Kenn teg sjálvan

-Gamli Sokrates skal hava sagt, at tann sum í síni framferð gloymir innskriftina í Delfi ?Kenn teg sjálvan!? og kanska hevur hug at yvirmeta sítt egna virði, hann elvir skemt at sær. Mær tykir, at hesa síðuna við lívinum, er tað at Óli Petersen dugir at taka fram í sínum skemti. Hetta at snara verdigheitini á eitt sindur hjá einum og øðrum, ið kann hava gloymt innskriftina í Delfi, politikara, ella presti ella vinnulívsmanni ella agitatori av hesum og hasum slag. Tá er Óli góður segði Eyðun Andreassen, fólkaminnisfrøðingur m.a. á Landsbókasavninum í vikuni.

Mánakvøldið skipaði Landsbókasavnið fyri eini tiltaki í samband við, at henda vikan er norðurlendsk bókasavnsvika undir heitinum ?Skemt í Norðurlondum?. Í hesum sambandi hevur Martin Næs, landsbókavørur valt út einar 70 av teimum bestu tekningunum hjá Óla Petersen. Hesar hava staðið í Sosialinum. Framsýningin við skemtitekningunum er opin alla vikuna. Á tí serstøku kvøldsetuni mánakvøldið hugleiddi fólkaminnisfrøðingurin Eyðun Andreassen yvir evnið skemt, og Jógvan E. Ósá las 9. kapittul úr ?Or mi Reyða?, um hvussu jól vórðu drukkin hjá Haraldi kongi Blátonn. Hetta kapittulið ber orð fyri at vera serstaka skemtiligt og varð upplestur úr tí á umleið 800 bókasøvnum í Norðurlondum samtíðis.

Vit fara her at prenta tað, sum Eyðun Andreassen hevði at siga um evnið skemt. Hann segði:


Eyðun um Skemt

?Onki er so lítið skemtiligt, sum at skula greiða frá, hví skemt er skemt. Hví skemt er skemtiligt. Eg havi átikið mær at siga okkurt um skemt her, men av tí, at eg ikki haldi meg vera skemtara, havi eg ongar ætlanir um, at hetta verður skemtiligt. Tíbetur hevur Martin bara biðið um fimm og ein hálvan minutt, so verið ikki bangin, hetta varir ikki leingi.

Tað ringasta við at lýsa skemt er, at ongin tykist á einum máli um, hvat er skemtiligt. Summi halda hetta, onnur hatta. Tó eru vit øll á einum máli um,* at skemt er okkurt at læa at, og vit eru eisini samd um, hvat tað er at læa. Tað er tá vit spenna andlitsvøddarnar soleiðis, at vit draga munnklovarnar til viks, og at varrarnar strammast. Hetta kann gerast í størra ella minni mun. Spenna vit bara eitt sindur, fæst eitt smíl burturúr, men spenna vit meira, skiljast varrarnar, so tenninar síggjast, og tá hoyrast óskillig og sera undarlig grælandi hálsjóð. Tey eru látur.

Summi flenna í kýki at onkrum, ið onnur kunna halda vera grátiligt. Sjálvur havi eg ongantíð hildið nógv um skemtið, sum Nólsoyar Páll hevur við Jákupi á Møn. Mær tykir synd í hesum ólukkudýrinum, ið kemur so illa fyri í sínum heilt natúrliga ørindi at biðja sær konu. Og enn minni skemtiligt verður hetta, um nakað veruliga er um tað, at hetta er sambiðil sín, skaldið heldur fyri gjøldur.

Um so øll eru samd, so er ofta ein, ið ikki er samdur um skemtið: tað er hann ella hon, ið skemtað verður um. Jákup á Møn fekk krakk, stakkalin, og tað er ikki skemtiligt! Og so fáa tátt afturat! Hann kann ikki hava hildið hetta verið ser-liga skemtiligt. Hann kundi heldur ikki gera við, at hann hevði nakað fjákut foreldur.

Men flestu føroyingar halda so henda tátt vera skemtiligan heili tvey hundrað ár eftir, at hann er yrktur, ella eftir tann harmiliga tilburð.

Skemt er løtuverk! Eg meini, tað er í løtuni, at skemtið liggur. Vanligir, ella í hvussu so er, ikki tilætlað skemtiligir tilburðir kunna í tí røttu - ella skula vit siga hepnu - løtuni vendast, so at alt knappliga gerst so skemtiligt. Ein danskur vinmaður mín og lærari fortaldi einaferð fyri nøkrum av mínum starvsfeløgum (eg var tíverri ikki til steðar), at hann ein dagin kom á súkklu í Kjøpinhavn og hevði m.a. eina fløsku av konjakk á bagasjuberaranum. Hetta var á vetri, og hann var so óheppin at glíða í kavanum, so hann datt á súkkluni og fløskan brotnaði. Sjálvur skurðslaði hann seg bara. Hann var ein sannur meistari at siga søgur, og hesaferð fortaldi hann so sermekrt um hendingina, at áhoyrararnir sótu í skellilátri. Tá skuldi hann siga: ?Kunna tit fáa tykkum at flenna eftir einum gomlum mann, ið dettur á súkkluni og missir konjakkið hjá sær??

