Føroyskur tari er framtíðar olja

Heimurin hungrar eftir ethanol til bio-bensin. Hetta kann verða framleitt úr tara, aldur á opnum havi. Føroyskt felag er komið somikið áleiðis við verkætlan, at vit innan fá ár kunnu útflyta burðardygga orku í staðin fyri fisk

Um fá ár fer brúkarin, og ikki minst, náttúran, at krevja burðardyggar orkukeldur. Føroyski Gilli Trónd hevur í nógv ár gingið og spekulerað uppá, hvussu vit kunnu umskapa tara til orku. Tí eitt er givið, kann okkara risastóra havøkið nýtast sum landbúnaðarjørð, er nógv vunnið. Og tað er júst hetta, sum er ætlanin. Gilli Trónd, sum er stjóri í felagnum Ocean Rainforest, og samstarvsfelagar hansara eru nú komin somikið áleiðis við einari verkætlan, at til ber at siga, at framtíðar orkukelda millum annað verður ald í føroysku vatnskorpuni. Ætlanin er nevniliga at ala brúnan tara, sum kann útflytast til mongu ethanol-virkini í Europa. Ethanol, ella alkohol, sum er púra óskaðiligt, tá tað verður nýtt sum brennievni í staðin fyri bensin. Hetta er umhvørvisvinarligt evni, vunnið burturúr plantum, við einum høgum innihaldi av sukri. Prísurin á heimsmarknaðinum er longu nú sera góður, og eftirspurningurin stórur. Ein eftirspurningur sum bara veksur í takt við hvørt stig heimurin hitnar. Til dømis var eftirspurningurin eftir ethanol 30 mia. litrar í 2006.


Ikki matvøra

Longu nú koyra bilar við alternativari orku, sum ikki dálkar umhvørvið. Millum annað er vanligt at blanda ethanol uppí bensin, og skjótt fara bilar at koyra við reinum ethanol.

Ein stórur trupulleiki hevur tó verið tengdir at framleiðsluni av ethanol, tí hon krevur stórar nøgdir av landbúnaðarvørum, so sum mais og sukurplantur. Amerikanskir bøndur hava longu nú lagt stórar partar av matvøruframleiðsluni um, so maisið verður umgjørt til ethanol, við stórum vinningi sjálvandi. Hetta hevur so aftur havt við sær, at prísurin á matvørum er hækkaður nógv kring allan heim, tí matvørugoyslurnar eru um tømast.


Føroyar vælegnaðar

- Tari, sum verður aldur á opnum havi, hevur fleiri fyrimunir við sær. Hann brúkar ikki dýrabara landbúnaðarjørð, krevur onga røkt og dálkar ikki umhvørvið, sigur Gilli Trónd. Og hann greiðir frá, at tari hevur størri vøkstur enn træ og nógv sukurevni. Hann skal ikki taðast, hvørvi við natúrligum tøði ella kunsttøði, og so hava vit eitt risastórt øki at framleiða á.

Spurdur, hví teir hava valt Føroyar, sigur Gilli Trónd, at føroyska landøkið er 1400 km2 (sum Lolland) og sjóøki er 274.000 km2 (sum helvtin av Fraklandi).

- Tí kann havið gerast okkara bóndagarður, sigur hann myndaliga.

- Vit hava stórt havøki. Nakrir havstreymar, sum ger, at brúnur tari veksur væl, og so hava vit longu drúgvar royndir við at seta tól og gørn út á havið. Reiðskapurin, sum vit skulu brúka, so sum akker, línur og flot, kunnu vit fáa frá føroyskum fyritøkum, greiðir hann frá.


Fleiri vørur

Gilli Trónd vísir eisini á, at aldur reyður tari kann nýtast til útflutning av stívilsi. Til dømis E 400, E 406 og E 407, sum verða nýtt til dømis í ísi, kakao og tannkrem. Hetta verður útvunnið úr einum slagi av reyðum tara sum teir longu hava eina avtalu við ein danskan avtakara um.

- Teir vilja keypa reyðan tara fyri 10 kr. kilo – hetta er væl meiri enn nakað fiskasløg.


Ongin røkt

Men hvussu fer framleiðslan ítøkiliga fram, spyrja vit Gilla Trónd. Og hann greiðir frá, at hann verður aldur á línum, sum liggja í longum banum 10 metrar undir vatnskorpuni úti á opnum havi.

- Tarin krevur onki fóður og onga røkt. Bert at man fer út við línunum, setir tær niður og fer eftir teimum aftur nakrar mánaðir seinni, sigur Gilli Trónd. Hann vísir á, at ætlanin er at heysta tann reyða tvær ferðir á sumri, meðan tann brúni verður settur út á heysti og verður heystaður aftur í maimánað.


