Oddagrein· Eitt samhuga- og persónsval

Tað var eingin slingur í valsinum, tá valúrslitini streymaðu inn í allar føroyskar stovur í týskvøldið. Tendensurin var púra greiður frá byrjan. Tjóðveldið fór at varðveita sítt fólkatingsumboð, og Fólkaflokkurin fór at vinna hitt umboðið frá Sambandsflokkinum. Javnaðarflokkurin fór at detta niðurímillum. Veljarin hevur talað og givið teimum báðum flokshøvdingunum, Høgna Hoydal og Anfinni Kallsberg sína ósvikaligu undirtøku. Tillukku báðir tveir.

Aftaná kann ein so spyrja, hví tað gekst so, og hví flokkurin, sum í veljarakanningini varð tippaður til at gerast fremstur og í hvussu er at fáa annað umboðið, dróg tað stytra stráðið. Hví floksformaðurin og løgmaður, sum flest øll mettu kláraði seg væl í valstríðnum, tapti valið!

Eftir okkara tykki var fólkatingsvalið í stóran mun eitt samhuga- og eitt persónsval. Sjálvandi er einki svart ella hvítt her heldur, og sjálvandi hava kjarnuveljararnir víst sínum flokkum álit. Men kortini ber til at siga, at bæði í Fólkaflokkinum og í Tjóðveldisflokkinum hava verið serstøk persónlig viðurskifti, sum hava gjørt, at veljararnir hava valt ikki at sita heima. Allir eru farnir við sjógv á baki á val at stuðla ávikavist Anfinni og Høgna.

Lat okkum fyrst taka Fólkaflokkin og Anfinn. Hóast eitt ár er farið síðani løgtingsvalið, so munnu hendingarnar kring Anfinn Kallsberg og gamla bókhaldsmál hansara hava staðið púra krystallkárar í hugaheiminum hjá øllum fólkafloksveljarum og teimum mongu í øðrum flokkum eisini, sum hava hildið og framvegis halda, at viðferðin, sum hann fekk í sambandi við hetta málið, var ómenniskjanslig og skeiv. Anfinn Kallsberg, sum mátti fara frá sum løgmaður og skriva út val, gjørdist persónligi taparin í tí stríðnum, hóast hann gjørdi eitt gott val og eftir valið gjørdist partur av nýggjari samgongu og fekk tann týðandi fíggjarnevndarformansessin. Øll við áhuga fyri og innliti í politikki hava vitað, at seinasta orðið varð ikki sagt í tí málinum. Anfinn Kallsberg fór at gera eitt "come back" fyrr ella seinni. Soleiðis hevur man kunnað avlisið fólka(floks)viljan ? uttan mun til bókhaldsmálið. At Anfinn fór at fáa uppreisn við rætta høvið. Og tað skuldi so blíva fyrr, nú fólkatingsvalið varð útskrivað í ótíð.

Tá hetta er sagt, so skal eisini sigast, at fyrrverandi løgmaður stóð seg sera væl í valstríðnum. Siðiliga medferðin og greiða útspæl hansara vóru sjálvandi við til at geva honum eitt so knúsandi gott val. Fyri arbeiðið hjá samgonguni má eisini sigast, at hetta er eitt gott val, tí nú kann tann royndi og semjusøkjandi politikarin Kallberg vera við til at byggja brýr millum Tinganes og Christiansborg. Vit ivast ikki í, at vit við løgmanni í Tinganesi og Kallsberg á Christiansborg hava fingið ein sterkan og virðiligan samráðingarpart mótvegis donskum myndugleikum.

Síðani er tað Tjóðveldisflokkurin og Høgni. Tað er nú eitt ár síðani, at Tjóðveldisflokkurin "sprongdi" táverandi samgonguna við vilja ella av ósketni. Tað skapti eitt stórt tómrúm hjá flokkinum, sum eitt skifti hevði ikki færri enn fýra fólk í landsstýrinum. At missa tað valdið og teir møguleikar hetta gav varð sjálvsagt ein dyggur smeitur fyri flokkin og ikki minst fyri floksformannin. Aftrat hesum kom so innanhýsis ósemjan ella stríðið millum Høgna og Tobba. Eingin ivi er um, at Høgni hevur fingið samhuga frá stórum parti av tjóðveldisfólki, sum av m.a. hesi orsøk hava valt at fara á val og avgjørt ikki sita heima. Hinvegin hevur henda nær sagt polarisering innanfloks skapt eina kapping, og tað er góða úrslitið hjá Tórbjørn Jacobsen eitt dømi um. So "stríðið" millum teir hevur verið medvirkandi til góða úrslitið - tilætlað ella ikki. Ikki skerst tó burt, at valið er eisini ein dygg álitisváttan til formannin.