Her var tað løtan, ið var skemtilig. Ikki tilburðurin.

Hetta er eisini tað, skemtarin Chaplin ger. Tað kann ikki hava verið nøkur skemtilig støða hjá tí gorhungraða landastrokinum, ið skelvandi av kulda, innikavaður í eini lítlari smáttu, sum riðar ytst á eggini, hvørki veit sær ráð til mat ella fløva og hartil hevur óvínir eftir sær. Men hin geniali leikstjórin fær okkum at flenna við tárum, tá ólukkudýrið kókar skógvin, setir seg at eta, og sanniliga sýgur burtur úr hvørjum nagla. Man Chaplin hava sæð føroyingar eta grunningshøvd?

Segði eg, at tað var keðiligt at siga, hví skemt var skemt? At onki var so keðiligt? Tað er tí, at onki er so álvarsligt sum skemt kann vera.

Nógvir rithøvundar hava roynt at skriva um skemt og, hvat tað er. Tá vit nú hava skemtið hjá Óla Petersen hjá okkum, og tað snýr seg um hansara teknilist, og hansara álvarsskemt, so er hóskandi at taka til gamla Sokrates. Hann skal hava sagt, at tann sum í síni framferð gloymir innskriftina í Delfi ?Kenn teg sjálvan!? og kanska hevur hug at yvirmeta sítt egna virði, hann elvir skemt at sær.

Mær tykir, at hesa síðuna við lívinum, er tað at Óli Petersen dugir at taka fram í sínum skemti. Hetta at snara verdigheitini á eitt sindur hjá einum og øðrum, ið kann hava gloymt innskriftina í Delfi. Politikara, ella presti ella vinnulívsmanni ella agitatori av hesum og hasum slag. Tá er Óli góður. Ja, enntá fáa okkurt skemt burtur úr nøkrum so keðiligumÅ sum granskarum, tað er gott gjørt!

Men lat meg venda aftur til Jákup á Møn. Kann tað vera so, at Jákup ikki er nakar sambiðil hjá yrkjaranum, men hansara keipumynd af føroyinginum, ið vil koma sær fram, men við so lítlum hepni. Tá kann eg síggja skemtið í táttinum, tí mær dámar væl skemt um okkum føroyingar sjálvar. Eitt sindur av speispemi um ein sjálvan er gott. Eisini í fullveldistíðum. Tí skal eg siga hesa søguna, ið er vælkend summastaðni úti í heimi, og sum onkur fullveldisíspegil hevur skoytt ein enda uppí um okkum føroyingar. Søgan var nógv fortald tíðliga í hesi øldini, og sigist soleiðis:

Einaferð varð útskrivað ein altjóða kapping millum lond at skriva eina ritgerð um elefantar. Fleiri lond sendu inn, eisini úr Føroyum kom nakað. Um elefantar skal eg onki siga, men heitini á ritgerðunum eru so sermerktar fyri londini, tær komu úr. Franska ritgerðin kallaðist De lámour d?´lélefant (um kærleikslív fílanna). Úr Onglandi kom rit, ið stutt og greitt nevndist Elephants I have shot, og úr Amerika eitt verk við heitinum How to make bigger and better elepfants. Týska ritgerðin var stór, í 18 bindum, og hevði heitið Eine kurze Einführung in das Lebes des Elefantes. Sviar, ið eru kendir sum høvisk fók, sendu sítt rit inn við heitinum Hur man titulerar elefanter. Um hetta mundið var Finland um at gerast sjálvstøðug tjóð og gjørdu nógv fyri at festa sína óheftu støðu á altjóða leikpallinum. Finska ritgerðin kallaðist How to arrange international kongresses in Helsinki. Eisini Danmark var við og sendi inn eina kókibók um evnið: Elefant på hundrede måder. So var freistin úti, men tveir mánaðir seinni kom ein ritgerð úr Føroyum. Hon kundi ikki heilt teljast við, tí hon kom ov seint, men tá dómsnevndin fór at lesa, skiltist væl, hví hon kom so seint: Hetta var ein týðing av tí donsku ritgerðini!

Og nú man fimm og ein hálvur minuttur vera farin?


Óli P dagur á Argjum

Hetta er annars 10. árið á rað, at Óli Petersen hevur tekning á baksíðuni í Sosialinum.

Í hesum sambandi fer Sosialurin at skipa fyri ?Óla P degi? í blaðhúsinum á Argjum fyrst í desember mánað. Har verða tiltøk av ymsum slag, eitt nú verður alt húsið ein gjøgnumgangandi framsýning við tekningunum hjá Óla hesi ?fyrstu? 10 árini.

Tá kemur so eisini tann 10. bókini í røðini ?Skemt? út..

Síðani Óli byrjaði við sínum blaðtekningum er rúgvan bara vaksin og vaksin. Ikki kann sigast annað enn, at maðurin hevur verið virkin. Samlaða talið á tekningum hesi 10 árini er umleið 1700. Og allar hesar tekningar ber til at ogna sær við at venda sær til Sosialin, sum hevur allar bøkurnar til sølu.