Jens Dalsgaard
Góði Jákup Mørk,
Orðið ‘vík’ er serligt, tí tað hevur tveir formar í hvørsfalli eintali: ‘víkar’ og ‘víks’. Teir vísu eru ikki samdir um, ella vita ikki, hví hetta er so. Vit onnur kunnu kortini síggja, at tað er so. Tú kann royna at spyrja eitt eldri fólk, sum ikki er skúlað í formellari mállæru um hetta, og tað ivast ongantíð. Tað skuldi sanniliga eisini talt!
Málrøkt er ikki bara at finna strangar reglur, sum málið so skal kroystast eftir, men málrøkt er eisini at lurta eftir, hvussu tað nú eitur, hvussu sagt verður. Grammatikk er bara ein fátæk roynd at beskriva eitt mál so frægt, sum tað ber til. Neyvan nakað mál - uttan kanska esperanto, sum er totalt turrgelt - hevur eingi undantøk frá (høvuðs)reglunum. Og tað er ein veruleiki, at tungumál sjálvi eru nógv eldri enn grammatikk. Hetta er ikki minst galdandi fyri føroyskt, ið vaks upp sum talað mál, heldur enn skrivað.
Eg eri sjálvur uppvaksin við eina vík: Skálavík. Vit siga: ’til Skálavíkar’ (beint eftir regluni), men samtíðis eitur tað ’Skálvíksvegurin’. Menn fara út á ’Skálvíkshavið’, og tað eitur ’ein skálvíksdrongur’.
Soleiðis kunnu vit blíva við: Ein kendur maður var Hoyvíks-Líggjas, ein annar Kvívíks-Tummas. Og so ikki at forgloyma sjálvan Lorvíks-Páll, sum Sjóvarbóndin yrkti um fyri meir enn 200 árum síðani. Og lurta eftir, hvussu Janus yrkir í 1943:
”Á fúkandi ferð gjøgnum Elduvíkslíð,
á hestbaki fór hon, føgur og fríð,
við sekstan sumrum á baki.”
Tað má sigast, at sjálvsálit bilar teimum málsligu ráðgevarum ikki, sum kunnu ráða til, at vegurin gjøgnum Elduvíkslíð skal eita Elduvíkarvegur.
Nei, málsliga er navnið ’Hoyvíkshøllin’ púra rætt.
Ps. Her á leiðini siga vit Rituvíksvegurin og Æðuvíksvegurin.









