- Tú, hon sjálv!!
- Tú, hon við glaseyganum!!
Hetta ljóðar kanska eitt sindur løgið, men soleiðis hevur eitt fólk veruliga rópt á Bergljót, meðan hon gekk úti á gøtuni.
- Hatta er tað grovasta dømið um, hvussu eg eri vorðin mint á brekið, men fyri tað er ikki sagt, at hinar áminningarnar eru í lagi, sigur hon.
Her sipar hon til, at tað verður hugt nógv eftir henni. Og hon hevur fingið nógvar speiskar viðmerkingar frá fólki, sum halda seg vera skemtilig.
- Nógv fólk seta eisini spurningar, sum tey vita svarið á, men spyrja kortini av forvitni. Eg sigi ikki, at tey ikki skulu spyrja, men ofta eru spurningarnir so speiskir, sigur Bergljót.
- Tað ringasta eg veit er, tá ið vit eru onkunstaðni og eitt barn kemur til mín at spyrja um eygað, at so ein vaksin tekur yvir og svarar fyri meg. Tá blívi eg ill, tí at hetta barnið spurdi meg, lat so meg svara! Børn eru eisini heilt øðrvísi. Tað liggur nakað ósekt aftanfyri. Tey halda eisini ofta, at eg eri sjúk í eyganum, men tað eri eg ikki, slær Bergljót fast.
- Fólk eru so óumhugsin, tey hugsa ikki um, hvat tey siga fyrr enn ov seint er, heldur Bergljót.
Starvast dagliga við børnum
Til dagligt er Bergljót lærari, so hon starvast við børnum hvønn dag.
- Eg havi bert fingið ein spurning frá einum næmingi. Og eg veit, at spurningurin ikki upprunaliga kom frá honum, sigur hon.
Hetta hevði so við sær, at hon gjørdi av at taka evnið upp í einum av smáu flokkunum, sum hon hevur. Tey tosaðu millum annað um, hvussu ein kann umgangast fólk, sum hava eitt hvørt brek. Og hvussu tað er at liva við einum breki.
- Tað var sera spennandi. Eg haldi, at har hevði eg ordiliga nakað at geva børnunum, tí at eg sjálv eri í hasi støðuni til dagligt.
Hvussu er tað so at liva við einum eyga
- Eg havi eina greiða støðu til mítt brek, sigur Bergljót. - Og tað kemur heilt vist av, at foreldur míni hava ongantíð dyrkað mítt brek. Eg eri elst av fýra systkjum, og foreldrini hava ongantíð gjørt mun á mær og teimum, tí at eg bara havi eitt eyga. Tey hava altíð hjálpt og stuðlað mær væl. Tað hevur eisini gjørt sítt til, at eg eri komin til sættis við brekinum. Tað hevur eisini hjálpt mær, at klára viðmerkingar, sum eg havi fingið.
- Eg eri ongantíð vorðin happað í skúlanum, heldur hon fram.
? Um tað er tí, at flokkurin eg gekk í, var so góður ella lærararnir dugdu so væl at handfara tað, veit eg ikki.
Bergljót sigur tó, at tað hava verið nógvar sera ringar løtur í hennara lívi, orsakað av brekinum. Hon sigur, at tað var serliga torført í tannárunum, tí tá hugsar ein nógv um sína útsjónd.
- Tað vóru kvøld, har eg bað til Gud, um at vakna við tveimum eygum, og so var eg skuffað, tá eg vaknaði aftur, greiðir Bergljót frá.
- Men eg hevði onnur fólk við sama breki í Klaksvík at tosa við, og tað var ein stór hjálp.
Bergljót skuldi eisini regluliga skifta protesu, tí eitt glaseyga slítist og skal skiftast út regluliga.
- Tað hildu summi vera ordiliga lekkurt, tí sjálvt tað at skifta protesuna, tók bert einar tveir tímar, og so hevði eg ein heilan dag í Keypmannahavn, har vit onkuntíð fóru í Tivoli ella bara gingu og keyptu ymiskt og hugnaðu okkum. Vinir hjá mær hildu, at eg var sera heppin, sigur Bergljót við einum smíli.
- Í dag verði eg sum oftast bert mint á brekið, tá eg møti nýggjum fólkum. Eg eri ikki ofta spurd um, hví eg misti eygað, men eg hevði viljað, at fólk heldur spurdi hví, enn at tey bryggja søguna sjálvi.
- Eg kann ikki hyggja longi í sjónvarp til dømis ella lesa ov longi. Tað var ein trupulleiki, meðan eg var undir útbúgving, tí tá terpar man nógv og ofta, so eg var mangan sera troytt um kvøldarnar, sigur Bergljót, sum vísir á, at hon kennir ikki til at hava tvey eygu, so hon kann ikki siga, um tað er keðiligt bert at hava eitt eyga.