Fyri Javnaðarflokkin og floksformannin/løgmann gjørdist valið ein ósigur. Hóast Jóannes Eidesgaard stóð seg val í valsendingum og her ikki minst á valfundinum í Norðurlandahúsinum, og hóast hann av mongum verður mettur at hava havt eina sera hepna hond í starvinum sum løgmaður, so høvdu hann og flokkur hansara eitt vánaligt val. Ein orsøk til hetta kann vera, at veljararnir ikki longur vilja velja fólk til fólkatingsval, sum frammanundan hava gjørt av ikki at taka við sessinum, verða tey vald. At veljararnir heldur vilja hava løgmann heilan her heima. Ein kann eisini undra seg yvir úrslitið, tí flokkurin hevur ein sterkan kvinnu- og ungdómsprofil og ein sterkan leiðaraprofil. Eisini hevur hann víst á fyri mong einastu gongdu leiðina, miðleiðina, (breiðu semjuna) sum stórur meiriluti av veljarunum tekur undir við. Spurningurin er so, hvussu Javnaðarflokkurin skal tacla hesa støðu og kunna brúka hana til sjálvrannsakan. M.a. kann vánaliga úrslitið í Suðuroynni kann tulkast sum ein ávaring. Hóast tað ikki er nøkur einføld uppgáva at steðga afturgongdini í oynni er tað ein sannroynd, at júst Javnaðarflokkurin eigur flestu av tingumboðunum har og her eisini sjálvan løgmann. Tað forpliktar. Spurningurin um suðringar við hesum í huga hava víst sína ónøgd við Javnaðarflokkin til valið er tí relevantur at seta. Kann eitt svarið vera, at umboðini fyri flokkin og landsstýrið ikki hava megnað at liva upp til vónirnar hjá suðringum? At Suðuroyarætlanin er komin ov seint, at hon er ov illa marknaðarførd ella ikki er nóg góð! Vánaliga úrslitið hjá Javnaðarflokkinum í Norðoyggjum er eisini eitt ávaringartekin, sum flokkurin má taka í álvara. Tað vildi verið ein vanlukka, um flokkurin skuldi mist mannin til eitt komandi løgtingsval. Hinvegin kann ein orsøk til valúrslitið eisini vera tann sannroynd, at flokkurin hevði ikki eina brennandi "sak" til valið. Tað høvdu Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin. Og teirra sak var ikki júst politikkur ? sakin var uppreisn til persónarnar Kallsberg og Hoydal.

Sambandsflokkurin var tann stóri taparin. Og kunnu fleiri orsøkir vera til tað. Mongu formansskiftini og nýggi formaðurin, tað at atkvøðuslúkúrin frá seinasta vali, Lisbeth Petersen ikki stillaði uppaftur, at so fáar kvinnu eru, at hann umsitur tvey torfør øki í Tinganesi og so alt býráðsrokið í Havn - eru m.a. atvoldin til, at flokkurin endaði á 4. plássinum. Nú sleppur nýggi formaðurin so at vísa, um hann megnar at venda afturgongdini til eitt komandi val. Ger hann ikki tað, so er greitt, at boð verða eftir øðrum formanni. Og her vil fíggjarmálaráðharrin vera eitt boð. Tað vil tíðin so vísa.

Í hvønn mun hetta fólkatingsvalið kann brúkast sum eitt løgtingsvalbarometur skulu vit ikki gera nakra niðurstøðu um. Men tað er spell, um so er, at úrslitið kann tulkast sum ein afturvendan til polariseringina, til eina antin ella støðu, svart hvíta støðu, har tað aftur eru tey stóru slagorðini, sum telja heldur enn breiðu og semjusøkjandi loysnirnar. Valið av Hoydal togar tann eina vegin, meðan valið av Kallsberg togar hinvegin.

Vit eru annars ósamd við Høgna Hoydal og Jenis á Rana, tá hesir siga, at valið var ein sigur fyri fullveldisflokkarnar. Hetta er ynskitonking. Tí ta samgonguna og tann møguleikan sprongdi Tjóðveldisflokkurin sjálvur í luftina. Tað er farin tíð. Tann uppreisn Anfinn Kallsberg hevur fingið er beint tvørturímóti ein dyggur frammaná til nettupp samgonguna millum A og E. Ein kann so illgita Hoydal fyri at vilja seta kílar í millum Kallsberg øðrumegin og Eidesgaard og Johannesen hinumegin. Tað fer neyvan at eydnast honum í bræði. Men kann úrslitið av valinum kortini tulkast sum, at ein lítil spíri er lagdur til eina slíka gongd? Kanska átti Hoydal heldur at lært av søguni og tikið undir við innbjóðingini frá Kallsberg um at fáa breiða semju og at arbeiða sum ein maður, tá landsstýrið roynir at fáa eina fræga avtalu við donsku stjórnina. Tíðin er komin til, at formenninir fyri allar teir stóru flokkarnar her á landi taka lógvatak saman, nú stórar altjóða avbjóðingar standa fyri framman. Tað ræður um at samla heldur enn um at spjaða kreftirnar segði Kallsberg eftir valsigurin. Vit kunnu bert vera samd við honum í tí. Men tað er partur av demokratiinum og parlamentarismuni, at tað fyrst og fremst er landsins stjórn og leiðsla, sum setir út í kortið og hevur ábyrgdina av framtíðar úrslitum. Tí er at vóna, at valúrslitið verður medvirkandi hertil.

Sosialurin