Rumsfeld ætlaði at leypa á Sýrialand aftan á Irak

Verjumálaráðið Pentagon og Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri ætlaðu at leypa á Irak, tá kríggið í Irak var av, men forsetin vrtakaði ætlanina

Fyri nøkrum vikum síðani bað amerikanski verjumálaráðharrin, Donald Rumsfeld, nakrar av medarbeiðarum sínum í verjumálaráðnum Pentagon leggja eina ætlan um, hvussu USA skuldi leypa á Sýrialand, tá kríggið í Irak varð liðugt. Grundgevingin hjá ráðharranum var, at Sýrialand hevði latið Irak vápn, og tí landið skal hava samband við yvirgangsvirksemi.
Tað er bretska blaðið The Guardian, sum avdúkar ætlanina hjá Rumsfeld. Sambært blaðnum bað ráðharrin Doug Feith, varaverjumálaráðharra í politiskum viðurskiftum, og William Luti, leiðara á ætlanardeildini hjá Pentagon, leggja álopsætlanina. The Guardian vísir í hesum sambandi á, at longu í 1996 mæltu Doug Feith og aðrir republikanarar Ísrael til at gera eitt átak ímóti Sýrialandi.
Men ætlanin hjá Rumsfeld varð av ongum, tí George W. Bush, forseti steðgaði henni, skrivar The Guardian.
Seinastu dagarnar hava bæði Donald Rumsfeld og Colin Powell, uttanríkisráðharri ávarað Sýrialand ímóti at hýsa fyrrverandi irakskum leiðarum, og illgrunin um, at landið hevur hópoyðingarvápn, hevur eisini verið nevndur. Í gjár hótti Powell sýrar við diplomatiskum tiltøkum og handilstiltøkum, vil landið ikki samstarva, sum hann málbar seg.
Ísraelski forsætisráðharrin, Ariel Sharon, hevur eisini hert sínar atfinningar at Sýrialandi. Í gjár segði hann, at sýriski forsetin, Bashar al-Assad, er ein vandamikil maður, tí hann kann fara skeivur av maktjavnvágini millum Sýrialand og Ísrael.