Misti eygað knapt tvey ára gomul
Eygað bleiv tikið í september mánaða í 1972. Bergljót bleiv send niður akut, tí læknarnir óttaðust, at ein óndartaður svullur sat á eyganum. Hon bleiv løgd undir skurð beinanvegin og eygað bleiv tikið.
- Læknarnir søgdu, at teir tóku eygað beinanvegin, tí teir vóru bangnir fyri, at svullurin fór at vaksa yvir í hitt eygað eisini, og so hevði eg verið starblind í dag, greiðir Bergljót frá.
Eftir skurðviðgerðina kom tó fram, at tað var kortini ikki talan um ein svull, men eina hind, sum var byrjað at vaksa út yvir eygað, meðan Bergljót lá í móðurlívinum.
- Um teir høvdu vitað tað, so hevði eg havt bæði eyguni í dag, men eg hevði verið blind í øðrum eyganum, sigur Bergljót.
Skurðviðgerðin órógvaði eisini eina nerv í eyganum, sum gjørdi, at tá Bergljót fekk ta fyrstu eygnaprotesuna, bleiv staðfest, at hon fór altíð at hava trupulleikar við at halda eyganum upp á pláss.
- Tað gav mær nógvar trupulleikar allan vegin ígjøgnum, til eg í fjør fór til Danmark at fáa eitt annað slag av protesu, greiðir hon frá.
- Eg havi ofta mist eygað úr og tað er ræðulig støða at koma í, sigur hon.
? Tað er samstundis eisini ein onnur ógvuslig áminning um, at eg bert havi eitt eyga.
- Einaferð vóru vit á sølustevnu, og tá vit skuldu fara at fáa okkum ein kaffimunn, fekk eg eitt óvæntað skump, og eg misti eygað á gólvið. Maðurin noyddist at leita eftir tí. Tað mest ræðuliga var tó ikki tað, at eg misti tað, men heldur tað, at eg visti ikki, um tað var brotið ella ei. Tað var tað so ikki í hasum førinum, men eg havi onkuntíð mist eitt eyga, sum er farið í knús, greiðir Bergljót frá.
- Eg havi annars eitt innbygt refleks, sum ger at eg, sum oftast megni at lofta eyganum, áðrenn tað fer úr, men hendir okkurt púra óvæntað, so klári eg tað ikki.
Nýggja eygnaprotesu
Fyri umleið einum ári síðani fekk Bergljót eina nýggja eygnaprotesu. Áðrenn hevði hon glaseyga, men hetta nýggja er eitt akryleyga.
- Maðurin og eg fóru til Danmarkar í apríl mánaða í fjør. Yvirlæknin á eygnadeildini á Ríkissjúkrahúsinum, Peter Toft, sá beinanvegin, at andlitið hjá mær var skeivt. Soleiðis nýtist tær ikki at síggja út, segði hann, greiðir Bergljót frá.
Læknin sá eisini trupulleikan hjá henni við at halda upp á eygað. So tá hon bleiv løgd undir skurð, bleiv eygað eisini lyft upp eitt sindur. Ein koralkúla bleiv sett inn í eygnaholuna fyri at fylla eyga út. So gekk Bergljót við klaffi fyri eygað í góðar tveir mánaðir, inntil hon fekk ta nýggju eygnaprotesuna. Tað var sviin Martin Johnson, sum gjørdi protesuna.
- Eitt akryleyga verður hondgjørt eftir hinum eyganum, og harumframt verður tað tilpassað persóninum, sum skal hava tað, greiðir Bergljót frá.
- Tá eg fór niður at skifta glasprotesuna út, sat eg og passaði eina rúgvu av eygum, áðrenn eg fann eitt, sum eg helt passaði til mín. Tað kom ofta fyri, at eg ikki var nøgd við protesuna, tá eg hevði gingið við henni í eina tíð. Antin tí at hon ikki passaði so væl kortini, ella tí liturin ikki líktist hinum eyganum. Men nú er alt hatta ikki nakar trupulleiki longur.
Bergljót sigur, at hon var hjástødd, meðan protesan bleiv gjørd.
- Tað er eitt framúrskarandi hondverk og heilt fantastiskt at hyggja at.
Bergljót Johannessen er tann einasta í Føroyum, sum hevur akrylprotesu.
- Eg havi nú upp gjøgnum árini roynt mangt og hvat til tess at gerast nøgd við bæði eyguni hjá mær, so hóast tað hevur gingið so væl við hesi protesuni, so havi eg ilt við at trúgva, at eg ongantíð skal undir skurð aftur. Eg taki ein dag í senn. Men ongin ivi skal verða um, at hetta er fyrstu ferð í mínum lívi, at eg eri glað fyri bæði eyguni hjá mær, slær Bergljót at enda fast.