men viðurskiftini eru ikki góð. Fyri tað fyrsta er tað trafikkkaos og ring parkeringsviðurskifti og hjá einum, sum situr í koyristóli, er tað ein brøtt brekka oman og niðan úr húsinum. Harafturat er lendið grús, sum er alt annað enn koyristólvinaligt, skrivar Heini Festirstein á Facebook.
– Hvat við at flyta valstaðið í nýggja skúlan á Hamarinum? Har eru góð atkomu- og parkeringsviðurskifti og gott busssamband. Eg ynski at sleppa á val uttan at skula hava hjálp at koma inn og út úr valstaðnum, skrivar hann.
##med2##