.
Spurningurin er, um heimurin er vorðin tryggari undir Bush, ella hann er vorðin ótryggari. Spurningurin er, um heimurin framyvir verður tryggari við Bush sum forseta ella gongdin verður hin øvugta. Tað er tí ikki líkamikið, hvør, ið verður valdur á forestavalinum í næstu viku. Hetta val fer at hava við sær fylgjur, tað veri seg positivar ella negativar, fyrst og fremst fyri USA, men eisini fyri allan heimin og sostatt eisini fyri okkum, sum búgva í Føroyum.
Bush er forsetin hjá teimum konservativu og hjá teimum vælbjargaðu. Hann er framum alt maðurin hjá big business og hjá hervaldinum. Hann gevur teimum ríku skattalættar og hann avmonterar tað sindrið av vælferðarsamfelag, sum er eftir í USA. Um Bush verður valdur, so fer hann eisini at tilnevna einar 4-5 nýggjar hægstarættardómarnar. Hægstirættur í USA hevur stórt politiskt vald. Tað er t.d. hægstirættur, sum ger av, um deyðarevsing framhaldandi skal vera galdandi revsing í USA. Valið fer tí at hava avgerandi ávirkan á framtíðina hjá USA. Uttanríkispolitikkurin hjá Bushstjórinini hevur verið merktur av stríðnum móti yvirgangi. Synd er at siga, at hesin politikkur hevur hepnast væl. Yvirgangurin og harðskapur standa við og versna, og heimurin er neyvan vorðin tryggari, meðan Bush hevur rátt fyri borgum.
Hitt valevnið, John Kerry, stendur fyri einum øðrum politikki. Hesin politikkur fevnir um vælferðarsamfelag og um ein skilabetri trygdarpolitikk, har dentur verður lagdur á hetta at vinna álitið á USA aftur serstakliga í Europa. Amerikanskur politikkur kann mangan vera torførur at skilja og trupult kann vera at síggja munin á flokkunum. Men til hetta valið er øðrvísi. Tað man vera rættiliga innlýsandi fyri flestu europearum, hvat valúrslit, ið gagnar Europa og heimssamfelagnum best.
Sosialurin