Leita nú eftir hópoyðingarvápnum

Nú irakska mótstøðan er at kalla burturi, hava amerikansku hermenninir hert leitingina eftir hópoyðingarvápnum hjá Saddam-stýrinum. Kríggið sjálvt hevur ikki avdúkað nøkur tílík vápn

Fyri hvønn dag sum gongur, veksur trýstið á stjórnina í Washington um at leggja fram prógv fyri, at Irak veruliga hevur hópoyðingarvápn. Tí so leingi eingi tílík vápn eru funnin, stendur trúvirðið hjá bæði George W. Bush, forseta og Tony Blair, forsætisráðharra í váða. Tað vóru júst hesi vápnini, sum vóru tann almenna grundgevingin fyri at leypa á Irak.
Fyrradagin kunngjørdi amerikanska herleiðslan í Qatar, at hon hevur sett sær fyri at leita eftir hópoyðingarvápnum á 36 støðum ymsastaðni í Irak. Talan er um ein part av teimum støðunum, sum amerikanarar hava nevnt fyrr sum møguligar hópoyðingarvápnagoymslur so sum rannsóknarstovur, verksmiðjur og herstøðir.
Í verjumálaráðnum Pentagon vóna tey, at leitingin fer at geva úrslit skjótt, men tey hava kortini nevnt, at arbeiðið kann fara at taka ein mánað.
Teir amerikansku og bretsku hermenninir hava fleiri ferðir boðað frá, at teir hava sæð tekin um, at Irak fjalir hópoyðingarvápn. Teir hava funnið eitt nú gassmaskur, serligar trygdarbúnar og evni, sum eru ætlað at verja ímóti gasseitran. Fleiri ferðir hava teir tikið royndir av tí, sum teir hava funnið, men eins og vápnaeftirlitsmenninir hjá ST eru teir hvørja ferð komnir til ta niðurstøðu, at talan var kortini ikki um hópoyðingarvápn, men heldur okkurt evni ímóti illgrasi ella okkurt annað lógligt evni.
Ikki í iva
Stjórnin í Washington er kortini ikki í iva um, at hópoyðingarvápnini eru onkunstaðni. Stjórnin sigur, at bæði amerikanskar og bretskar fregnartænastufrágreiðingar vísa, at irakar hava fingist við at gera bæði evnafrøðilig og lívfrøðilig vápn.
At hermenninir ikki hava funnið nøkur slík vápn kemst av, at irakar eru vorðnir sannir meistarar í at fjala tey, siga talsmenn hjá stjórnini í Washington.
? Vápnaeftirlitsmenninir hjá ST funnu eingi hópoyðingarvápn, og vit fara heldur ikki at finna tey, fyrr enn vit hava fingið møguleika at tosa við teir menninar, sum kunnu siga okkum, hvar tey eru fjald, segði Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri, sunnudagin.
Seinastu dagarnar eru amerikansku leiðararnir farnir at finnast at Sýrialandi. Ein av orsøkunum er, at sambært amerikanarunum eru fleiri av teimum monnunum, sum vita um tey iraksku hópoyðingarvápnini, flýddir til Sýrialands.
Óheftar eftirlitsmenn
Amerikanska blaðið Washington Post skrivaði fyrradagin, at finna amerikanararnir hópoyðingarvápn í Irak, kann USA vera bundið til at lata óheftar vápnaeftirlitsmenn kanna tað, sum funnið er til tess at vátta, at amerikanararnir siga satt. Hetta sigur blaðið seg hava fingið at vita frá keldum í Bush-stjórnini og frá vápnaserfrøðingum.
Keldurnar vísa á altjóða sáttmálan frá 1993, sum bannar londum at menna, framleiða og at goyma evnafrøðilig vápn. Irak hevur ongantíð skrivað undir sáttmálan, men tað hevur USA gjørt saman við 150 øðrum londum. Finna amerikanararnir tey ólógligu vápnini í Irak, noyðist landið at halda seg til reglurnar í altjóða sáttmálanum, skrivar Washington Post.
Sambært blaðnum hava embætismenn hjá Bush-stjórnini umrøtt sáttmálan, og hvussu ymsar reglur í honum skulu tulkast, men semja er ikki um tulkingarnar, skrivar blaðið.
Óheftir amerikanskir vápnaserfrøðingar hava mælt stjórnini til at lata altjóða eftirlitsmenn kanna og oyðileggja møgulig evnafrøðilig og lívfrøðilig vápn, verða tey funnin í Irak. Teir halda, at ein slíkur framferðarháttur hevði gjørt tað lættari hjá amerikanarum og bretum at sannført altjóða samfelagið um, at tað var rætt at fara í kríggj við Irak.