Hondbóltur
Søljan er ikki longur botnlið í bestu kvinnudeildini. Hesum syrgdu tær fyri, tá tær á heimavølli tóku alt í botnslagnum móti Kyndli, sum nú er einsamalt eftir á niðasta sessinum.
Køvdu spenningin
Frá flestu síðum mundi verða roknað við eini sera spennandi uppgerð, har bæði vóru mest sum kroyst til at vinna. Kanska einamest Kyndil, sum upp í gjøgnum 90?ini veruliga var við til at mynda føroyska hondbóltsoddin, men sum seinnu árini er dottið alt meira burturímillum. Og sum nú altso stendur við eini veruligari hóttan um aðrudeildarhondbólt komandi kappingarár.
Men tað var tó so sum so við spenninginum. Søljan syrgdi nevnliga hampuliga skjótt ? og við einfaldum midlum - fyri, at rúmur sjógvur varð lagdur ímillum liðini. Spæliætlanin var púrasta greið. Tær lótu Kyndil koma móti verjuni, har tær so royndu at halda teimum burtur frá teimum heilt leysu skotroyndunum. Úrslitið varð aloftast, at Kyndils-leikararnir máttu royna seg útifrá, og so skjótt skotið varð latið av, spurtaði ein av gulu søljunum fram. Í Kristinu Griksaite hevur Søljan ein málverja, sum bæði kann bjarga og kasta langt, og tá gestirnir hvørki tóktist hava hug ella orku at renna við fullari ferð heim, so mátti tað ganga galið.
Somikið mið- og einvís var hendan satsanin hjá Søljuni, at tað fyri Kyndil ivaleyst hevði verið skilagott, um tær høvdu gjørt sum fótbóltslið, ið skulu styrkja verjuna. Nevnliga spælt við einum sweepara, sum so kundi samlað upp, tá bóltar vórðu tveittir fram.
Og sum hálvleikurin leið, so fór málmunuriin eisini at merkja sálarligu støðuna hjá liðunum báðum. Spælið hjá Kyndli gjørdist alt meira mótleyst, og uttan nakran stórvegis brodd fekk heimaliðið alsamt víðari ræsur til sítt spæl. Hóast fleiri útkøst ikki vóru nóg neyv, tí Kristina alla tíðina skundaði tær somikið nógv, so góvu fleiri teirra eisini úrslit, og neyðars Fríða Petersen í Kyndils-málinum fekk ikki gjørt stórvegis fyri halda muninum niðri.
At Søljan hevði nýtt nógva orku í støðugu spurtunum fram eftir vøllinum fyri steðgin gjørdist skjótt greitt, tá liðini komu útaftur. Framvegis tóktist ætlanin vera á leið tann sama. Tó at hon nú ikki var heilt so einvís.
Hinvegin var ikki longur sama ferðin í beinunum á leikarunum, og seinasta korterið ella so birtist ein lítil vón hjá Kyndli. Søljan fekk hesa løtuna bert tvey mál, og sum minuttirnir liðu gjørdist spælið alt meira fjálturssturngið. Óttin fyri at tað kortini skuldi eydnast Kyndli at fáa okkurt burturúr vaks støðugt í høvdunum á leikarunum, og saman við møðini viðførdi hetta alt meira mistøk í spælinum.
Fyri áskoðararnar mundi óttin tó ikki kennast heilt so stórur. Minuttirnir tikkaðu støðugt avstað á klokkuni, og tó at Kyndil fekk minkað munin í trý mál, so vóru tá bert hálvur annar minnuttir eftir, og tað var ikki nóg mikið. Søljan megnaði eisini móti endanum at skjóta enn eitt mál, og so var frøi á gentunum. Løtu seinni blástu dómararnir fyri seinastu ferð, og so var tað greitt. Søljan hevur í fyrstu atløgu skrykt seg úr botninum, og umframt týdningin á stigatalvuni, so mundi tað sálarliga eisini kennast sum eitt stórt skump hjá liðnum.
Hjá Kyndli er støðan hinvegin einki serlig í løtuni. Sum nevnt, so hevur liðið seinasta tíggju-ára skeiðið vunnið sær nakrar stoltar traditiónir, men hesar hjálpa tó lítið í verandi støðu. Stóri trupulleikin hjá liðnum tykist vera, at har er eingin leikari, sum einsamøll kann lyfta liðið, tá mest stendur á. Ætlaði útlendski styrkurin varð av ongum í ár, og tó at Lotte Sørensen nú var aftur at síggja á liðnum, so krevur hon helst nakað av tíð, áðrenn hon av álvara er komin fyri seg eftir drúgva skaðasteðgin.
Miðvísa ungdómsarbeiðið í felagnum hevur tó viðført, at tað eru fleiri leikarar, sum í framtíðini kunnu gera nógv um seg, og tí er tað helst eyka keðiligt fyri felagið, at støðan í løtuni er tann, at liðið liggur til eina framtíð í næstbestu deildini.