til, at ein mammubólkur í Havn tók stig til at stovna eitt ættleiðingarfelag. Ymiskir spurningar, sum komu undan kavi í mammubólkinum, sannførdu tær um, at ættleiðingarfamiljur hava stóran tørv á at hittast [...] purningar og ivamál. Politiska ávirkan Felagið hevur eisini sett sær fyri at royna at ávirka politisku leiðsluna soleiðis, at umstøðurnar fyri ættleiðing og lógarsmíð hesum viðvíkjandi kunnu gerast betri [...] aðalfundinum. Serlig viðurskifti Ætlanin við nýggja felagnum er ikki at seta ættleidd børn í fokus, sum øðrvísi enn onnur børn. Men sjálvt um tað at vera ættleiðingarfamilja er meir vanligt í dag í mun til áður
síggja, at tað er so. Tú kann royna at spyrja eitt eldri fólk, sum ikki er skúlað í formellari mállæru um hetta, og tað ivast ongantíð. Tað skuldi sanniliga eisini talt! Málrøkt er ikki bara at finna [...] málið so skal kroystast eftir, men málrøkt er eisini at lurta eftir, hvussu tað nú eitur, hvussu sagt verður. Grammatikk er bara ein fátæk roynd at beskriva eitt mál so frægt, sum tað ber til. Neyvan [...] hon, føgur og fríð, við sekstan sumrum á baki.” Tað má sigast, at sjálvsálit bilar teimum málsligu ráðgevarum ikki, sum kunnu ráða til, at vegurin gjøgnum Elduvíkslíð skal eita Elduvíkarvegur. Nei
hvønn annan, at tú fært onga venjing í at spæla ímóti ókendum liðum, sum gera nakað óvæntað. Av somu orsøk var tað av stórum týdningi, at vit vóru á venjingarlegu í Íslandi, har vit sluppu at royna okkum ímóti [...] eina uppliving, har tú veitst, at tú fert at tapa stórt. Longu tíðliga í juli mánaða fóru vestmenningar undir at venja fram ímóti Europa Cup dystunum, men Ingi Olsen sigur, at teir flestu av leikarunum hava [...] frammanundan, sigur Ingi Olsen. At vestmenningar hava verið hepnari í sínum lutakasti enn strandingar, dylur Ingi ikki fyri, og hann sigur eisini, at tað er stuttligari at fara við í Europa Cup og so fáa
aftur víðkaður við tveimum partabrævasølum. Partaeigarar fingu at vita, at felagið fór at royna at finna samstarvsfelagar á føroyskum øki, og at hetta virksemið skuldi brúkast sum ein lopfjøl til virksemi [...] Kolvetni er trygdin fyri at føroyskt vinnulív eigur sín part og at tað er møguligt hjá vanliga føroyingum at gera íløgur í ta oljuvinnu, sum vit nú vita verður føroyskum oljuøki, og at føroysk vinna nú leggur [...] um hvussu hetta fer at ávirka føroyska samfelagið til tað betra og tað verra. At hetta fær ávirkan kann eingin ivast í, men eftir mínum tykki eru fleiri grundir fyri at halda at ávirkanin framhaldandi
gjørt, at vit nú standa sum føroyameistarar. Jákup á Borg sigur, at málið alla tíðina hevur verið, at B36 skuldi vinna gull, og hann rósar venjarunum fyri, at teir frá fyrstu løtu hava sagt, at teir trúðu [...] Skotlands at lesa, so hjá honum ráddi veruliga um at njóta dagin og løtuna í gjár: – Eg skal longu avstað í morgin, so eg feiri hetta í kvøld og hyggi so fram til HB-dystin, har vit skulu royna at økja stigini [...] haldi ikki, at vit fingu gummibein, men meira tað, at tað altíð er torført at spæla í Runavík, segði Heini við einum stórum smíli um alt andlitið. – Ikki ein sál í hesum landinum hevði spátt, at B36 skuldi
