Andreas Olsen, kranaførari: Sær Havnina vakna

Andreas Olsen hevur seinastu vikurnar sitið uppi í 35 m høga krananum við nýggja sjúkrahúsbygningin í Havn. Har hevur hann eisini eitt útsýnið betur enn tey flestu

Sjálvur heldur Andreas, at hugurin fyri hæddum kom longu tá hann var smádrongur. Hann er uppvaksin á Drelnesi á Tvøroyri, har hann hevur klivið uppi í saltsiloni, og annars stuttleika sær. Fyrstu ferð Andreas var í einum krana var í 1970 yviri í Grønlandi, og hesin kranin var tann hægsti hann nakrantíð hevur verið í - 52 metrar høgur.
- Eg havi ikki verið meira enn eini 23 ár tá, og helt eg tað var ógvuliga spennandi at sleppa uppí henda kranan, greiðir Andreas Olsen, sum annars er útbúgvin timburmaður frá.
- Tað var ein sokallaður krøllkrani, sum koyrdi á skinnarum, og eg slapp at stýra, meðan kranførarin sat í. Allarhelst var tað tá, at hugurin fyri kranum veruliga tók dik á seg.

Sær lív koma í

Klokkan 6.45 møtir Andreas upp á arbeiðsplássinum. Fær sær ein kaffimunn, og síðani gongur leiðin upp í 35 metra høga kranan.
- Tá eg komi upp, síggi eg, hvussu friðarligt alt er í býnum, sigur Andreas. - Og so hvør sum klokkan gongur, so síggi eg lív so spakuliga koma í, hvussu bilarnir byrja at koyra. Klokkan sjey um morgunin sært tú bara onkran hendinga bil, men so hvørt klokkan líður ímóti átta, kemur meira og meira lív í býin. Ein kann siga, at eg síggi býin vakna har eg siti.
Eisini sigur Andreas, at hann so høgt uppi sær væl, at fólk ofta eru sein á veg, og er hetta nakað hann leggur merki til. Beint undan klokkan átta er so at siga proppur í allastaðni. Og so aftur klokkan fýra - fimm seinnapartin. Tá er ferðslan eisini so nógv, tí tá fara øll til hús aftur.
Umleið klokkan níggju er kaffisteðgur í hálvan tíma, og síðani gongur leiðin aftur upp í kranan, har Andreas flytir formar. Onkuntíð kann tað gerast eitt sindur langligt, tá onki er at gera.
- Viðhvørt kunnu ganga ein til tveir tímar, har eg bara siti har uppi, og tá kann tað gerast eitt sindur keðiligt. Tá siti eg bara og fylgi við arbeiðinum, tí eg síggi alt, sum gongur fyri seg á arbeiðsplássinum. Nú havi eg eisini verið í hesi vinnuni so leingi, at eg kenni arbeiðslagið, og tí veit eg nær eg skal vera klárur aftur. Soleiðis sleppa teir niðri á jørðini eisini frá at rópa á meg fyri at fáa meg at byrja at arbeiða aftur.

Ikki bangin

Andreas Olsen hevur arbeitt við kranum í góð 20 ár. Kranaføraraloyvið fekk hann tá hann arbeiddi í Týsklandi fyri mongum árum síðani.
- Vit vóru nakrir føroyingar, sum arbeiddu í Slesvig Holstein í Týsklandi. Av tí at vit ofta arbeiddu aftaná arbeiðstíð, høvdu vit brúk fyri onkrum, sum kundi føra kranan tá, tí tá vóru týskararnir farnir heim. Eg fekk mær so loyvið, tí um nakar skaðið hevði staðist burturúr arbeiðnum, sum eg gjørdi, og eg einki loyvi hevði, so hevði eg skulað goldið pensjónina hjá viðkomandi restina av lívinum. Men um eg hevði kranaføraraloyvið, so var tað arbeiðsplássið, sum tók sær av hesum.
Andreas sigur seg ikki vera bangnan tá hann klívur upp í kranan. Hann samanber tað við ein flúgvara., og sigur, at hann stólar uppá, at kranin er sum hann skal.
- Um eg ikki hevði gjørt tað, so hevði eg heldur ikki kunnað farið upp. Sjálvandi koma onkrir tankar á meg viðhvørt, um kranin heldur, ella hvat nú um onkur vanlukka hendir, men tað er ikki vanligt.
Sum kranaførari situr tú við nógvari ábyrgd. Tú kanst koma til at svinga í okkurt, kroysta ein mann ella kanska skumpa onkran útav. Men tað týdningarmesta, sigur Andreast, er, at tú stólar uppá fólkini sum eru á jørðini eisini. Samskifti hevur alt at siga.
- Tá eg skal flyta okkurt í einum vinkli har eg onki síggi, so gongur alt fyri seg via radio. Í slíkum føri eri eg noyddur at stóla 100% á teir, sum standa og vegleiða meg niðri á jørðini, tí annars endar galið. Tað hevur eisini nógv at siga, at tað eru roynd fólk, sum vegleiða teg frá jørðini av.
Víðari greiðir Andreas frá, at grundin til, at tað krevst loyvi til at føra ein krana er, at tað er nógv at halda skil á. Hálar tú skeivt, so kann kranin koppa, eisini um vektin ikki er so nógv. Fyri nøkrum árum síðani arbeiddi Andreas í Hillerød í Danmark við einum krana, sum var líka sum hesin, og vektin hann kláraði at lyfta vóru heili átta tons.

Heitt og fjálgt

Uppi í førarahúsinum er heitt og fjálgt. Eisini plagar Andreas at hava eitt útvarpstól við sær upp, so tað ikki gerst alt ov keðiligt at sita einsamallur 35 metrar yvir restini av Havnini.
? Stórur munur er á mjørka- og sóldøgum, sigur Andreas. ? Og henda tíðin, nú tað hevur verið so myrkt og tað stundar móti ljósari tíðum, so sært tú hvussu sólin kemur upp aftanfyri Nólsoynna, og hvussu hon spakuliga flytir seg eystureftir.
Um tað regnar ella um tað er vindur, so er tað verri at arbeiða fyri Andreas. Tá vindurin tekur í kranan, sum stingur ikki minni enn 50 metrar út, so merkir tú, hvussu hann fer undan vindinm, og tað verður eisini verri at halda krananum. Tá krevur tað meira av føraranum enn vanligar dagar. Men um vindstyrkin fer upp á 15 m/s, so verður ikki farið upp í kranan. Uppi í krananum eru eisini vindmátarar, sum máta vindstyrkina, og um vindurin verður ov nógvur, slær kranin frá. Og bara tað eru 10 m/s, so merkist hetta á krananum.
? Tað mest óbehagiliga er, tá tú lyftir í okkurt, sum er leyst, og so loysnar tað brádliga. So fer kranin at dansa aftur og fram. Ella eisini um tú setur okkurt ov hart niðurat, so fer hann eisini at flyta seg, sigur Andreas Olsen.
Seinasti arbeiðsdagur hjá Andreasi í hesum umfarinum er mikudagin. Hann hevur verið her og arbeitt í smáar tríggjar vikur, og nú er hansara arbeiðið liðugt. Síðani gongur leiðin aftur til Tvøroyrar.