»Ver tolsamur, tín talibani!«

Summi siga, at tolsemi er ikki tað sama sum tolsemi móti ótolsemi. Hesum eri eg samdur í. Nýggja tolsemi, sum tað verður nýtt av mongum forsprákarum (ikki øllum) er ikki tolsamt móti ótolsemi. Nei, tað er ótolsamt móti ótolsemi! Er slík framferð ein sjálvsmótsøgn? Hvør er so mest ótolsamur: Ótolsami nr. 1, ið er ótolsamur móti ótolsama nr. 2, ella ótolsami nr. 2, ið er ótolsamur móti ótolsama nr. 1?

Jens Wang
Løgfrøðingur
Hoyvík
wangjens@gmail.com


Omanfyristandandi yvirskrift er fyri summi ein sjálvsmótsøgn. Fyri onnur er hon ikki ein sjálvsmótsøgn.

Afturvendandi kjakið í Føroyum um t.d., hvørt homoseksuell skulu verða vard av § 266b í revsilógini, ber bert boð um eina nógv størri uppgerð, ið snýr seg um at gera kristindómin í breiðum týdningi verðsligan.

Mangar røddir hava verið frammi um, at vit eiga at vísa størri tolsemi (toleransu) í Føroyum. Seinast hevur løgmaður heitt á okkum føroyingar um at vera meiri tolsamar. Beinleiðis orsøkin var, at ein homoseksuellur ungur maður sambært fjølmiðlunum varð bukaður vegna sína kynsligu støðu. Tað man vera fáur føroyingur (eg sjálvur íroknaður), ið ikki kann taka fult undir við løgmanni í mun til hesa og líknandi hendingar.

At háða eitt annað menniskja munnliga ella við harðskapi óansæð orsøk er sjálvandi skeivt. Tað munnu flestøll vera samd um.

Tá áheitanir eru frammi um, at vit føroyingar eiga at vísa størri tolsemi, snýr tað seg tó ikki bert um gerðir av omanfyrinevnda slagi, men eisini í støðutakanini hjá einstaklinginum til mangar eymar spurningar, ið snúgva seg um trúgv, siðsemi, moral o.t.

Áheitanirnar eru ikki altíð neutralar og leiðbeinandi, men mangan harðligar og bondskar. Boðskapurin, sum eg upplivi hann, er til tíðir á leið soleiðis:
•Ert tú ikki humanistur, ert tú snævurskygdur
•Ert tú ikki relativistur, ert tú fundamentalistur
•Ert tú ikki fyri homoseksuellum levnaði, ert tú ótolsamur og/ ella hevur ongan næstrakærleika
•Ert tú ikki fyri fríari fosturtøku, ert tú ímóti kvinnufrígering
•o.s.fr.
Tað er ikki smávegis skoðsmál at fáa.

Í løtuni er tað nógv frammi í almenna kjalinum, at tað skal vera bannað at tosa niðursetandi um ávísar samfelagsbólkar. Samstundis verður sjáldan so mikið sum ein lítlifingur lyftur, tá ið ein samfelagsbólkur, sum eg meti meg hoyra til, næstan dagliga í lesarabrøvum, greinum, sendingum og yvirskriftum yvir ein kamb verður róptur fundamentalistiskur, hatursfullur, primitivur, ómodernaður, primitivur, trongskygdur, dogmatiskur, fordømandi, afturhaldandi, homofobiskur, nasistiskur, fasistiskur, farligur, talibanskur, miðaldrakendur o.s.fr.

Sami samfelagsbólkur verður í summum førum yvir ein kamb enntá lagdur undan at ganga inn fyri heksajagstran, inkvisatión, steining, terrorismu, burturtreinging av øllum andsfrælsi, o.s.fr.

Samstundis verða til tíðir grovar og fordómsfullar generaliseringar nýttar at lýsa fólk, ið ditta sær at trúgva á Gud og Bíbliuna, t.d. at er ein ikki fyri broyting av revsilógini § 266b, er ein fyri happing, forfylging og buking av homoseksuellum. Og um ein er ímóti homoseksuellum levnaði, er ein ímóti homoseksuellum menniskjum. Hetta eru sera skeivar og misvísandi niðurstøður.

