er kanska so nógv sagt, tí fyri at fá hann so langan, máttu teir taka mestsum allan garnmørin uppí. Men tað mátti allar snildir takast í brúk við lunkaðum vatni og sera góðum handalagi og tað gekk til [...] tað vanliga, nýrini, lundini, tindin og kjøtpetti hiðani og haðani av krovinum vóru brúkt at fylla við, men av at hann var so langur, var eisini neyðugt at taka ein bógv av einum lambi at fylla í. Sperðilin [...] Sperðilin hongur nú í hjallinum og ræsir. Tá ið hann er passaligur, verður hann kókaður og etin við eplum afturvið. Gomlu metini í sperðlum áttu suðuroyingar eisini. Í 2000 stungu Rólant Sørensen og Álvur
farin undir at kanna spæliloyvini hjá útlendskum leikarum í Føroyum. Tað máttu tey í Klaksvík ásanna, tá tey mikukvøldið brádliga máttu standa til svars fyri, hvussu útlendingarnir hjá teimum vóru komnar til [...] at siga tað akkurát, sum tað er, so er mín meting, at VÍF er í ferð við at smildra føroyskan hondbólt sundur. Meintu teir nakað við hesum ? annað enn at melda málið - so varð hetta tikið upp á fundi í [...] fútin so ikki íblandaður av hesum ávum, eru greiðu boðini. - At VÍF hevur havt sínar trupulleikar við at fáa leikarar til landið, er eingin umbering í so máta. Teir hava beinleiðis nevnt onnur feløg í
standa til fongsulsrevsing í eitt ár. Hetta tó treytað av, at lógarbrotið er framt við vilja ella við grovum ósketni og við fíggjarligum fyrimuni fyrimuni fyri eyga, og tað er ilt at ímynda sær, at hetta [...] hetta hevur ákærin heft seg við. Sambært skattalógini er slíkar veitingar at rokna sum skattskyldug inntøka, og skalt tú hava skattskylduga inntøku í einum landi, er neyðugt við arbeiðs- og uppihaldsloyvi [...] so, hvørt tað hevði gjørt nakran mun, um HSF biðjur myndugleikarnar hyggja við eitt sindur mildari eygum eftir málunum, men við at standa tigandi, kann tað einans elva til, at ákærur um passivitet fara
sum nú altso stendur við eini veruligari hóttan um aðrudeildarhondbólt komandi kappingarár. Men tað var tó so sum so við spenninginum. Søljan syrgdi nevnliga hampuliga skjótt ? og við einfaldum midlum - [...] flestu síðum mundi verða roknað við eini sera spennandi uppgerð, har bæði vóru mest sum kroyst til at vinna. Kanska einamest Kyndil, sum upp í gjøgnum 90?ini veruliga var við til at mynda føroyska hondbóltsoddin [...] teimum burtur frá teimum heilt leysu skotroyndunum. Úrslitið varð aloftast, at Kyndils-leikararnir máttu royna seg útifrá, og so skjótt skotið varð latið av, spurtaði ein av gulu søljunum fram. Í Kristinu
allir tríggir máttu toga bátin nærri fyri at sleppast kundi umborð. Tað hevði ivaleyst verið tann besta myndin av øllum, tá ið Jógvan Gregersen, myndamaðurin og blaðmaðurin stríddust við at hála skipssíðuna [...] kvinnur og einstakir menn stóðu við bondini og handfóru stóru og leskiligu toskafløkini, sum endaðu í snotuligum eskjum og síðan á plattum. Eitt sindur undarligt sær tað út við fyrsta eygnabráð, at ein lítil [...] fyri, tá ið vit fóru avstað aftur, at vit skuldu fáa nakrar saltaðar lyppur við okkum. - Vit hava tó ikki góðar royndir við at geva vørur út av húsinum. Einaferð, Arbeiðseftirlitið vitjaði her, góvu vit
