allir lánveitarar tó hava givið til kennar, at teir ikki hava ætlanir um at nýta gamla rentusatsin, og at tað tískil ikki skuldi verið neyðugt við eini umlegging. Harumframt hava føroysku peningastovnarnir [...] eisini boðað frá, at eftir teirra tykki hava allar kommunur møguleika at umleggja lánini her á landi, treytað av at núverandi gjaldsskipan, har peningastovnarnir hava transport í skattainntøkunum, kann halda [...] vegnum. Greiða støða býráðsins er grundað á, at teir hava verið á vitjan hjá útlendsku lánveitarunum, umframt at teir umvegis kommunusamskipanina hava verið í samband við føroysku lánveitarar sínar. Hjá
komin til høldar, sigur ein av stigtakarunum, sum vil vera ónevndur. Hvussu prísur og nøgd fara at laga seg torir hann kortini ikki at meta um, tí enn er vitanin um tað ov lítil, men tað plagar at vera [...] eftir øðrum forkunnugum, sum kann geva teimum inntøkur. Nógv er til av brugdu kring oyggjarnar og tí hava teir søkt - og fingið - loyvið at skjóta brugdu. ? Seinast eg visti var góður prísur fyri brugdufinnurnar [...] veiðan kann hagreiðast umborð. ? Heilsufrøðiliga Starvsstovan setur harðar treytir fyri slíkum, men vit hava arbeitt væl saman við teimum og nú er klárt at fara avstað. Vetrarnáti hevur verið forkunnugur matur
Gleðin at skapa arbeiðsplássini er størri, sigur hann. Mai, hava teir keypt bíliga - skipið hevði jú einki fiskiloyvi - og hóast teir hava brúkt næstan líka nógv til at tilbúgva skipið, so stendur Mai [...] eftir vetrarnáta - tað er ikki roynt av føroyingum áður. Men tað verður tað so nú. Fimm vágbingar hava, sum nevnt aðrastaðni í blaðnum valt at royna nakað heilt, heilt annað, og ikki kann sigast annað [...] Báturin hevur ein stóran kapasitet og tá hagreiddi fuglurin samstundis er lítil í vavi, ja, so er laga manni at liggja leingi. ? Nú fáa vit at síggja. Tað skal alt lagast eftir nær tað er best at selja
Vági, sum øll hava tilknýti til sjógvin. Var ikki ætlanin Á teirri hugnaligu samkomuni, tá ið handilin læt upp, segði Árni Brattaberg, at tað var ongantíð ætlanin, at tey eisini skuldu hava sølubúð. ? Tá [...] krambúðina er ikki sørt av eini søguligari løtu. So nú má sigast, at tað av álvara aftur er farið at koma lív í Garðarnar aftur, sum fyrr høvdu so ómetaligan týdning fyri vágbingar, tó at virksemið nú er øðrvísi [...] hevur tó gingið so mikið seint at fáa gongd á søluna, at vit komu eftir, at vit eisini noyðast at hava sølubúð sjálvi. Hann segði, at tann nýggi handilin í Vági tí er ein roynd at fáa meiri gongd á søluna
Bartal Kass frá LÍV sigur, at endamálið er sera viðkomandi fyri tey, tí einum nýtist ikki at vera føddur við breki, men kann fáa tað. Tað eru eisini kundar hjá LÍV, sum hava livað virkið lív, men sum fáa [...] verið um fløguútgávuna. - Ofta verður sagt, at tey hava fingið eitt vælskapt barn. Hevur barnið brek, verður sagt, at tað er synd í teimum, tí tey hava fingið brekað barn. Men øll eru skapt í Guðs mynd [...] øll eiga at betra umstøður teirra brekaðu. Tað eigur at vera náttúrligt hjá teimum at fáa virðiligt lív. Fløguútgávan hevur einki vinnuligt endamál í sjálvum sær, men stigtakararnir vóna, at hervið verður
umtóktur og hevur fingið sera góð ummæli. Áhugin at síggja leikin hevur verið sera stórur. Eykasýningar hava verið, bæði fyri skúlum og almennar. Við tað, at spælt verður sunnudagin kl. 16, er sostatt enn møguleiki [...] konstar kr. 100,-. Leikurin viðgerð tey afturvendnadi menniskjansligu fyribrigdini, bardagan millum lív og deyða, tað tímiliga og tað æviga, dreym og veruleika, kærleika og vón og mangt, mangt annað. Sýningin
undir skipaðum viðurskiftum ?Aðrar vinnur enn fiskivinnan skulu hava grundarlag í Føroyum ?Tær 6 milliardirnar vit eiga uttanlanda skulu hava nakað at koma heim til ?Vegakervið í landinum skal útbyggjast [...] vit skulu gera í framtíðini. Men teir hava einki boð uppá dagsins trupulleikar. Tí er orsøk til at halda, at teirra framtíðarloysn er óbrúkilig. Tað sum vit í dag hava brúk fyri eru politikarar, sum megna [...] ger einki fyri at rætta samfelagið til broyttar umstøðurnar. Og tað verður als einki gjørt fyri at laga samfelagið til Føroysk viðurskifti. Men tað tora teir sjálvandi ikki. Tá høvdu teir opna eyguni hjá
Finnbogi Arge, at ein slík gongd í Føroyum kann hava við sær eina menning av føroysku virkjunum, sum á tann hátt gerast meira kappingarfør. Harafturat kann tað hava við sær, at føroysk virkir, sum vinna almennar [...] og í flestu førum eru tað tey, sum eru vinstru megin miðjuna, sum eru ímóti, meðan tey høgru megin hava lyndið til at taka undir við privatiseringum. Tó er tað so, at vinstraflokkarnir í Evropa - og eisini [...] sitandi danska stjórn privatiseraði. Her heima er minni gjørt við prvatiseringar hóast vit í seinastuni hava sæð fleiri almenn partafeløg, sum eru eitt stig á vegnum til privatiseringar. Útlisiteringarnar øðvísi
VB-Kyndil 21-26 (13-15) Skuldi Kyndil framhaldandi halda lív í vónunum um FM-heitið, var kravið undan vikuskiftinum sera einfalt. Ein sigur á VB var einasta úrslitið, sum tær kundu nýta til nakað sum helst [...] avgjørdur hesa løtuna. Hetta er ikki nakað ókent fyribrigdi hjá VB, tí í fleiri dystum hetta árið, hava tær spælt sera væl í løtum, fyri síðani at missa takið fullkomuliga í einar tíggju minuttir. Onkur [...] endaspælinum er farið aftur um bak. Jórun Ludvig, liðskipari hjá Kyndli, sigur við Sosialin, at enn hava tær ikki mist allar vónir um gullið, hóast tað kanska kann gerast heldur enn ikki torført. -Vit vera
bygdunum at samstarva um felags loysnir. Føroyar hava sett mangar millumstjóðasáttmálar í gildi. Verða hesir nærlisnir, er greitt, at summir teirra ikki hava serliga stóran ítøkiligan týdning fyri umhvør [...] búfólkunum í bygdunum, sum eru í útbyggingarøkinum. Týdningarmiklir spurningar hava verið settir í løgtinginum, men svarini hava ikki verið nøktandi. Málið kann fáa stóran týdning sum fordømi, tí tað hevur [...] fíggjarliga virksemið í landinum, mált í bruttotjóðarframleiðslu, eigur at hava við sær munandi minni rusknøgdir. Hetta skal sostatt hava við sær, at vøksturin í rusknøgdunum verður munandi minni enn framle