Ingi yngstur nakrantíð á landsliðnum

Tað er rættuliga sannlíkt, at Ingi Højsted ímóti Kasakstan fer at verða yngsti føroyski spælarin nakrantíð í altjóða skrásettum landsdysti

LANDSLIÐSMET

Klokkan fýra seinnapartin í morgin fer føroyska fótbóltslandsliðið undir sína 85. uppgávu, síðani altjóða limaskapurin gjørdist veruleiki fyri skjótt fimtan árum síðani. Føroyar hava spælt 31 EM undankappingardystir, 30 HM undankappingardystir, fýra NM dystir, og uppgerðin á Svangaskarði verður 20. vinardysturin.
Í teimum 84 landsdystunum hava tilsaman 79 spælarar umboðað Føroyar. Tað er rættuliga sannlíkt, at í hvussu so er ein og ivaleyst fleiri spælarar, sum ikki hava verið á landsliðnum áður, fara at fáa møguleikan í morgin ella týskvøldið. Teir, sum ikki hava verið á landsliðnum áður, og sum hava møguleikan hesa ferð, eru Atli Danielsen, KÍ, Jan Ingi Petersen, B68, Símun Samuelsen, GÍ, og Ingi Højsted, Arsenal. Atli og Jan Ingi eru 19 ára gamlir, og Símun Samuelsen verður átjan 21. mai. Ingi Højsted er nógv tann yngsti í hópinum hesa ferð. Hann verður ikki átjan fyrrenn 12. november, og um hann verður settur á vøllin ímóti Kasakstan, so verður hann yngsti føroyski landsliðsspælarin nakrantíð.
Yngsti spælarin higartil hevur verið Jón Rói Jacobsen. Hann var 18 ár 1 mánað og 25 dagar, tá ið hann í EM undankappingardystinum ímóti Sveis 2. juni í 2001 á heimavølli varð skiftur inn.
Um Ingi verður skiftur inn ímóti Kasakstan, verður hann meiri enn eitt hálvt ár yngri landsliðsspælari, enn Jón Rói Jacobsen var fyri tveimum árum síðani, og Ingi verður samstundis fyrsti føroyski spælarin, sum verður á landsliðnum, áðrenn hann er fyltur átjan ár (Símun Samuelsen hevur eisini møguleika at røkka hesum metinum).

Liam Brady er venjari
Í gjár var tað ikki greitt, um Ingi Højsted verður tøkur til dystin í morgin. Men tað var greitt, at hann verður tøkur týsdagin, og sambært hjálparvenjaranum á landsliðnum, Jógvani Martin Olsen, so er Ingi Højsted so væl fyri, sum hann ongantíð hevur verið áður.
Ingi er á talentliðnum hjá sjálvum Arsenal. FSF vildi hava, at Ingi skuldi koma til Føroya í gjár, men tað setti venjarin hjá Arsenal seg ímóti.Hann vildi hava, at Ingi skuldi spæla á talentliðnum í dag.
Venjarin hjá Arsenal talentunum er ikki hvør sum helst. Talan er um Liam Brady, sum tilkomnu fótbóltshugaðu føroyingarnir kennast við. Hann er íri og var krumptappurin á Arsenal miðvøllinum síðst í sjeyti árunum og fyrst í áttati árunum, áðrenn hann varð seldur til Juventus. Liam Brady varð mettur at vera ein tann besti miðvallarin í Onglandi tann tíð tað var.
? Ingi var við á venjingarleguni í Spania. Tá gekk tað rætta vegin hjá honum, og síðani hevur tað gingið støðugt framá. Síðani hann kom til Onglands hevur Ingi verið nógv plágaður av skaðum. Nú hevur hann í fleiri mánaðir vant og spælt uttan at hava verið skaddur. Eg rokni møguleikan stóran fyri, at hann fer at fáa møguleikan eina løtu ímóti Kasakstan, sigur Jógvan Martin Olsen.

Fleiri met
Jens Martin Knudsen verður í føroyska málinum í morgin. Hvørja ferð hann umboðar Føroyar setur hann nýtt met sum elsti landsliðsspælarin í altjóða skrásettum dystum. Veteran málverjin verður 36 ár 11. juni ella sama dag, sum Týskland og Føroyar fara at spæla á Tórsvølli.
Næstelsti spælarin á landsliðnum hesa ferð er Jóhannis Joensen. Hann verður 33 27. november, og tað skal tískil nógv til, áðrenn Jóhannis fer at taka metið sum aldursforseti á landsliðnum frá Jens Martini.
Óli Johannesen verður ikki á liðnum í morgin. Hann verður upptikin av landskappingardysti á heimavølli í Hvidovre, har teir fara at taka ímóti Vejle, sum hevur Christian Høgna Jacobsen í hópinum. Óli Johannesen verður á føroyska liðnum týskvøldið, og tá fer hann sum fyrsti føroyingurin at spæla á landsliðnum fyri 60. ferð.

Møguligt lið
Umframt Óla Johannesen vera útisetarnir Jákup Mikkelsen, Christian Høgni Jacobsen og Jón Rói Jaocbsen ikki við í morgin, og harafturat er tað mest sannlíkt, at Ingi Højsted ikki verður tøkur. Men tað er ein møguleiki fyri tí. Andrew av Fløtum og Rógvi Jacobsen vera í Íslandi við HB í morgin.
Tað er púra greitt, at Jens Martin Knudsen verður málverji í morgin. Tað er eisini greitt, at Fróði Benjaminsen og Julian Johnsson fara at hava sentralu leiklutirnar á miðvøllinum, og at Jákup á Borg verður ytstur í høgra miðvallarborði. John Petersen verður í álopinum.
Hans Fróði Hansen var ongantíð millum teir fyrstu ellivu í fjør. Um hann ikki verður tað í morgin, tá ið bæði Jón Rói Jacobsen og Óli Johannesen vera burtur, so er torført at síggja, hví boð verða send eftir honum. Tí er upplagt at rokna við, at Hans Fróði verður í miðverjuni saman við Pól Thorsteinsson.
Súni Olsen og Hjalgrím Elttør vera ivaleyst millum teir fyrstu ellivu. Spuringurin er, um Hjalgrím verður í álopinum saman við John Petersen, ella um hann verður í miðvallarplássinum í vinstru. Súni Olsen verður miðvallari í vinstru ella vinstri vongverji. Aðrir møguleikar á vongverjunum og í miðverjuni eru Jóhannis Joensen og Allan Joensen.
Ein møguleiki er, at teir fyrstu ellivu fara at vera hesir: Jens Martin Knudsen ? Jóhannis Joensen, Pól Thorsteinsson, Hans Fróði Hansen, Allan Joensen ? Jákup á Borg, Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen, Súni Olsen ? John Petersen, Hjalgrím Elttør.
Á beinkinum verða so í morgin Bjarni Johansen, Jan Ingi Petersen, Atli Danielsen, Heðin á Lakjuni, Símun Samuelsen og Jónhard Frederiksberg.
Eftir dystin í morgin verður liðið til dystin týsdagin úttikið. Tá verða útisetarnir og teir báðir HB spælararnir tøkir.