Fyrst til útflutning

Tey eru trý, sum takast við hetta. 30 ára gamli Gilli Trónd, stjóri og geografur, Agnes Mols Mortensen, havlívfrøðingur við sergrein í tara, og Rúni Joensen, verkfrøðingur, sum býr í Skotlandi.

- Vit ætla sjálv at standa fyri framleiðsluni. Skulu brúka nøkur skip, kanska gomul línuskip, sum ikki hava fiskiloyvi. Eisini hava vit tørv á einum turkihúsi til reyða taran, meðan tann brúni verður útfluttur til bio-ethanol virkir í Europa, sigur Gilli Trónd, sum eisini ímyndar sær, at vit einaferð í framtíðini kunnu seta virkir á stovn í Føroyum. Men hetta er sera kostnaðarmikið við einari íløgu úti við einari milliard til eina árliga framleiðslu á 200 mió. litrar av ethanoli.

- Men vit savna okkum fyrst og fremst um at fáa taran at vaksa og at fáa hann til høldar, sigur Gilli Trónd, sum leggur afturat, at tey hava brúkt nógva tíð og orku til at fáa ment eina installatión, sum eisini heldur til ógvusligu ódnirnar í norðuratlantshavi. - Hetta hava vit samstarva við Oystein Patursson, sum arbeiðir á Fiskaaling, um. Hann hevur frammanundan ment eina skipan til at ala kraklingar.


Nógvir aktørar við

Verkætlanin hjá Ocean Rainforest, sum felagið eitur, er partur av Kleking, sum er eitt alment felag, ið skal vegleiða og hjálpa íverksetarum. Soleiðis eru tey eisini komin í samband við Bitland, har tey húsast. Nógv onnur hava eisini verið við í tilgongdini, bæði sum íleggjarar, stuðlar og ráðgeving. Vinnuframgrunnurin við peningi, Kleking við hølum og líknandi, og Tilfeingismálaráðið, Jarðfeingi og Fiskirannsóknarstovan við ráðgeving.


Tíðarætlanin

Spurdur, hvussu langt tey eru komin, sigur hann, at tey nú eru liðug við allar útrokningar og forverkætlanin. Nú er eftir at gera prodotypuna og at seta hana út.

- Ætlanin er at taka reyðun tara upp í heyst og brúnan næsta summar. Og so skulu vit í holt við at gera tað í størri skala, og at fáa eina vinnu upp at standa, sigur Gilli Trónd, sum ikki dylur fyri, at her liggur eitt øgiligt framleiðsluvirði í hesum.

- Virðið í føroyska havøkinum er ovurstórt, bara við einum belegningi uppá eitt prosent. Hugsað tær gull-reint bensin fyri 2 kr. liturin, har bilurin koyrir akkurát líka væl, men brennir tað eitt sindur skjótari, sigur Gilli Trónd. Og hann leggur afturat, at sambært fíggjarheiminum verður tørvurin í 2020 øktur við 400 prosentum í mun til í dag.

- So teir 30 mia. litrarnir verða tá 120 mia. litrar árliga, sum er eitt ófatuliga stórt tal. Um vit framleiða 1 mia. litrar árliga verður her ein vøra, sum vit kunnu vinna 2 mia. krónur árliga av – væl at merkja einari nýggjari, reinari vinnu, sigur hann. Og endar við orðunum:

- Ein kundi sagt: eitt oljuævintýr fyri landið, bara ikki við undirgrundini.



--



:::

BOX

Gilli Trond hevur sett fimm punktir upp, sum greiða frá um fyrimunin við at brúka tara sum bio-brennievni:


1. Tari er ein fototropur. Tað vil siga, at hann inngongur í natúrligu ringrásina í mun til Co2 upptøku og útlát. Hetta er eisini fortreytin fyri at rópa hetta slagið av orkukeldu fyri bio-framleiðslu ella burðardygga framleiðslu.

2. Tari veksur millum fimm og tíggju ferðir skjótari enn tilsvarandi landplantur. Sostatt er talan um nógv størri framleiðslu.

3. Umleið 50 prosent av turrevninum í tara er sukurevni. Tí er tað so ómetaliga vælegnað til ethalnolframleiðslu.

4. Tari er ikki ein høvuðsføðikelda. Tí koma vit ikki í etiskar trupulleikar við at nýta matvørur til orku. Eitt sum umhvørvisfelagsskapir hava mótmælt. Í løtuni verður mais og sukurrør brúkt til ethanol.

5. Talen er um havframleiðslu, og tí eru vit ikki í kapping um jørðina, bústaðir, landbúnað og fríøki.

6. Tari fær føðsluevnini frá havstreymi, so framleiðslan hevur ikki tørv á taðing, hvørki natúliga ella kunsttøð.