Vit vóru við til at stovna Ísrael

Vit bardust í gøtunum í Jerusalem, og vit hildu út móti kringseting í tríggjar mánar. Men vit áttu at givið palestinum land teirra aftur, eftir at vit høvdu fingið okkara. Bara gjøgnum samráðing um land fyri frið fáa vit frið í Miðeystri, siga hjúnini Guela og Eliezer Shmueli í Jerusalem, sum vóru við til at stovna ísraelska ríkið eftir frælsiskríggið í 1948

?Tað var eitt undur, at vit yvirlivdu í hesum býnum. Vit vórðu bumbað frá øllum síðum. Einki vatn. Ongan mat. Áhaldandi jarðaferðir. Tað var sum í Stalingrad. Men vit vunnu. Nú mugu vit geva palestinum teirra land aftur, um vit skulu sleppa at liva í friði í okkara landi, sigur Eliezer Shmueli, sum var offiserur í ungdómsdeildini hjá ísraelsku sjálvstýrisrørsluni, tá landið varð stovnað í 1948. Men allarfyrst mugu teir so gevast við sínum terroratsóknum, leggur hann dent á.
Eitt lýtt kvøld í november, við stjørnuklárum himli og mánalýsi yvir Jerusalem. Bilarnir strúka eftir høvuðsvegnum gjøgnum tronga dalin her undir okkum í vestara útjaðara av Jerusalem. Í grannalagnum er gamla bygdin En Kerem, har søgnin sigur, at Zacharias og Elisabeth búðu, og sonur teirra Jóhannes, nevndur Doyparin, varð føddur.
?Shalom! Tað skal dirvi til at vitja okkum. Síggja tit ikki sjónvarp, har tit búgva, spyr ein eldri maður, sum stígur úr einum bili, við síðuna av honum, vit koma úr. Konan er við honum. Tey munnu vera í fyrru helvt av sjeytiárunum ella so til aldurs.
?Men nú síggja tit helst bara tað ringa, heldur hann. Bara bumbur og oyðilegging. Sjónvarpið vísir helst ikki tað veruliga lívið her. Hjartaliga væl komnir skulu tit vera, sigur hesin eldri maðurin.

Pionerar
Tey vóru við í krígnum, tá staturin Ísrael varð stovnaður í 1948. Luttóku í beinleiðs bardøgum í gøtunum i Jerusalem, og upplivdu eina tríggja mánaða langa kringseting av býnum, har maturin var lítil, og vatnið at kalla einki.
Guela og Eliezer vóru bæði limir í ísraleska ungdómsbólkinum, sum stríddist fyri at stovna ríkið Ísrael. Tey høvdu bæði arabar og bretar at berjast ímóti, greiða tey frá.
Bretar høvdu politisku yvirvøldina í Palestina, og tá Ísrael varð stovnað 14. mei 1948, hjálptu teir arabum við at strika okkum av landkortinum, sigur Eliezer Shmueli.
?Teir hjálptu teimum við einki at gera, tá arabar brendu Jerusalem, sigur hann.
Tey vóru innkallað at hjálpta til, nú støðan var so álvarsom, at rættiligt kríggj spurdist burturúr. Og kríggj fingu tey, greiða tey frá.
Tey bardust í gøtunum hús úr húsið. Tað var blóðugt kríggj, og útgerðin var ring.
Guela varð saman við øðrum ungum gentum sett at vera boðberi millum ymsu ísraelsku støðirnar.
?Har var hvørki telefon ella nakað av slíkum slagi, greiðir hon frá. Vit máttu renna millum húsini við boðum, meðan kúlurnar fístu um oyruni á okkum. Og at verja okkum var heldur ikki so lætt, tí har var ikki so frægt sum ein byrsa í part.
Eg minnist áhaldandi jarðarferðirnar, tá vit máttu jarða øll tey, sum doyðu í áhaldandi skjótingini, sigur Eliezer. Eg dugi ikki at íggja nakra logiska frágreiðing upp á, at vit yvirlivdu. Tað var eitt undur. Men eg trúgvi ikki upp á undur, tekur hann aftur í aftur.
?Og so var alt hetta púra óneyðugt, eru tey bæði samd um. ST hevði boðið ísraelum at býta Palestina í tvey, soleiðis at Ísrael og palestina fingu helvt um helvt. Ísrael fekk ikki boðið Jerusalem. Ben Gurion tók av, men tað gjørdu arabar ikki.