Spyrjast má eisini, um hetta eru ákærur, ið søma seg tolsomum fólki?

Mong kenna tað óivað særandi og mannminkandi næstan dagliga í fjølmiðlunum at skula lesa um og leggja oyra til eitt ella fleiri av omanfyri nevndu ókvæmisorðum og at verða brennimerkt og bólkað yvir ein kamb sum eitt slag av ódjórum, tá einasta “misgerðin” er, at tú ikki játtar teg til humanistisku og relativistisku trúnna við teimum avleiðingum, tað hevur fyri tínar egnu sannføringar.


Hvat merkir tolsemi í veruleikanum?

Fyri ikki so nógvum árum síðani merkti tolsemi at bera yvir við onkrum, ið einum ikki dámdi so væl e.t.

Hugtakið hevur tó eftir øllum at døma broytt týdning síðstu árini, tá talan er um trúar-, siðsemi- og moralskar spurningar, og merkir hugtakið nú nakað soleiðis, at øll virðir, allar trúgvir, allir lívsháttir og allir sannleika pástandir eru líka góðir. At avnokta hetta ger ein ótolsaman. T.v.s. at eingin absoluttur sannleiki er, sum kann verða okkara peilimerki: Absolutt = tað, sum er galdandi fyri øll menniskju, tað, sum setur ein endaligan standard fyri øll menniskju, t.d. tey 10 boðini.

Tolsemi er eitt jaliga klingandi orð, og er tað neyvan nakar, sum dámar at vera skírdur ótolsamur. Men hvat er tað, sum liggur aftan fyri hetta hugtak, ið ger, at júst tað mangan skilir trúgvandi kristin frá øðrum menniskjum?

Hugtakið byggir m.a. á ta postmodernistisku grundhugsjónina, at allur sannleiki er relativur, t.v.s. at eingin hevur einkarrætt til at siga, hvat er rætt ella skeivt. Sannleikin og sannleikar eru tí ymsir frá samfelagi til samfelag. Sagt verður, at um allur sannleiki kemur frá menniskjum sjálvum, um eingin sannleiki er størri enn ein annar, og um øll menniskju eru líka, er logiska niðurstøðan, at allir sannleikar hava líka stórt virði.

Tí kann tað ikki góðtakast, tá onkur ikki góðtekur ein annan, sum hann er, og tað, hann ger. Í postmodernaðum samfelagi, har øll virðir, trúgvir og meiningar hava líka stórt virði, er bert ein objektivur sannleiki: ótolsemi kann ikki góðtakast. Ein avleiðing av nýggja tolseminum er, at summir av forsprákarunum sláa hart niður á sonevnd ótolsom fólk – tey umboða jú í teirra eygum tað einasta veruliga skeiva, ið er til – ótolsemi.

Í nýggju tolsemilæruni eru tað serliga fýra trupulleikar við kristindóminum og hansara absoluttu útsøgnum:
1.Bíblian sum orð Guds. Trupulleikin er, at Gud er ikki til og er Hann til, ber ikki til at finna útav, júst hvat hann sigur.
2.Krossurin og Jesus sum vegurin, sannleikin og lívið. Trupulleikin er, at hendan útsøgn er hugmóðig, tí tað finst eingin absoluttur sannleiki – hví er hann betri enn onkur annar?
3.Synd. Trupulleikin er, at hetta orð er fordømandi og diskriminerandi, tí alt er í lagi, so leingi ein ikki skaðir ella særir næstan.
4.Missiónsboðini - at royna at sannføra onnur um sína trúgv. Trupulleikin er, at slík atferð er trongskygd, sjálvrættvís, ótolsom og til tíðir imperalistisk, tí tað merkir, at evangeliið er betri enn aðrir sannleikar.
Í besta føri sleppur ein trúgvandi kristin at sita eftir við eini tvingaðari uttanpartastøðu.

