Eyð Berghamar Jacobsen  Evropa bíðar

Unga songkvinnan Eyð Berghamar Jacobsen býr í løtuni í Keypmannahavn. Men her verður hon ikki búgvandi leingi afturat. Hon hevur fyri kortum undirskrivað ein sáttmála við stóra svenska felagið 2entertain, og í hesum sáttmála bindur Eyð seg til at framføra tónleik og dans í einum hotelli onkrastaðni í Evropa.

Í hesum Planet blaðnum eru greinar um tvey systkin, sum eru sjónlig og vird á føroyska tónleika pallinum. Talan er um Eyð Berghamar Jacobsen og Kára Jacobsen. Meðan Kári helst er meiri kendur fyri sítt arbeiði í upptøkuhølinum, so er Eyð sangari og dansari. Eyð Berghamar Jacobsen gjørdist heimskend í Føroyum, tá ið hon luttók í stóru Nordic Unsigned kappingini, sum MTV skipaði fyri. Her megnaði Eyð at syngja seg í finaluna við vakra lagnum hjá Kára They Did You Wrong, sum eisini varð spælt heilt nógv í Føroyum.
 
Upprunin
Kári hevur altíð spælt nógvan tónleik, og eg rokni við, at tað er haðani, mín áhugi er vaktur fyri tónleiki, sigur Eyð, tá ið vit spyrja hana, hvussu hennara áhugi fyri tónleiki byrjaði. Eyð greiðir frá, at hennara foreldur ongantíð hava fingist við tónleik, so hennara áhugi og evnir eru helst ikki beinleiðis arvað frá teimum. Hóast stóribeiggin altíð hevur verið ein stór tónlistarlig drívmegi í húsinum, so heldur Eyð, at hennara egni alskur til tónleikin er orsøkin til, at hon valdi at útbúgva seg innan tónleikin. 
 
Eyð er útbúgvin musical artist frá Ballet Akademinum í Gøteborg í Svøríki. Hon fortelur fyri Planet, at tá ið hon gekk í studentaskúlanum í Hoydølum, varð hon greið yvir, at hon skuldi hava eina útbúgving innan tónleik. Men tó hevði hon ikki ætlað, at hon samstundis skuldi útbúgva seg innan dans. Men hon fór á ein háskúla í Svøríki, har tey løgdu líka stóran dent á dans og tónleik, og síðani hevur Eyð ikki verið í iva um, at musical artist útbúgvingin var tann rætta fyri hana. Sangleikur er akkurát eg, sigur Eyð.
 
Auditions
Tá ið tú skalt spæla við í einum stórum sangleiki, er tað ikki so, at fyriskipararnir ringja til tín og bjóða tær leiklutin. Nei, tú mást luttaka á auditions. Og hvat er ein audition fyri nakað?
Ein audition er ein roynd, har tú og onnur kappast um nøkur fá pláss í einum leiki. Tú vísir tíni evni fyri eini dómsnevnd, sum síðan velur ella vrakar teg, sigur Eyð. Áðrenn sjálva auditionina mást tú senda CV inn til felagið, sum leitar eftir sangarum og dansarum. Í hesum CV´num skalt tú leggja myndir av tær sjálvari, upplýsingar um hvørja útbúgving tú hevur, og helst eisini vísa á hvørjar viðkomandi royndir tú hevur, fortelur Eyð. Um felagið metur teg vera spennandi, so verður tú innkallað til audition. 
 
90% av øllum auditions byrja við eini dansiroynd. Tú og nøkur onnur læra eina lítla dansi kombinatión uppá heilt stutta tíð, og so skulu tit framføra hetta fyri dómsnevndini. Longu her verða nógvir umsøkjarar soldaðir frá. Tað kann tykjast órættvíst, tí summi eru betur fyri í sangi enn í dansi, men hesi verða ofta vigað ov løtt, longu til dansiroyndina, sigur Eyð.
 
Men um tú ert so heppin at koma væl frá hesi royndini, so sleppur tú víðari til sangroyndina. Her ræður um at hava tínar nótar klárar, tí tú hevur ikki ráð til at gera nakran feil. Ofta er tað soleiðis, at fyriskipararnir frammanundan hava avgjørt, hvønn sang tú skalt syngja, so tá mást tú bara vera so mikið væl fyrireikað, at tú klárar at framføra hann púra feilfrítt.
 
