Úlendingamálið
Løgreglan er av álvara farin undir at kanna spæliloyvini hjá útlendskum leikarum í Føroyum. Tað máttu tey í Klaksvík ásanna, tá tey mikukvøldið brádliga máttu standa til svars fyri, hvussu útlendingarnir hjá teimum vóru komnar til landið.
Og tað er einki dulsmál, at tey í Klaksvík eru alt annað enn fegin um, hvussu útlendingamálið nú tykist at koyra.
Gestur Hovgaard er formaður í starvsnevndini hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag, og sjálvt um hann ikki stendur fyri hondbóltsdeildini, so hevur hann í sessinum evstu ábyrgdina av felagnum. Og hann helt tað vera nógv fyri, at eitt hondbóltsfelag soleiðis er farið til fútan fyri at fáa málið staðfest.
- Fyri at siga tað akkurát, sum tað er, so er mín meting, at VÍF er í ferð við at smildra føroyskan hondbólt sundur. Meintu teir nakað við hesum ? annað enn at melda málið - so varð hetta tikið upp á fundi í HSF. Har høvdu feløgini kunnað tosað sínamillum um, hvussu hetta skuldi gerast, og so var fútin so ikki íblandaður av hesum ávum, eru greiðu boðini.
- At VÍF hevur havt sínar trupulleikar við at fáa leikarar til landið, er eingin umbering í so máta. Teir hava beinleiðis nevnt onnur feløg í sínum skrivi, og so fútin noyddur at kanna hesi, og so er skjótt, at ákæra kann reisast.
Og at hetta kann fáa stórar avleiðingar fyri allan føroyskan ítrótt, er Gestur ikki í iva um.
- Frammanundan eru nógv feløg, sum nóg illa hóðra undan. At tey kortini gera tað, er tí eldsálir kring landið leggja eina rúgvu av tíð og orku í felagsarbeiðið. Kanska kenna tey ikki altíð allar lógvir, so sum donsku útlendingalógina, men eg ivist ikki í, at eingin av hesum snýtir við vilja. Tey hava gjørt arbeiðið í allar bestu meining, og at tey soleiðis skulu revstast fyri arbeiðið, tí at nakrir vestmenningar hava fingið ilt onkra staðni, er nógv fyri, staðfestir KÍ-formaðurin.
Í Klaksvík var tað annars Kristofftur Ragnarsson, formaður í hondbóltsdeildini, sum mátti svara fyri løgregluni, og tó at hann harmaðist gongdina í málinum, so var hann ikki heilt so hvassorðaður sum starvsnevndarformaðurin.
- Hjá okkum vóru øll pappírini í lagi, so har var einki at heinta. Vit hava alla tíðina syrgt fyri, at røttu mannagongdirnar eru nýttar, og so hava vit bara góðtikið, at málini hava tikið ta tíð, tey hava tikið, sigur Kristoffur.
- Eg skal ikki standa her og verja VÍF á nakran hátt, men mín fatan er, at tú hevur við slíkt at gera, so mást tú seta teg inn í tær reglur, sum eru galdandi. Tað hevur VB eftir øllum at døma ikki gjørt, og tað er sera harmiligt. Tí eingin ivi skal vera um, at eisini vit eru sera keddir av, at málið nú tykist fara so langt, sum tað er farið, sigur Kristoffur.