Noyddir í kríggj
Ísraelar hava verið í fleiri kríggjum síðan tá. Men hvørja ferð eru vit noydd í kríggj, siga Shmueli hjúnini sum við ein munn.
Eitt var seks daga kríggið í 1967. Tað kundi verið nógv betri sloppið burtur úr tí, um gjørt varð, sum vit skutu upp.
Ísraelski forsætisráðharrin, Levi Eschol, bað Hussein kong í Jordan, sum ísraelsmenn hildu nógv av, um ikki at loypa á, tí tað fór bara at koma honum aftur um brekku.
Egyptar taptu kríggið upp á tveir tímar, tá ísraleska flogvápnið soraði alt tað egyptiska flogvápnið.
Men kortini, eftir at hetta var hent, tosaðið Nasser forseti í Egyptalandi við Hussein í telefon og villeiddi hann nakað so øgiligt. Hendan samrøðan varð tikin á band av ísraelsku fregnartænastuni. Nasser segði soleiðis:
?Bróðir mín. Vit vinna nú kríggið, og um tríggjar tímar eru vit í Tel Aviv.
Størri lygn hevur ikki verið framborin, heldur Eliezer Shmueli.
Men Hussein, stakkalin, trúði Nasseri og lat Jerusalem bumba. Tað kom honum so eiisni aftur um aftur í gráum kálvsskinni, sum søgan hevur víst.
Ísraelar tóku allan Jerusalem, Gaza og Vestara Áarbakka. Sinai frá egyptum og Golan heyggjarnar frá sýrum, sum eisini høvdu blandað seg uppí.

Vilja hava frið
?Vit vilja hava frið við grannarnar, sigur Eliezer Shmueli. Og tað kundu vit eisini fingið, um báðir partar vildu tað.
Hann tekur undir við hugsjónini um land fyri frið.
?Vit mugu geva burtur av landinum, vit í dag ráða yvir, um vit í framtíðini vilja sleppa at liva her, sigur hann. Og hann er sinnaður at lata meira. Bæði land og vitan, sigur hann.
Hann er ikki í iva um, at tað skulu tveir partar til at kríggjast, og Ísrael er ikki heilt uttan skuld heldur. Men teir stóru syndararnir eru arabisku leiðararnir, sum avgjørt onga hugsjón hava, tvíheldur hann um.
?Teir trútta niður í sítt fólk, at tey skulu aftur til Palestina, tí tey eru palestinar. Eg fái ilt í búkin av at hoyra ein seks ára gamlan smádrong siga, at hann er úr Palestina, tí at abbi hansara varð fluttur úr Palestina til Libanon í 1948.
Eliezer Shmueli heldur, at arabararnir skuldu heldur lært av ísrelsmonnum og sent alt hatta fólkið, sum savnað er í flóttafólkalegurnar, til arbeiðis.
?Teir hava veldugar víddir liggjandi í steindeyðari oyðimørk, har tey saktans kundu verðið flutt til at velt og dyrka, sigur hann. Vit kunnu so passandi hjálpa teimum við teirri vitan, vit hava arbeitt upp, síðan fólk flutti higar at búgva í oyðimørkunum, sum her vóru, men nú eru dyrkað land. Men hygg at teimum. Teir troðka milliónir saman í Gaza heldur enn at flyta tey til Sinai, har vit longu frammanundan hava gjørt klárt til teirra at koma, áðrenn vit lótu teimum landið aftur.
?Hygg so at Ísrael. Vit tóku ímóti eini heilari millión av sovjettiskum jødum, tá Sovjetsamveldið fall, og vit hava ongar flóttafólkalegur her. Vit bygdu teimum bústaðir og sendu tey til arbeiðis beinanveg, sigur pionerurin, sum var eftirlýstur av bretum fyri sítt partisanvirksemi. Hann var seinni í 12 ár aðalstjóri í ísraelska Undirvísingarmálaráðnum og er nú í pensionistaárum nevndarformaður í felagsskapi, sum hevur til endamáls at samansjóða ungfólk úr øllum heiminum til friðaligt samskifti uttan kríggj.