Deiligt at campa á Summarfestivalinum

Summarfestivalurin er kendur fyri teir nógvu camparar, ið á hvørjum árið koma til Klaksvíkar við sínum campingvognum at njóta festivalin. Í ár eru ikki minni enn 254 campingvognar á festivalinum, og hetta er meira enn nakrantíð áður. Campingøkið á vánni mitt í hjartanum í Klaksvíkini er tjokk fult av vognum, og eisini eru nógvir campingvognar bæði niðri á Stongunum, við Kí-høllina, og runt kring Klaksvíkina.

Ein av teimum mongu, ið hava campingvogn við á festival, er Birita Olsen úr Havn. Hennara familja og ein onnur familja deila campingvognin í ár, so tey eru heili

- Vit hava campa mangar ferðir, men bert eina fer áður á Summarfestivalinum, sigur Birita.

Hon og familja hennara bílegði campingplássi so skjótt sum tað bar til at bíleggja pláss, og tey komu norð longu týsdagin fyri at fáa gott pláss.

- Tað besta við at campa á Summarfestivalinum er at man er beint har sum alt hendur, og so er tað so øgiliga hugnaligt eisini sigur Birita.

Ígjøgnum vikuna bara hugna tey sær í Klaksvík, við at svimja, hyggja í handlar og bara njóta feriuna.

- Vit hava trý børn við eisini, og tey tíma orduliga væl, sigur Birita.

Restina av festivalinum ætla tey bara at hugna sær og lurta eftir tónleiki. Spurd um tey ætla at campa aftur næsta ár, er Birita skjót at svara at tað er avgjørt nakað tey ætla sær.