felagsskapur, sum er við at menna seg til eitt samveldi av londum Sjálvt um ES ikki einans er marknaðaratgongd mugu vit hugsa um at verða partur av núverandi alheimsgerð, soleiðis at tað gagnar okkum best [...] limur, meðan ríkisfelagsskapurin ikki er. At taka undantøkini av, verður javnan tosað um í Danmark. Tað tykist sum um stórur partur av politikarunum eru fyri, meðan tað er meira ivasamt við fólkinum, sum [...] møguleiki kundi sjálvsagt verið, at Føroyar slap at avgera um málsøkini skulu til Brússel, men við tí kravið, at tey einsæris kunnu afturtakast, soleiðis at um málsøkini fara til Brússel so verður tað gjørt við
ikki so út. Meðan ungdómurin í Føroyum tosar opið um hesar spurningarnar, so vóru fleiri politikarar um at kvalast í sínum egna slipsi, tá teir hoyrdu um sam-kynd. * Inni í klokkuni í rúmdini eru øll eins [...] farin (um hon nakrantíð hevur verið), tá ið samfelagið var so einfalt og lætt at skilja, at okkara kosnu menn sótu við fullfíggjaðum yvirliti yvir mentan og samfelag landsins. Viðhvørt tykist sum um tað politiska [...] Politikkur er um politikk. Sosial og mentanarlig viðurskifti blíva sjáldan til "politisk mál", sum verða tikin í álvara. * Sjónleikurin kom inn á Løgtingið við Ginusøgum. Ongin tosaði um listagreinina
teir í B36, at nú mátti røkka ella støkka. Mótstøðuliðið var GÍ, og um talan ikki gjørdist um sigur, stóð liðið eftir við einum kravi um seks stig í teimum báðum seinastu dystunum, sum eru móti ávíkavist [...] so var tað fyri tað mesta einvegis. Jákup á Borg økti við brotssparki, og stutt undan steðginum økti Julian Johnsson til 3-0. Gøtumenn minkaðu tó skjótt um munin, tá Krzystof Popczynski gjørdi sær dælt [...] at hesi verða fingin til høldar. Dysturin í tølum B36-GÍ 5-1 (3-1) 1-0: Allan Mørkøre 2-0: Jákup á Borg 3-0: Julian Johnsson 3-1: Krzystof Popczynski 4-1: John Petersen 5-1: John Petersen
Kanadsiska stjórnin sigur, at tað er kríggið í Irak, sum hevur fingið Bush at avlýsa ferðina norður um markið. Kanadiski forsætisráðharrin, Jean Chretien, sigur, at hann skilir avgerðina hjá amerikanska [...] ikki fyrr enn í heyst. Kanada var eitt av londunum, sum var harðliga ímóti amerikansku avgerðini at leypa á Irak. Kanadiska stjórnin góðtók ikki amerikansku grundgevingarnar fyri at seta álopið í verk.
Donald Rumsfeld, nakrar av medarbeiðarum sínum í verjumálaráðnum Pentagon leggja eina ætlan um, hvussu USA skuldi leypa á Sýrialand, tá kríggið í Irak varð liðugt. Grundgevingin hjá ráðharranum var, at Sýrialand [...] Powell, uttanríkisráðharri ávarað Sýrialand ímóti at hýsa fyrrverandi irakskum leiðarum, og illgrunin um, at landið hevur hópoyðingarvápn, hevur eisini verið nevndur. Í gjár hótti Powell sýrar við diplomatiskum
grundgevingin fyri at leypa á Irak. Fyrradagin kunngjørdi amerikanska herleiðslan í Qatar, at hon hevur sett sær fyri at leita eftir hópoyðingarvápnum á 36 støðum ymsastaðni í Irak. Talan er um ein part av teimum [...] at talan var kortini ikki um hópoyðingarvápn, men heldur okkurt evni ímóti illgrasi ella okkurt annað lógligt evni. Ikki í iva Stjórnin í Washington er kortini ikki í iva um, at hópoyðingarvápnini eru [...] Fyri hvønn dag sum gongur, veksur trýstið á stjórnina í Washington um at leggja fram prógv fyri, at Irak veruliga hevur hópoyðingarvápn. Tí so leingi eingi tílík vápn eru funnin, stendur trúvirðið hjá
Johannsen. Um ikki verður hugsað so nógv um aldurin, men heldur um tíðina og leiklutin, sum teir hava havt á landsliðnum, so eru hesir spælararnir úr næsta ættarliðnum úttiknir: Jákup á Borg, Andrew av [...] sjóndar í landsliðshøpi. Í gjár vórðu spælararnir úttikinir, sum skulu umboða Føroyar, tá ið Kasakstan um eina stóra viku fer at spæla tveir landsdystir í Føroyum. Henrik Larsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið [...] teir báðar er, at teir eru skaddir. B36 er best umboðað við fimm spælarum: John Petersen, Jákup á Borg, Julian Johnsson, Pól Thorsteinsson, og Heðin á Lakjuni. Næstbest umboðaða felagið er B68, sum eigur
varð stútað móti málinum, men hann fekk bara beint bóltin yvir til Jákup á Borg, sum tætt undir málinum fekk skumpað bóltin inn um liggjandi verjuleikara. Ein løtu í seinna hálvleiki var HB ávegis úr ste [...] Dalheim Skála-B36 1-3 (1-2) 1-0: Petur Svávarsson 1-1: Jákup á Borg 1-2: Julian Johnsson 1-3: Julian Johnsson B36-HB 1-1 (1-0) 1-0: Jákup á Borg 1-1: Andrew av Fløtum GÍ-Skála 4-1 (3-0) 1-0: Krzystof Popczynski [...] HB ivaleyst, tá Páll M. Joensen varð spældur blankur mitt fyri. Snildisliga sendi hann bóltin væl út um armarnar hjá pólendinginum í GÍ-málinum, men bólturin brast á stólpan og aftur til málverjan. Og so
Svá er Ivan ? reystur seggur! Armin hann um Katju leggur ? Søta Katja ? søta mín! Tú ert pína doyð eitt skrín ... Katja gnisar, fús og ør, heit um hupp og vát um lør ... - Katja, Katja O mín sviska, kyssiliga [...] 2 Og hvirlurnar leika og bresta hátt. Teir eru á reiki, teir tólv, í nátt. Um herðarnar hongur byrsan lødd, nú verður vónin um frælsið fødd... Í gininum ballið, og neistarok. Teir blæsa burtur sítt trælaok [...] hann fallin er í fátt, brettir kragan upp um hálsin sum eitt spilt og krillut spott. - Sig, hví ert tú stúrin, vinur? - Er tær náttin myrk og long? - Hugsar tú um neyðars Katju har í síni køldu song? - Kæru
á miðvøllinum, og at Jákup á Borg verður ytstur í høgra miðvallarborði. John Petersen verður í álopinum. Hans Fróði Hansen var ongantíð millum teir fyrstu ellivu í fjør. Um hann ikki verður tað í morgin [...] Hjalgrím Elttør vera ivaleyst millum teir fyrstu ellivu. Spuringurin er, um Hjalgrím verður í álopinum saman við John Petersen, ella um hann verður í miðvallarplássinum í vinstru. Súni Olsen verður miðvallari [...] Ingi Højsted er nógv tann yngsti í hópinum hesa ferð. Hann verður ikki átjan fyrrenn 12. november, og um hann verður settur á vøllin ímóti Kasakstan, so verður hann yngsti føroyski landsliðsspælarin nakrantíð