»Vit eru føroyameistarar!«

Staðið saman sum ein eind
– Hetta er ein super uppliving fyri spælarar, venjarar, nevnd og felagið sum heild. Tað er eitt sterkt felag upp á allar mátar, sum hevur vunnið hetta meistaraheitið, staðfestir kanska týdningarmesti spælarin av øll­um á liðnum hjá B36, Jákup á Borg.
– Tað hevur verið eitt sindur strævið, men vit hava verið nummar eitt tað allarmesta av árinum. Onkrir dystir hava verið strævnari enn aðrir, men vit hava verið stabilir og hava staðið saman sum ein eind, og tað hevur gjørt, at vit nú standa sum føroya­meistarar.
Jákup á Borg sigur, at málið alla tíðina hevur verið, at B36 skuldi vinna gull, og hann rósar venjarunum fyri, at teir frá fyrstu løtu hava sagt, at teir trúðu uppá, at liðið kundi fara allan vegin:
– At so eingin annar trúði upp á tað, hevur so bara tikið eitt sindur av trýstinum á okkum, sigur B36-framherjin, sum í gjár vann sítt fimta meistaraheiti tilsamans í bestu mans­deildini – og heldur tað vera minst líka stuttligt hvørja ferð.
– Kanska er tað uppaftur stuttligari hesa ferð, tí eg eri komin eitt sindur upp í árini nú og veit ikki, hvussu nógv er eftir í hesum bein­unum.

Dugað betur at fáa fult
– Hetta hevur verið ein long kapp­ing, har vit hava verið á odda megin­partin av tíðini. Tað bleiv ikki roknað so nógv við okkum, tá tað byrjaði, og kanska vit heldur ikki sjálvir roknaðu við, at tað skuldi ganga so væl, staðfesti annar av B36-venjar­unum, John Petersen, eftir avgerandi sigurin í Runavík í gjár.
– Vit vóru eitt av liðunum, sum vóru eitt gott boð upp á ein FM-vinn­ara, og eg haldi, at vit í nógvum av dystunum hava víst, at vit hava havt gott fótbóltsspæl. Talan hevur verið um góðar spælarar, góðar ein­staklingar og eitt gott konsept, so eg haldi, at vit eru verdigir vinnarar.
John Petersen, ið saman við Mikkjal Thomassen nú kemur upp í eksklusiva klubban, ið telur teir, ið bæði sum spælarar og venjarar hava vunnið føroyameistaraheitið, heldur talan hava verið um eina nokk so javna innanhýsis kapping í ár.
– Vit vunnið ein og tapt tveir ímóti EB/Streymi og vunnið tveir og ein javnan ímóti Víkingi. Men hin­vegin hava vit so dugað betur at fingið fulla úrtøku burtur úr hinum dyst­unum. Trý tey fremstu hava dominerað tað nógva av kappingini, men tá avtornaði, rukku vit longst, stað­festir fegni vinnaravenjarin.

Heim eftir gullinum
Ein av yngru spælarunum á B36-liðnum, ið veruliga hevur spælt væl og kanska verið besti miðverji í føroysku kappingini, hevur verið 21 ára gamli Odmar Færø. Hann verður ikki við næstu árini, tí hann er farin til Skotlands at lesa, so hjá honum ráddi veruliga um at njóta dagin og løtuna í gjár:
– Eg skal longu avstað í morgin, so eg feiri hetta í kvøld og hyggi so fram til HB-dystin, har vit skulu royna at økja stigini, segði hann í kuldanum eftir dystin ímóti NSÍ.
– Tað kennist rættiliga løgið at standa sum meistari nú, tí fyri tveim­um árum síðani stríddust vit um niður­flyting og í fjør riggaði einki. Í ár er tað so komið púra óvæntað, tí vit tosaðu slett ikki um meistara­heiti, men kanska topp fýra, tá alt byrjaði, sigur Odmar Færø, ið nú fer at taka ein langan steðg frá B36.
– Ja, eg eri farin til Aberdeen at lesa og skal gera tað næstu fýra árini. So ta tíðina eri eg nokk ikki við, men aftan á tað vóni eg, at eg kann venda aftur til B36. Men eg fari at halda meg í gongd upp á onkran máta í Aberdeen, so eg kanska framvegis kann vera inni í landsliðshitanum, sigur hann.

Eingin hevði spátt hetta
Heini í Skorini telist millum fleiri spælarar hjá B36, sum hava tikið seg nógv fram og gingið undan í einum longum kappingarári, og hann var eisini øgiliga fegin, tá alt var liðugt við Løkin í Runavík í gjár:
– Hetta er fyrst og fremst ein ófatiligur lætti, tí avgjørdu vit tað ikki í dag, so var alt opið í einari grannauppgerð í Havn. Vit dúkkaðu eitt sindur í seinna hálvleiki, tá teir javnaðu, men so fekk Lukasz lyft okk­um uppaftur. Eg haldi ikki, at vit fingu gummibein, men meira tað, at tað altíð er torført at spæla í Runavík, segði Heini við einum stórum smíli um alt andlitið.
– Ikki ein sál í hesum landinum hevði spátt, at B36 skuldi fara allan vegin og gerast meistari, umframt at seta met í stigum, heili 64 higartil, við møguleika fyri at fáa trý aftrat.
Heini í Skorini heldur tað vera torført at seta orð á, hvat hevur gjørt B36 betri enn hini liðini í ár, men heldur tað allíkavæl hava verið í teimum ófatiliga tøttu dystunum, at avgerðin er fallin til fyrimuns fyri B36:
– Vit taptu tveir dystir ímóti EB/Streymi, uttan at vera verri, men so hava vit vunnið fleiri dystir, tá vit kanska ikki hava spælt so væl. Men fram alt, so hava vit havt nakrar einstaklingar á liðnum, eina organisatión, eina konditión og ein stríðs­vilja, sum hevur gjørt munin, tá vit annars ikki hava spælt so væl, og tí standa vit sum meistarar nú.

Fegin formaður
Millum tey mongu, ið fagnaðu B36 við Løkin í gjár, var formaðurin í felagnum, Sámal Ímundarson, ið gleðiliga viðgekk, at hetta var ein av teimum lættari døgunum sum formaður.
– Ja, í dag er tað stuttligt, sjálvt um tað eisini kann vera strævið viðhvørt. Og eg má viðganga, at eg havi onkuntíð hugsað, at tað hevði verið nakað heilt annað, um vit lógu í hinum endanum, sigur hann.
– Men at standa sum føroya­meistari í dag er ein fantastisk kensla og ein fantastiskur lætti, tí vit hava ligið á odda síðani fimta umfar. Tað í sær sjálvum, at vit hava verið á odda 22 umfør á rað, hevur lagt eitt trýst á alla tíðina, og tað krevur sínar menn at klára tað trýstið.
B36-formaðurin er sjálvandi væl nøgdur við kappingarárið 2011, har felagið eisini hevur vunnið meira enn bara tað eina meistara­heitið:
– Vit verða líka væl fyri næsta ár, hóast okkurt fráfall er vegna skúla. Eg vænti sama liðið, um­framt at vit skulu fáa sett teir ungu menninar við og fáa teir at hyggja fram ímóti Voda­fone­deild­ini. Vit blivu jú meistarar í dreingja­deildini eisini, sigur Sámal Ímundarson, ið altíð hevur eitt fast pláss við vøllin, tá dystur er:
– Ja, mær dámar best at standa aftanfyri, har sum vit eiga at skora. Tað er eitt pláss, eg altíð havi havt.