framføra eitt show í onkrum evropeiskum hotelli í eitt hálvt ár. Eitt stórt svenskt felag, sum eitur 2entertain ger nøkur show, sum verða seld og framførd úti í Evropa. Eg skal so luttaka í tí eina shownum [...] sítt arbeiði í upptøkuhølinum, so er Eyð sangari og dansari. Eyð Berghamar Jacobsen gjørdist heimskend í Føroyum, tá ið hon luttók í stóru Nordic Unsigned kappingini, sum MTV skipaði fyri. Her megnaði Eyð [...] drívmegi í húsinum, so heldur Eyð, at hennara egni alskur til tónleikin er orsøkin til, at hon valdi at útbúgva seg innan tónleikin. Eyð er útbúgvin musical artist frá Ballet Akademinum í Gøteborg í Svøríki
hesa ferð tók hann av. Tóktist í allar mátar hava munandi betri sjálvsálit í spælinum. Royndi í nógv størri mun at spæla bóltin, heldur enn at sparka, og var eisini við í nógvum frameftir vøllinum. Var [...] ivast í, at hann framvegis er tryggur á plássinum. 8. Julian Johnsson, B36, 49/3 Var føroyski matchvinnarin í dystinum, tá hann stútaði hornasparkið frá Súna í kassan, men var annars sera svingandi í avrikinum [...] steðgin, men í uppspælinum tók hann ikki lut í so nógvum, sum hann vanliga ger. Hevði ein lítlan snudd at dragast við, og tí var útskiftingin náttúrlig, men at hann er trygt fyrsta val á plássinum í drúgva tíð
sjóndar í setningum sum t.d. ”hann sigur mær lítið og einki” ella ”eg kenni ikki meg sjálvan aftur í hasum”. Kendi professarin í lingivistikki, George Lakoff frá University of Berkley í USA, vísir í sínari [...] sonevnt ”mismatch”, eitt misljóð, í hugaheiminum hjá nógvum veljarum. Tað lekir millum teori og praksis. Millum fólk livir ein greið fatan av at politikkur, í hvussu er í ávísan mun, er til fyri teirra skuld [...] Og hann hevur støðugt brúkt hugtakið í sínum samskifti við veljaran. Boðskapurin hevur verið, at samfelagið í dag hevur stóran tørv á fólki, ið megna at seta seg í støðuna hjá øðrum enn sær sjálvum. Politikkur
sum í veljarakanningini varð tippaður til at gerast fremstur og í hvussu er at fáa annað umboðið, dróg tað stytra stráðið. Hví floksformaðurin og løgmaður, sum flest øll mettu kláraði seg væl í valstríðnum [...] staðið púra krystallkárar í hugaheiminum hjá øllum fólkafloksveljarum og teimum mongu í øðrum flokkum eisini, sum hava hildið og framvegis halda, at viðferðin, sum hann fekk í sambandi við hetta málið, [...] Jóannes Eidesgaard stóð seg val í valsendingum og her ikki minst á valfundinum í Norðurlandahúsinum, og hóast hann av mongum verður mettur at hava havt eina sera hepna hond í starvinum sum løgmaður, so høvdu
Men vit kenna tó eisini munin í dagsins politikki her í Føroyum. Samhaldsfestið hevur fingið harða kapping frá egoismuni. Høgra rákið hevur bjóðað vinstravonginum av í pensjónsspurninginum. Teir borgarligu [...] fyrrapartin í gár søkti Cafe Natúr eftir nýggjum starvsfólkum í eini útvarpslýsing, og sambært stjóranum, vóru teir fyrstu nýggju umsøkjararnir longu farnir at ringja inn um middagsleitið í gjár. Turid [...] at Cafe Natúr hevur opið mestsum hvønn dag í árinum - harímillum alla ólavsøkuna - so vilja tey ikki geva fólki meira í løn, tá arbeitt verður serligar dagar. Í gjár var Cafe Natúr opin, og sambært stjóranum
