kranin er sum hann skal. - Um eg ikki hevði gjørt tað, so hevði eg heldur ikki kunnað farið upp. Sjálvandi koma onkrir tankar á meg viðhvørt, um kranin heldur, ella hvat nú um onkur vanlukka hendir, men [...] Sum kranaførari situr tú við nógvari ábyrgd. Tú kanst koma til at svinga í okkurt, kroysta ein mann ella kanska skumpa onkran útav. Men tað týdningarmesta, sigur Andreast, er, at tú stólar uppá fólkini sum [...] og tað stundar móti ljósari tíðum, so sært tú hvussu sólin kemur upp aftanfyri Nólsoynna, og hvussu hon spakuliga flytir seg eystureftir. Um tað regnar ella um tað er vindur, so er tað verri at arbeiða
- Tú, hon sjálv!! - Tú, hon við glaseyganum!! Hetta ljóðar kanska eitt sindur løgið, men soleiðis hevur eitt fólk veruliga rópt á Bergljót, meðan hon gekk úti á gøtuni. - Hatta er tað grovasta dømið um [...] eru spurningarnir so speiskir, sigur Bergljót. - Tað ringasta eg veit er, tá ið vit eru onkunstaðni og eitt barn kemur til mín at spyrja um eygað, at so ein vaksin tekur yvir og svarar fyri meg. Tá blívi [...] heilt øðrvísi. Tað liggur nakað ósekt aftanfyri. Tey halda eisini ofta, at eg eri sjúk í eyganum, men tað eri eg ikki, slær Bergljót fast. - Fólk eru so óumhugsin, tey hugsa ikki um, hvat tey siga fyrr enn
vónaði, at tað gekk. Men tú uppdagaði tað, og eg fekk ein ordans uppsang. Hetta var uppá sítt pláss og sigur nakað um, at tú gjørdi títt arbeiði væl. Tá eg onkuntíð lá sjúk, komst tú niðan í døgurðatímanum [...] fortaldi tú mær fyri 147. ferð um tá ein gás kom eftir tær. Ella onkra aðra grípandi søgu frá tínum barndómi, ið ikki var nakar dansur á rósum. Ikki fekst tú ta skúlagongd ella útbúgving, tú ynskti tær [...] eri so góð við teg og veit, at tú ert so góð við meg. Tøkkir og rósandi orð skulu hoyrast, meðan man enn er á lívi, um til ber. Tí vil eg vísa tær tann heiður at takka tær fyri alt, tú hevur verið fyri meg
sjálvandi eitt sindur løgið. Bjørtfríð sigur, at sjálvt um ófriðarligt er, so hevur hon ongar ætlanir um at leita heimaftur á klettarnar. ? Um nakað skuldi hent, so kann eg altíð senda dóttrina heim til [...] Ísrael ikki so stórt, so hon sigur seg ikki vera nakað serliga bangna. Tað tekur ikki meira enn hálvan triðja tíma at sigla runt sjóøkið hjá Ísrael. ? Tú hoyrir um bumbur og skjóting hvønn dag, og eg havi jú [...] og eina gentu. Í Ísrael hevur hon búleikast seinastu 10 árini, og sjálvt um ófriðurin er nógvur, so hevur hon ongar ætlanir um at flyta heimaftur. ? Eg hoyri og síggi ikki beinleiðis so nógv til kríggið
Mi_flokkinum er, at allir teir stóru flokkarnir tosa eisini um hjartamálini hjá Mi_flokkinum, og tí vinna tey ikki fram um spurningin um samband ella loysing. - Men eg vóni fyri teirra skuld, at flokkurin fær umbo_ [...] seinni, í eina ella a_ra stø_u har tú ert so pressa_ur, at tú noy_ist at lúgva teg burtur úr henni. - Ta_ er ein stø_a, sum tú, sum prestur ikki mást koma í, sigur Hans Eiler. Eldra politikkur má standa [...] sigur, at vali_ má snúgva seg um anna_ enn loysing og samband. Hann vísir á, at eitt nú eldra politikkurin má ra_festast høgt. - Til hvørt val ver_ur lova_ í eyst og vest um eldrarøkt, og alt ljó_ar so gott
