»Ungt virki« stimbrar stigtakan

Tað er mær ein heiður og gleði at fáa høvi til at lata upp árskappingina Ungt Virki her á Føroya Handilsskúla. Hetta tiltak er vorðið ein fastur táttur á Handilsskúlanum ? eins og líknandi kappingar á øðrum miðnámsútbúgvingum her á landi.

 

 Við hesum tiltaki kunnu næmingar kappast um at royna sína innlærdu vitan í verki. Tað er ein áhugaverd og spennandi menning innan undirvísingina ? ikki bert fyri næmingar og lærarar her á skúlanum, men so sanniliga eisini fyri okkum onnur, sum í spenningi á hvørjum ári fylgja við í, hvørji hugskot, okkara ungu fólk hava valt at umseta í vinnuligar karmar.

  Eg havi fingið høvi til at kaga í lýsingarnar av teim virkjum, sum verða sýnd fram her í dag. Hugtakandi er at staðfesta, at trupulleikarnir, sum næmingarnir hava stríðst við í tilgongdini til hendan dagin, í mangar mátar minna um teir trupulleikar, sum »verulig« virkir í tí dagliga dragast við:

?Samstarvstrupulleikar, sum stinga seg upp og verða loystir.

?Hugskot um vørur ella tænastur, sum í eina tíð verða hildin at vera góð, men sum síðan mugu sleppast, antin tí marknaðurin ikki er til staðar, ella tí kostnaðurin er ov høgur, og harvið kappingarførið ov vánaligt.

?Vánaligt gjaldføri, sum skapar forðingar, men sum verður loyst við sponsoratum ? ella skulu vit rópa tað eitt slag av eginpeningi?

?Miseydnað marknaðarføring, sum verður betrað av at rætta teir feilir, sum í fyrstu atløgu vóru gjørdir.


Alt hetta eru viðurskifti, sum ikki bara tit hava upplivað, men sum sanniliga eisini koma fyri í vinnuni dag og dagliga. Og tað er m.a. júst av hesi orsøk, at Ungt Virki hevur sín stóra týdning: Tit hava longu nú gjørt tykkum nakrar royndir um hvat tað merkir at byrja og reka egið virksemi. Tit hava sæð, at trupulleikarnir altíð vilja stinga seg upp, men uppgávan er at loysa hesar trupulleikar. Tað er ígjøgnum hesar royndir, at flestu stigtakarar røkka sínum málum ? við vilja, vitan og treiskni. Vilja til at seta sær mál og skapa nakað nýtt, vitan um hvussu ein skal fara fram og treiskni til at berjast ímóti, tá ið harðast leikar á.

Sjálvandi skulu vit ikki gloyma keypmansskapin í okkara stigtakan. Ofta verður sagt, at eitt gott hugskot, ella ein góð idé, er nakað, sum nøktar ein tørv. Tá er grundarlag fyri, at marknaðurin vil rinda pening fyri at ogna sær júst ta vøru ella tænastu, sum nøktar hansara tørv. Um marknaðurin ikki hevur nakran tørv ? ja, so verður torført at selja ? óansæð vilja, vitan og treiskni hjá stigtakaranum.

Keypmansskapur er eisini at selja vøruna fyri nakað væl meira enn hon hevur kostað at framleiða. Vinningur skal liggja eftir, tí uttan vinning ber ikki til áhaldandi at menna virksemi. Hetta er kanska sjálvsagt ? men júst vantandi keypmansskapur er sum oftast orsøkin til, at fyritøkur fara á húsagang.

Her á Handilsskúlanum hava tit sum næmingar eitt óført høvi til at ogna tykkum vitan um teir ymsu tættir, sum eru tengdir at vinnuligum virksemi ? tað veri seg búskap, fyriskipan, marknaðarføring, mál osfr.

Tað eru tveir eyðsýndir fyrimunir við útbúgving og vitan: Lærdómur er lættur at bera, og vitanina kann ongin taka frá tykkum.

Tit nema her á skúlanum við ta rávøru, sum verður einamest virkismikil í framtíðini: Nevniliga tað sum situr millum oyruni á tykkum, og evnini til at brúa tað í verki. Longu í dag er tað soleiðis, at fyritøkur í alt størri mun mugu byggja sítt virksemi á lærdóm og vitan hjá sínum starvsfólkum, um tær skulu gera seg galdandi í altjóða kappingini.

Fyri nøkrum vikum síð-ani hoyrdi eg nøkur vísdómsorð her á skúlanum: Tann, sum trýr, hann er liðugt útbúgvin er liðugur ? men ikki útbúgving. Áhaldandi útbúgving ? ella lívslong læring ? antin í form av víðari lestri ella við skeiðum og eftirútbúgving er ein neyðug fortreyt fyri persónligum og vinnuligum framburði.

Nøkur av tykkum ætla óivað at fara undir víðari lestur ? onnur ætla sær út í vinnuna at virka av fullari megi. Onkur hevur dreymin um egið virksemi, og til hesi havi eg tey ráð: Gevist ikki á hondum, hóast tað kann sýnast møtimikið. Í flestu londum er tað soleiðis, at framburður og nýskapan í stóran mun kemur frá stigtakarum, sum vilja bróta upp úr nýggjum. Tí er umráðandi, at tit sum hava hug til tess, halda fast og sýna neyðugan vilja og áræði til at forfylgja tykkara málum.

Men tvey viðurskifti vil eg heita á tykkum um at vera ansin um: eginpening og stuðul. Tað er altíð ein fyrimunur at hava dyggan eginpening, tá ið byrjað verður, tí læntir pengar eru bæði dýrir og truplir at fáast við. Vantar tykkum eginpening ? roynið so heldur at fáa onnur at seta í og ásannið, at tá ið fólk sýna vágafýsni við at seta pening í tykkara verkætlan, so mugu tit eisini lata ognarrættindi frá tykkum ? soleiðis eru spælireglurnar í marknaðarbúskapinum.

Eg havi onkuntíð sagt tað soleiðis: Tað er betur at eiga 10% av nógvum enn 100% av ongum. Alt ov nógvir stigtakarar koma ikki í gongd við sínum verkætlanum, tí teir vilja eiga alt 100% sjálvir. Fylgjan er, at verkætlanir blíva verandi á pappírinum, og ongantíð verða settar í verk. Tá var frægari, at stigtakarin átti ein part saman við øðrum.Og so er tað stuðulin: Byggið ikki nakað virksemið uppá stuðul ? hann kann vera góður til okkurt ávíst ? men sum heild verður onki skapað við grundarlagi í stuðli. Søki heldur ráðgeving um hvussu tit kunnu skipa tykkara virksemi, soleiðis at tað gerst sjálvberandi av egnari megi. Slíka ráðgeving kunnu tit m.a. fáa á TK Stovuni ? og har er hon ókeypis!

Við hesum orðum fari eg at lata upp árskappingina Ungt Virki, við ynski um at rætta virkið fær sín uppiborna vinning, og at kappingin gevur íblástur til at taka virknan lut í føroysku vinnuni.

Takk fyri.


Ólavur Gregersen