Við tí sjálvsagda fyrivarni, at Lisbeth kann vera skeivt endurgivin, má eg tó siga, at sjálvdan hevur ein forsíðuyvirskrift givið størri ófrættakenslu enn tað sama. Her verður ikki greinað, hvat ella hvør lívsformur verður hugsað um, men vit mugu ganga út frá, sæð í tí høpi, tað verður sagt, at tað eru livikorini á Føroya landi, sipað verður til. Sagt verður í sjálvari greinini, at komandi løgtingsval verður eitt lagnuval um samband ella loysing. Helst er hetta so, og er tí best ikki at tiga.
Føroyar hava í øldir livað undir donskum harraveldi, og hava livikorini á klettunum verið júst í øvutum lutfalli til sambandið við Danmark. Jú tættari knýttar oyggjarnar hava verið at Danmørkini, tess verri hava livikorini verið, og tess meiri loyst vit hava verið, so mikið betri hevur verið at liva og virka í Føroyum. Sæð í søguligum hekkuljósi, so er tað við marruskelki, tú hugsar um, hvussu statt hevði verið á Føroya landi, um sambandið og sambandslyndið høvdu verið einastu politisku kostir føroyinga seinastu hálvtannaðhundrað árini. Hugsa tær eitt samfelag, har føroyska málið helst ikki var til, ella tað var so vongskert, at tað bert var til láturs hjá donskum embætisfólki. Har fría vinnulívið ikki var til. Har fólkatalið í Føroym bert var ein triðjingur av tí, tað er í dag, og har bert helvtin av tí triðjingi vóru føroyingar. Tíbetur er hetta bert hypotesa í dag, men tað er á ongan hátt sambandinum fyri at takka.
Tað samfelag, vit kenna í dag, byggir fyrst og fremst á tríggjar høvuðsfyritreytir. Í 1856 var kongaligi einahandilin avtikin, og føroyska handils- og vinnulívið mentist. Nakað seinni tekur tjóðskaparrøslan dik á seg, sum ber við sær politiska og málsliga tilvitan. Hesar báðar fyritreytirnar høvdu pr. defenitión mótstøðu frá sambandslyntum føroyingum.
Triðja fyritreytin fyri okkara nútíðarsamfelag er vekingarrørslurnar, sum eisini tóku seg upp í seinna helmingi av 19. øld. Hendan fyritreytin er fyri mær, uttan iva, tann týdningarmesta. Hon hevur eisni í ógvuliga stóran mun ávirkað hinar báðar fyritreytirnar.
Í dag kann alt hetta tykjast so langt síðani, at ilt er at skilja ímillum, hvaðani streymarnir komu, sum birtu uppundir framburðin, men søgan prógvar so ikki pástandin um, at sambandið ger tað liviligari í Føroyum. Tvørtur ímóti.