Kappingin er hørð:
Sostatt er kapping ein gerandiskostur hjá Eyð. Men er hetta ikki eitt øðiliga hart lív? Jú, sigur Eyð. Men tú mást bara vera ísakøld og ikki lata teg sláa út, um tú fært eitt avslag ella tvey. Hetta er ein hørð vinna, men tað visti eg eisini frammanundan, sigur Eyð.
Hon fortelur eisini, at tað er so ótrúliga týdningarmikið at hava tey røttu sambondini, tá ið tú skalt finna tær leiklutir. Tá ið tú hevur arbeitt við onkrum góðum leikum, hevur tú skapt tær eitt navn. Og hetta navn kenna fólkini aftur, tá ið tey vilja hava fólk til ein annan leik. So einfalt er tað. Tú mást royna at fáa fótin innum, og eftir tað er alt nógv lættari, fortelur Eyð.
 
Sáttmáli:
Og júst nú tykist tað, sum um Eyð hevur fingið fótin innum. Fyri kortum var Eyð til eina audition, og har gekk so mikið væl, at hon fekk eitt starv. Starvið inniber at hon og trý onnur skulu framføra eitt show í onkrum evropeiskum hotelli í eitt hálvt ár.
 
Eitt stórt svenskt felag, sum eitur 2entertain ger nøkur show, sum verða seld og framførd úti í Evropa. Eg skal so luttaka í tí eina shownum. Vit fýra, sum skulu hava showið, skulu upptraðkað hvørt kvøld frá 01.04.2006 til 01.10.2006, so hetta verður sera strævið, men samstundis sera spennandi, sigur Eyð. Talan er um eitt show, sum verður uppstillað á onkrum hotelli, og tað er fyrst og fremst ætlað ferðafólki. Sostatt sleppur unga songkvinnan veruliga at royna seg í vinnuni.
Enn veit eg ikki so nógv um showið, greiðir Eyð frá. Eg veit ikki akkurát hvar tað verður, og eg veit ikki hvørjum eg skal framføra saman við.
 
Til Turkalands á venjingarlegu:
Í næstum fara tey, sum skulu framføra tey ymisku showini á eina venjingarlegu í Turkalandi. Her skulu tey øll læra hvønn annan at kenna, so hetta verður helst stuttligt, heldur Eyð. Eg gleði meg so ótrúliga nógv til at koma út í heimin. Har sleppi eg at læra nýggj fólk at kenna, men eg má eisini viðganga, at eg eri eitt sindur stúrin fyri hesum. Tað er eitt sindur ræðandi at hugsa um, at eg skal framføra tónleik og dans í eitt hálvt ár, og eg kenni slett ikki tey trý, sum eg skal framføra saman við. Men hetta er tann vinnan, sum eg havi valt mær, so tað skal nokk fara at laga seg, sigur Eyð.
 
Lættari at fáa starv
Eitt er so vist. Eftir hetta, verður tað so heilt vist lættari at fáa arbeiði. Tá ið tú kanst vísa á, at tú hevur framført í eitt hálvt ár, so vita tey sum skipa fyri, at tú megnar at taka stórar uppgávur á tínar herðar. Sostatt er hetta veruliga ein góður møguleiki hjá mær, og eg vænti, at eg kann brúka hesar royndir sum eina lopfjøl víðari inn í mína víðari karrieru, greiðir Eyð frá.
Hetta er akkurát tað, sum eg havi brúk fyri beint nú. Eg vil menna meg í tí veruliga lívinum. Eg vil fegin upptraðkað saman við einum lítlum bólki, soleiðis at eg verið noydd at taka stórar leiklutir í showinum. Sostatt er hetta frægari enn til dømis at hava ein evarska lítlan leiklut í einum sangleiki, har ongin sær meg, fortelur Eyð.
 
Eyð og Kári:   
Aftur til Nordic Unsigned. Lagið They Did You Wrong var úrslitið av einum samstarvið millum Jacobsen systkini. Vit spurdu Eyð, um hetta var eitt samstarv, sum vit koma at hoyra meiri til í framtíðini.
Ja, tað rokni eg við. Eg og Kári skilja hvønn annan rættiliga væl, og tí gongur tað ofta øðiliga skjótt í upptøkuhølinum. Og so er tað eisini so super deiligt at arbeiða saman við sínum stórabeiggja, sigur Eyð Berghamar Jacobsen at enda. 
 
 
Um Eyð:
Navn: Eyð Berghamar Jacobsen
Aldur: 24 ár
Føðistaður: Tórshavn
Bústaður: á Nørrebro, Keypmannahavn
Yrki: Musical artistur
Frítíðar ítriv: yrkið er mítt ítriv
Ljóðføri: einki