»Uppá núverandi tíðspunkt«

Ívar Iversen

Hvør hevur hoyrt so galið! Skal Janus Djurhuus skald einaferð hava tikið til, tá onkur, ið hann hevði tosað við, var komin við eini útsøgn, honum ikki hóvaði. ? Hevði hann hoyrt hesa illvorðnu málisku »uppá núverandi tíðspunkt« hvørja ferð eitt tíðindafólk skiftir orð við ein av politikarum okkara, mundi hann helst sagt tað sama.
Uttan at leggja nakran einstakan beinleiðis undir at hava flutt hesa misháttu málisku inn í mál okkara, haldi eg meg minnast, at tað var fyrrverandi løgmaður, Annfinn Kallsberg, ið altíð svaraði spurningi frá tíðindafólki við hasum orðum ? ikki bert eina ferð ? men hvørja ferð. Um hesin mishátti málburður er gingin í arv til teirra ið verða valdir í løgmanssessin, ber mær ikki til at siga; men Guð hjálpi mær, um ikki nývaldi løgmaður ? læraraútbúgvin ? nakað herfyri í samrøðu við eitt tíðindafólk svaraði: Hatta kann eg ikki siga« (u)pá núverandi tíðspunkt! (heldur enn: Ikki beint nú ? ikki í løtuni ? ikki sum er).
Nú verður tosað og skrivað bæði upp og niður um móðurmálið; tess stavseting og hvussu torført tað er at skriva. Hví! Jú, eftir mínum tykki er tað lærarin í barnaskúlanum ið er ikki nóg væl at sær komin: nú á sjeyti-og-fýraáraaldri mínum minnist meg, hvussu Hjalmar Joensen (seinni Hátún) terpaði »Rættskrivingarreglurnar« fyri okkum í Kvívíkarskúla, og hvussu vit áttu at seta ð?ini, har tey skuldu standa. Eitt nú bundið hvørkikynsorð í hvør- og hvønnfalli: »Barnið fer í skúla«. Bundið? Ja! Tú setur tað í kallkyn ella kvennkyn ? maðurin, konan ? fer í skúla? Mon onnur dømi kunnu vera nevnd. Hann, Ólavur, sonur Hjalmar, ið nú skrivar »teig upp og teig niður« og ilskast um (móður)málið og stavseting tess, átti at hugsað um ta tíðina, vit aldust upp í Kvívíkarskúla »undir krígnum«.
Nýhugsan innan skúlaverkið, stutt eftir seinna heimsbardaga, hevði eitt nú við sær, at terping var av tí ónda og hildin at vera avoldað. Børnini skuldu sjálvi resonera seg fram til tað, ið stóð í lærubókunum ? uttan mun til ásettar reglur. Skynsemið, ella gávur (intellektið) skuldi mennast á ein »natúrligan« hátt???? Kendir (skúla)lærarar sum í fimmti/sekstiárunum fóru niður á »Danmarks Lærerhøjskole«, komu upp aftur við »veldigum« hugsjónum. Eldhugi teirra fyri hesi nýskipan fánaði kortini burtur sum frá leið. Men tá var skaðin longur hendur.
Ein teirra var granni, vinmaður og javnaldurin, Jeffrei Henriksen. Hann hevði veldigar hugsjónir, tá hann aftur bar við land her heima. Nei! Segði hann. Ber terping er av tí ónda. Børnini skulu sjálvi hugsa seg til tað, ið sett er fram í lærubókunum. Hann broytti kós, áðrenn langt var umliðið. Ikki sørt meinfýsin hevði eg hann á hornunum við hvørt. Nú verður hann helst mettur sum ein teirra, ið tvíheldur um tann »hammershaimbska« málbúnan. Har eru vit báðir, Jeffrei, samdir. Hann hevur funnið aftur á rókina.
Einki stendur í stað ? heldur ikki málið. Búnin, Hammershaimb læt málið í, er sum ein undurføgur brúður í mínum eygum. Latum okkum varðveita hendan vakra málbúna Hammershaimbs og royna at hampa um hann sum best.