Símun Samuelsen á landsliðnum

Millum teir 24, sum hava fingið landsliðsboð, eru fleiri ungir menn, og harvið verður staðfest, at ættarliðsskiftið heldur fram á landsliðnum

Tað koma alt fleiri nýggj nøvn til sjóndar í landsliðshøpi. Í gjár vórðu spælararnir úttikinir, sum skulu umboða Føroyar, tá ið Kasakstan um eina stóra viku fer at spæla tveir landsdystir í Føroyum.
Henrik Larsen, landsliðsvenjari, hevur úttikið 24 spælarar. At talið er so stórt kemst av, at HB spælararnir og útisetarnir ikki vera tøkir til landsliðsfótbólt.
HB skal annan sunnudag spæla í Íslandi ímóti íslendska meistaraliðnum, og útisetarnir fara sama dag at vera upptiknir av landskappingardystum.
Útisetarnir og HB spælararnir koma tískil ikki til landið fyrrenn eftir fyrra dystin, sum verður á Svangaskarði sunnudagin 27. apríl klokkan 16. Úttøkan til seinna dystin, sum verður spældur á Tórsvølli týsdagin 29. apríl klokkan 18.45, verður ikki fyrrenn aftaná fyrra dystin.

Nýggjasta skotið
Nýggjasti maðurin í landsliðshøpinum er Símun Samuelsen úr GÍ. Undan kappingarbyrjan flutti átjan ára gamli álopsspælarin úr VB og til GÍ. Nú verður hann mettur at vera so mikið góður, at hann hevur fingið landsliðsboð.
Ein veteranur, sum altíð hevur verið og framvegis er VB spælari, hevur eisini fingið landsliðsboð. Tað er VB málverjin Bjarni Johansen. Hann hevur ikki verið á landsliðnum í átta ár. Í steypakappingini hevur hann verið framúr væl upplagdur. Nú er hann aftur triði málverjin á landsliðnum, og tað er greitt, at hann í hvussu so er verður á beinkinum í fyrra dystinum ímóti Kasakstan.

Ungu menninir
Umframt Símun Samuelsen eru fleiri aðrir ungir spælarar úttiknir. Jón Rói Jacobsen og Hjalgrím Elttør hava longu verið við fleiri ferðir, og teir mugu metast so at siga at vera sjálvskrivaðir í hópinum. Jan Ingi Petersen úr B68 var við á venjingarleguni fyrr á árinum. Hann hevur fingið boð, og tað hevur Atli Danielsen úr KÍ eisini. Súni Olsen úr GÍ var eisini við á venjingarleguni, og hann er við aftur.
Ingi Højsted úr Arsenal hevur verið nógv plágaður av skaðum. Hann er nú komin rættuliga fyri seg, og venjarin hevur sent boð eftir miðvallaranum at koma úr London og Highbury og á Svangaskarð og Tórsvøll at vísa, hvørjar knotur eru í honum.
Jonhard Frederiksberg av Skála hevur aftur hesa ferð fingið boð.

Royndu spælararnir
Meiri tilkomnu landsliðsspælararnir, sum hava fngið boð, eru Jens Martin Knudsen, Hans Fróði Hansen, Fróði Benjaminsen, Jóhannes Joensen, Pól Thorsteinsson, Julian Johnson, John Petersen, Jákup Mikkelsen og Óli Johannsen.
Um ikki verður hugsað so nógv um aldurin, men heldur um tíðina og leiklutin, sum teir hava havt á landsliðnum, so eru hesir spælararnir úr næsta ættarliðnum úttiknir: Jákup á Borg, Andrew av Fløtum, Heðin á Lakjuni, Rógvi Jacobsen, Helgi L. Petersen og Christian Høgni Jacobsen.
Millum teir, sum hava verið nógv á landsliðnum, og sum ikki eru úttiknir hesa ferð, eru Jens Kristian Hansen og Øssur Hansen. Felags fyri teir báðar er, at teir eru skaddir.
B36 er best umboðað við fimm spælarum: John Petersen, Jákup á Borg, Julian Johnsson, Pól Thorsteinsson, og Heðin á Lakjuni. Næstbest umboðaða felagið er B68, sum eigur tríggjar spælarar ? Fróði Benjaminsen, Hans Fróði Hansen og Jan Ingi Petersen.
So eru tað fleiri feløg, ið eiga tveir spælarar í 24 manna hópinum. Úr HB eru tað Rógvi Jacobsen og Andrew av Fløtum, úr NSÍ Jens Martin Knudsen og Helgi L. Petersen, úr KÍ Hjalgrím Elttør og Atli Danielsen og úr GÍ Súni Olsen og Símun Samuelsen.
Jónhard Frederiksberg umboðar Skála, Bjarni Johansen VB, Jóhannis Joensen, og FS Vágar. Einasta felagið í 1. deild, sum ikki eigur umboð í stóra hópinum, er EB/Streymur.
Útisetarnir hava ofta verið fleiri enn fimm. Men tað er einki óvæntað í, at teir ikki eru fleiri, tí tað eru fáirføroyingar, sum í løtuni spæla fótbólt uttanlands.
Landsliðið skal møta leygardagin 26. apríl klokkan 9.30.