men í seinasta enda munaði tað tó einki. Dráttur tók settið við 25-23, og kundu sostatt fáa sær ein góðan skølt at styrkja um sjálvsálitið við. Týskvøldið var dystur á skránni í bestu mansdeildini, tá SÍ [...] Flogbóltur Kvinnurnar hjá KÍF, sum annars byrjaðu árið við buldur og brak, taptu annan dystin á rað, tá tær á heimavølli tóku ímóti Drátti. Frá byrjan av tóktist tað benda tann vegin, at talan fór at gerast [...] pappírinum ein av lættari uppgávunum hjá sørvingum, men tað skuldi tó vísa seg, at teir so sanniliga máttu stríðast fyri stigunum. Ikki fyrr enn í javnbrótara í fimta settinum eydnaðist SÍ at tryggja sær stigini
av manningini til Føroyingahavninui fór yvir við "Tjaldrinum" hjá Skipafelagnum fyrst í mei. Teir møttu ísinum, tá teir komu á Hvarvið, og sigldu norður við einari ísbrúgv, men væl lá fyri at sigla inn [...] vesturstrondini. Suðuri í Borgshavn lá »Varðberg« við fýra bátum. Teir høvdu stundum trupulleikar av ísinum, sum fyltist inn í havnina, so skipið ikki fekk samband við bátarnar. Bátaskipini »Kongshavn«, »Hvítabjørn« [...] als ikki sluppu úr aftur havnini, men máttu liggja fyri veturin. Tá varð greitt frá, at einir seks fjórðingar vóru til næstu bygd. Tað var Apilatoq. Gangast máttu fyrst 4 fjórðingar eftir oynni, sum havnin
ið tú fylti 80 ár. Nú tú ert farin, minnist eg teg við takksemi og við gleði um tað, tú var fyri okkum øll og við ynski um, at friður skal vera við minni tínum. Birta Biskopstø [...] hinvegin lívsins lærdóm. 17 ára gamal fór tú til skips við Solo Deo Gloria. Tú fekst um endan av deyðssiglaratíðini og var við dammskipi og síðani við skonnart og øðrum skipum til tú fór upp á land í 1949 [...] áhugaður í, hvussu vit barnabørnini høvdu tað, hvat vit tókust við og á tín egna hátt fekst tú okkum eisini at hugsa um, hvat vit vildu við lívinum. Títt lív var mangan strævið. Bert 11 ára gamal misti
ein friðing, sum er ov víttfevnd, kann fáa. Víst varð á, at summi hava seyð- og hoyggjhús við húsini og tey máttu ikki verða forðað í at brúka tey. Eisini varð víst á, at verður friðingin ov víttfevnt, merkir [...] kommununi fyrsta dagin. Í brævinum er eitt spurnarblað, har teir verða spurdur, um teir taka undir við, at bygt øki í Porkeri verður friða fyri seyð um veturin, ella um teir eru ímóti tí. Atkvøðugreiðslan [...] Somuleiðis gjørdi bygdaráðið sær eisini greitt, at vísir kanningin, at porkenningar ikki taka undir við at friða bygt øki fyri seyð um veturin, verður heldur onki gjørt. Her hinvegin meiriluti fyri tí, skal
varð saman við øðrum ungum gentum sett at vera boðberi millum ymsu ísraelsku støðirnar. ?Har var hvørki telefon ella nakað av slíkum slagi, greiðir hon frá. Vit máttu renna millum húsini við boðum, meðan [...] landið varð stovnað í 1948. Men allarfyrst mugu teir so gevast við sínum terroratsóknum, leggur hann dent á. Eitt lýtt kvøld í november, við stjørnuklárum himli og mánalýsi yvir Jerusalem. Bilarnir strúka [...] ikki sjónvarp, har tit búgva, spyr ein eldri maður, sum stígur úr einum bili, við síðuna av honum, vit koma úr. Konan er við honum. Tey munnu vera í fyrru helvt av sjeytiárunum ella so til aldurs. ?Men