Er tolsemi tað sama sum kærleiki?
Nei, tað er tað ikki. Tí nýggja tolsemilæran bannar fólki at tosa sannleikan (hann finst jú ikki sambært nýggju læruni), ein má bert tosa um kærleika. Tolsemi hevur tó nakrar veikleikar í mun til uppofrandi (bíbilskan) næstrakærleika:
•Tolsemi vil ikki særa næstan. Næstrakærleikin tekur kjansir (íroknað at verða háðaður o.s.fr.)
•Tolsemi er grundleggjandi líkasælt, tí tað noktar menniskjum at blanda seg upp í lívið hjá øðrum. Næstrakærleikin er virkin.
•Tolsemi kostar einki. Næstrakærleikin kostar alt.
•Tolsemi elskar tann tolsama og hatar tann ótolsama. Næstrakærleikin elskar báðar.


Sjálvmótsagnir

Hendan lutfalsliga nýggja læra er helst meiri og minni komin inn í høvdið á okkum øllum – tí við fyrsta eygnabrái tykist hon bæði røtt og kærleiksfull. Men hon er í roynd og veru hvørki.

Orsøkin er tann, at hon hevur ymsar grundleggjandi sjálvmótsagnir. Dømi:
1.Vanvirðing av øðrum menniskja fyri tess trúgv ella sannføringar er jú ótolsemi! Hvussu kann ein, sum er ímóti ótolsemi, í sama andadrátti vera ótolsamur sjálvur móti øðrvísi hugsandi? Ein slíkur er jú ótolsamur móti ótolsemi. Logiskt sæð skuldi ein slíkur verið ótolsamur móti sær sjálvum eisini!?
2.Um ein veruliga trýr, at ein og hvør trúgv, lívsstílur og sannleiksorð hjá øðrum menniskjum eru líka góð sum eins egnu, kann ein ikki vera sannførdur um sínar egnu sannføringar. Tolsemi krevur jú av einum slíkum, at viðkomandi kann líka lætt fara skeivur sum grannin. Tí finst heldur eingin sannføring, sum veruliga er verd at verja.
3.Forsprákarar fyri tolsemi eru ofta sera dogmatiskir móti dogmatismu og absoluttir í sínum útsøgnum móti øllum absoluttum.
Kendi setningurin um, at eingir absoluttur sannleiki er til, er eisini ein sjálvsmótsøgn, tí setningurin er í sjálvum sær absoluttur. Ella sum Ravi Zacharia svaraði, tá hann eftir ein fyrilestur fekk at vita frá áhoyrara, at eingin absoluttur sannleiki er til: ”Are you absolutely sure?”


Niðurstøða

Partar av nýggja tolseminum eru sera góðir. Tolsemi móti øllum menniskjum sum menniskjum er óendaliga gott og rætt. Tað er sera gott at berjast fyri mannarættindum, tá ið fólk verða kúgað og pínd og annað slíkt. Tað er sera gott at vera góður við øll fólk óansæð lit, trúgv, lýti o.s.fr.

Ásannast má, at umboð fyri kristnu trúnna til tíðir kundu vandað sær væl betur um orðini.

Men absolutta kravið um tolsemi móti gerðum og hugsanum hjá øðrum menniskjum, ið ein av trúarávum ikki kann taka undir við, er alt annað enn tolsamt. Somuleiðis eru mongu royndirnar at “demonisera“ lutfalsliga stóra partin av føroyingum, ið trúgva á Gud og Bíbliuna o.s.fr., á ongan hátt við til at verja grundleggjandi frælsið hjá tí einstaka, sum annars í øðrum málum tykist hava stóran týdning.

Hetta skal tí vera ein áheitan á mongu forsprákarnar fyri tolseminum, um at sópa fyri egnum durum í tolsemikjakinum og at lata vera við at happa aðrar føroyingar, ið ikki hava somu trúgv sum teir sjálvir. Afturhald í so máta hevði verið tolsemi í verki.

Um konsistentur, stringentur og logiskur hugsunarháttur verður nýttur kemst ikki uttan um, at útsøgnir sum t.d. “Ver tolsamur tín talibani” er og altíð fer at vera eitt klassadømi um ótolsemi.