hondina í. ?Ja, hann er heldur ikki úti í dag. Man tað feila nakað hjá honum? Nei, tað veit eingin reiðiliga at siga, og harvið verður tað. Um tað er tí, at teir eru so gamlir, at teir ikki orka at ganga [...] á Sandi. ?Nei, góðin. Eiðasørt. Sandingar eru rættiliga seinir soleiðis, heldur ein. Sæ' tú. Vit hava hoyrt um veljarakanningina, og vit trúgva upp á hana. Folkafloksmaðurin fellur, og borgmeistarin í [...] úti í dag? vilja teir vita. Hann hevur gjørt onkran góðan dag, vita teir, og eru spentir at frætta, um hann heldur fram við tí. ?Nei, tað er so vist, at hann er av oynni. Tað frætti eg úr Skopun í morgun
virka í Føroyum. Sæð í søguligum hekkuljósi, so er tað við marruskelki, tú hugsar um, hvussu statt hevði verið á Føroya landi, um sambandið og sambandslyndið høvdu verið einastu politisku kostir føroyinga [...] verður til. Sagt verður í sjálvari greinini, at komandi løgtingsval verður eitt lagnuval um samband ella loysing. Helst er hetta so, og er tí best ikki at tiga. Føroyar hava í øldir livað undir donskum [...] størri ófrættakenslu enn tað sama. Her verður ikki greinað, hvat ella hvør lívsformur verður hugsað um, men vit mugu ganga út frá, sæð í tí høpi, tað verður sagt, at tað eru livikorini á Føroya landi, sipað
sigur Sofus. Fiskivinnan og serliga føroysk fiskifør eru eisini nakað, ið hava stóran áhuga hjá Sofusi. Hann veit um óteljandi søgur um fiskiskip. Serliga sluppurnar hava ein pláss í hjartanum á Sofusi [...] eru stórir og bláir veggir. Tú kennir eina tílíka kalda kenslu renna tær niður eftir rygginum, meðan tú ferðast framvið hesum bláu veggum. Stuttan túr í trappunum, og tú ert á rætta stað. Sofur Poulsen [...] Tað er eisini tað frysta, tú leggur til merkis við Sofusi ? hann dugir og tímir væl at tosa. Hann er óførur at greiða frá, og tað skortar ikki við vitan á nógvum. Eingin ivi er um, at tað er fiskiskapurin
hava eina aðra meining enn Restorffs um grindadráp. Eg veit ikki hvønn eg skal halda lýsingin er mest fanansaktig við. Týskarar, sum ikki eiga at siga sína hugsan um nakað, tí Auschwitz eina ferð var til - [...] átti eg at umsett hana til týskt og sent nøkrum týskarum í ES-parlamentinum hana. Bara fyri at vita, um teir halda hana vera stuttliga. Eg havi eitt uppskot til eina uppfylgjandi lýsing. Í staðin fyri at [...] okkum á, hvussu tingini hanga saman. Men kanska langar Jóhan Mortensen nevan í nevndarborðið áðrenn. Um ikki annað so fyri at steðga afturgongdini í søluni hjá Restorffs.
alment, er vandi fyri, at tú verður ópopuler. Úttalar tú teg fyri javnstøðu, ert tú reyðsokkur, tosar tú hinvegin ímóti javnstøðu, ert tú gamaldags. Men nógv tey flestu sum úttala seg soleiðis, hava misskilt [...] familjuna, um tað er rætt at taka arbeiðið fram um familjuna. Um kvinnan velur at lata vera við at raðfesta arbeiðið, tí hon noyðist, veit eg ikki, men eg eri sannførd um, at vit fyri ein stóran part eru bangnar [...] Spurningurin er so, um tað er ein forðing fyri størri javnstøðu, at tær ikki tilvitað gera vart við ójavnar í samfelagnum. - Nógvar kenslur eru knýttar at kjakinum um javnstøðu. Sigur tú tína meining alment