Flogbóltur
Kvinnurnar hjá KÍF, sum annars byrjaðu árið við buldur og brak, taptu annan dystin á rað, tá tær á heimavølli tóku ímóti Drátti. Frá byrjan av tóktist tað benda tann vegin, at talan fór at gerast um sera tungt tak hjá heimaliðnum, og áðrenn KÍF var komið fyri seg, stóð 2-0 í settum til Drátt.
Líkt var tó til, at heimaliðið kortini skuldi koma afturíaftur, tá tær vunnu triðja settið. Tær royndu eisini at halda fast í gongdini í fjórða settinum, og til tíðir høvdu tær eisini leiðsluna, men í seinasta enda munaði tað tó einki. Dráttur tók settið við 25-23, og kundu sostatt fáa sær ein góðan skølt at styrkja um sjálvsálitið við.
Týskvøldið var dystur á skránni í bestu mansdeildini, tá SÍ var á vitjan hjá Fram. Á pappírinum ein av lættari uppgávunum hjá sørvingum, men tað skuldi tó vísa seg, at teir so sanniliga máttu stríðast fyri stigunum. Ikki fyrr enn í javnbrótara í fimta settinum eydnaðist SÍ at tryggja sær stigini móti væl stríðandi Fram liðinum, sum sostatt kom heilt nær eini sensatión.