brúni verður útfluttur til bio-ethanol virkir í Europa, sigur Gilli Trónd, sum eisini ímyndar sær, at vit einaferð í framtíðini kunnu seta virkir á stovn í Føroyum. Men hetta er sera kostnaðarmikið við [...] prodotypuna og at seta hana út. - Ætlanin er at taka reyðun tara upp í heyst og brúnan næsta summar. Og so skulu vit í holt við at gera tað í størri skala, og at fáa eina vinnu upp at standa, sigur Gilli Trónd [...] Gilli Trónd. Og hann leggur afturat, at sambært fíggjarheiminum verður tørvurin í 2020 øktur við 400 prosentum í mun til í dag. - So teir 30 mia. litrarnir verða tá 120 mia. litrar árliga, sum er eitt ófatuliga
tvinnar. Vit komu seint ígongd, og vit høvdu eina djúpa kreppu í nítiárunum. Men inngjøldini í pensjónskassarnar prógva, at vit eru á rættari kós í somáta, sigur Kim Hansen og heldur fram: - Siga vit, at vit [...] fram í tíðina, sum ongantíð kemur at halda kortini, júst tí her liggur 40 ára framskriving inni í skipanini, sigur Kim Hansen. Nógv orðaskifti hevur verið um forskattingina av pensjónum, sum kom í gildi [...] lágløntu í nógv størri mun niðurslitin á ungum árum. Eisini tí er neyðugt at fáa óarbeiðsføri inn í pensjónsreformin, sigur Kim Hansen. Alternativið Samstundis sum tryggingarráðgevin peikar á manglar í tí
grundaður á eina tilvitan um trotið í ítøkiliga tilfeinginum – og eina tilvitan um yvirflóðina í tí óítøkiliga heiminum! Skulu vit veruliga fáa gongd í fjølbroytni og nýskapan í vinnulívinum, so hava vit brúk [...] ikki kappast sínamillum, men bara vinna í virði við at verða býttar millum so nógv fólk sum gjørligt. Hugsa t.d. um alnótina. Í hesari verðini menna vit okkum fram í móti felags framleiðslu og felags ognum [...] hvussu nýggir felagsskapir stinga seg upp í hesum heimi, sum byggja á áhugafelagsskapir ella aðrar sínámillum skyldskapir. Menniskju savnast í hesi tíðini í nýggjum ættarbólkum, ber til at siga. Trot
bestu samfeløg. Við hesum máli í huga, setti ABC landstýrið í 2005 eina ørgrynnu av strategibólkum at greina og orða stóru visjónina. Og í henni var ein av høvuðsvisjónunum: ”Í 2015 sleppur íverksetarin at [...] Møguleikarnir standa opnir Rani Nolsøe, leiðari í Íverksetarahúsinum í Klaksvík, er optimistiskur. Hann vísir í samrøðu á, at fleiri møguleikar standa opnir í Føroyum. Tað ræður bert um, at kunna um mø [...] Kári Petersen í samrøðu við Sosialin, at fleiri pengar vóru fingnir til vega til framtaksvirksemið. Hetta kundi síðani skapt fleiri arbeiðspláss til væl útbúnar útisetar, sum í dag ikki koma aftur
á rað, at Óli Petersen hevur tekning á baksíðuni í Sosialinum. Í hesum sambandi fer Sosialurin at skipa fyri ?Óla P degi? í blaðhúsinum á Argjum fyrst í desember mánað. Har verða tiltøk av ymsum slag, eitt [...] Mánakvøldið skipaði Landsbókasavnið fyri eini tiltaki í samband við, at henda vikan er norðurlendsk bókasavnsvika undir heitinum ?Skemt í Norðurlondum?. Í hesum sambandi hevur Martin Næs, landsbókavørur valt [...] harmiliga tilburð. Skemt er løtuverk! Eg meini, tað er í løtuni, at skemtið liggur. Vanligir, ella í hvussu so er, ikki tilætlað skemtiligir tilburðir kunna í tí røttu - ella skula vit siga hepnu - løtuni vendast