hava ráð at búgva her, liva her og skapa eina framtíð her. Tá vit siga, at tað ikki ber til at liva eitt vanligt lív í Føroyum sum ungur, so merkja vit eisini, at tað er onkur, sum hevur valt at gera tað [...] fyri eini sethús er so høgur, at tað er ringt at yvirhøvur seta tað sum mál í framtíðini. Kanksa tit eitt sindur eldri ikki skilja tað heilt, men royni at ímynda tykkum at skula byrja á nýggjum, um tit [...] tí eg ikki klári at gjalda leigu. Eg havi ikki hug at vera partur av einum samfelag, har tú mást arbeiða í fleiri ár, áðrenn tú yvirhøvur hevur ráð til at fáa børn. Vit ungu vita, at framtíðin er óviss
er, at hetta orð er fordømandi og diskriminerandi, tí alt er í lagi, so leingi ein ikki skaðir ella særir næstan. 4.Missiónsboðini - at royna at sannføra onnur um sína trúgv. Trupulleikin er, at slík [...] nina, at allur sannleiki er relativur, t.v.s. at eingin hevur einkarrætt til at siga, hvat er rætt ella skeivt. Sannleikin og sannleikar eru tí ymsir frá samfelagi til samfelag. Sagt verður, at um allur [...] bert boð um eina nógv størri uppgerð, ið snýr seg um at gera kristindómin í breiðum týdningi verðsligan. Mangar røddir hava verið frammi um, at vit eiga at vísa størri tolsemi (toleransu) í Føroyum. Seinast
standa og ridla. At almennu Føroyar mugu út í heim at læna 500 mill. kr. til at fíggja undirskotið á løgtingsins fíggjarlóg, tað er ikki bara sum at siga tað, og eftir øllum sólarmerkjum at døma við minkandi [...] inntøkum hjá landinum og fallandi skatti hjá kommunum og landi, er ikki ringt at rokna út, at neyðugt verður enn einaferð at fara út at læna, og hvørjar verða treytirnar, sum altjóða bankar seta okkum? Sporini [...] stjórnarberandi flokkur, hevur at bjóða Føroya fólki í hesi løtu, har toskurin svíkur, virki lata aftur, og arbeiðsloysið veksur dag frá degi? Allur heimurin, allar fyritøkur sum royna at knógva undir hesum fíggjarliga
mundi hann helst sagt tað sama. Uttan at leggja nakran einstakan beinleiðis undir at hava flutt hesa misháttu málisku inn í mál okkara, haldi eg meg minnast, at tað var fyrrverandi løgmaður, Annfinn Kallsberg [...] átti at hugsað um ta tíðina, vit aldust upp í Kvívíkarskúla »undir krígnum«. Nýhugsan innan skúlaverkið, stutt eftir seinna heimsbardaga, hevði eitt nú við sær, at terping var av tí ónda og hildin at vera [...] um móðurmálið; tess stavseting og hvussu torført tað er at skriva. Hví! Jú, eftir mínum tykki er tað lærarin í barnaskúlanum ið er ikki nóg væl at sær komin: nú á sjeyti-og-fýraáraaldri mínum minnist meg
okkara ungu fólk hava valt at umseta í vinnuligar karmar. Eg havi fingið høvi til at kaga í lýsingarnar av teim virkjum, sum verða sýnd fram her í dag. Hugtakandi er at staðfesta, at trupulleikarnir, sum [...] tykkum eginpening ? roynið so heldur at fáa onnur at seta í og ásannið, at tá ið fólk sýna vágafýsni við at seta pening í tykkara verkætlan, so mugu tit eisini lata ognarrættindi frá tykkum ? soleiðis eru [...] m.a. júst av hesi orsøk, at Ungt Virki hevur sín stóra týdning: Tit hava longu nú gjørt tykkum nakrar royndir um hvat tað merkir at byrja og reka egið virksemi. Tit hava sæð, at trupulleikarnir altíð vilja