Sangkapping til frama fyri brekað

Nú verður skipað fyri sang- og lagakapping, har fyrsta virðisløn er 10.000 krónur. Endamálið er at skapa betri fatan av teim brekaðu og teirra brekum og trupulleikunum, ið tey avvarðandi dragast við

Ein áhugabólkur, ið partvís er samansettur av foreldrum at brekaðum, hevur tikið stig til sangkapping við fløguútgávu fyri eyga.

Øll kunnu vera við í kappingini og senda inn kasettuband við sangi og guitari ella klaveri, umframt at sangteksturin skal vera við.

Øll eru vælkomin at senda inn. Eisini, um ein kanska bert hevur eina yrking liggjandi, ið er viðkomandi. Einasta listarliga krav er, at samsvar er millum orð og lag og at lagið fellur nøkulunda væl í oyruni.

Stórt frælsi verður eisini givið til orðavalið, men endamálið við útgávuni skal helst havast í huga.


Endamálið

Endamálið er at skapa eina betri fatan av brekaðum og teirra brekum. Og ikki minst teimum trupulleikum, sum tey avvarðandi ofta dragast við.Mett verður, at fyrsta árið í nýggja túsundárinum er upplagdur møguleiki at gera vart við, at øll eiga at betra umstøður teirra brekaðu. Tað eigur at vera náttúrligt hjá teimum at fáa virðiligt lív.

Fløguútgávan hevur einki vinnuligt endamál í sjálvum sær, men stigtakararnir vóna, at hervið verður gongd sett á at betra umstøður teirra brekaðu. Eisini vóna tey, at fáa í lag kjak um hetta.

- Endamálið er upplýsing. Ikki samkensla, men forstáilsi og viðurkenning, sigur Sigrið Sivertsen, stigtakari og foreldur.

Hon heldur, at umstøðurnar eru nógv broyttar seinnu árini. Men hóast nógv er gjørt, so er eisini nógv tosað og stundin er komin at gera okkurt ítøkiligt.

- Sangur og tónleikur talar til hjørtuni hjá øllum, sigur Sigrið.


Hugskotið

Hugskotið til tiltakið kom við samrøðu millum Sigrið Sivertsen og tónleikaran og framleiðaran Jóhannus á Rógvu Joensen. Tey vendu sær síðani til Lis og Jóhan í Niðristovu, foreldur , og til Hilmar Jan Hansen, ið tekur sær av praktiskum uppgávum, so sum samskiftinum við fjølmiðlar og annað.

Hesi hittust 28. november 1999 til fyrsta fyrireikandi fundin, har samtykt varð at seta tiltakið í verk


LÍV stuðlar

Fløguútgáva er kostnaðarmikil. Heitt varð á Føroya Lívstrygging um at vera við sum stuðul. Stigtakararnir eru takksamir fyri stóru vælvildina frá Føroya Lívstrygging, sumer einsamallur høvuðsstuðul fyri tiltakinum.

Stuðulsjáttanin er so rúmlig, at yvirskotið av útgávuni fer beinleiðis til viðkomandi endamál. Gjørt er av at lata avlopið til MBF (Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum) og ÍSB (Ítróttarsamband Føroya).

Bartal Kass frá LÍV sigur, at endamálið er sera viðkomandi fyri tey, tí einum nýtist ikki at vera føddur við breki, men kann fáa tað. Tað eru eisini kundar hjá LÍV, sum hava livað virkið lív, men sum fáa brek og mugu liva við tí.


Tung skipan

Hilmar Jan Hansen sigur, at tað, sum eisini hevur koyrt undir hesa ætlanina eru umstøðurnar, sum foreldur at brekaðum koma í. Eigur ein brekað barn, so kemur ein í eina skipan, har ein skal berjast fyri síni søk.

- Tað kann vera líka stórur trupulleiki, sum tað at eiga brekað barn, sigur Hilmar Jan.

- Tað er næstan verri at læra at liva við skipanini, enn við brekinum, sigur Sigrið.


Treytirnar

Útgávan leitar ikki eftir samkenslu ella grunnari viðgerð av tí at hava eitt brek. Dentur skal helst leggjast á tað positiva og lívsjáttandi, uttan at hetta gerst ?yvirfladiskt?, siga fyrireikararnir.

Arbeiðsheitið á ætlanini er Vælskapt Brek. Orðini segði Finnur Helmsdal á eini legu fyri mongum árum síðani. Orðini eru komin framaftur, nú fundast hevur verið um fløguútgávuna.

- Ofta verður sagt, at tey hava fingið eitt vælskapt barn. Hevur barnið brek, verður sagt, at tað er synd í teimum, tí tey hava fingið brekað barn. Men øll eru skapt í Guðs mynd og eru vælskapt. So einfalt er tað, sigur Sigrið um arbeiðsheitið.

Tey, ið ætla at senda inn, skulu senda til VÆLSKAPT BREK, postbox 2208, 165 Argir.


Virðislønir og Tíðarætlan

Fløgan skal savna tónlistafólk og yrkjarar og onnur í eini útgávu, sum samstundis stuðlar endamálið.Eini 10 - 12 løg koma við á fløguna. Tey bestu fáa virðisløn.

1. pláss: 10.000 krónur.

2. pláss: 5000 krónur.

3. pláss: 3000 krónur.

Freistin at lata inn er úti 31. mars.

Tíðarætlanin fyri tiltakið er henda.

Tann 31. mars. Freistin at lata inn til kappingina er úti. Tann 30. apríl: Virðislønir verða latnar vinnarunum. 1. - 31. mai: Innspæling. Fløgan kemur út í august - september..

Dómsnevnd er sett at velja 3 tey bestu løgini. Sjey fólk eru í nevndini, m.a. rithøvundar, tónaskøld, yrkjarar, lærarar og tónleikarar. Tey skulu hvør í sínum lagi geva innkomnu løgunum/sangunum stig í raðfestingini: 20, 15, 10, 8, 6, 5, 4, 3, 2, 1, stig.

Síðani skal dómsnevndin viðgera kappingarúrslitið, áðrenn tað verður almannakunngjørt.


Heimasíða, konsert og fundur

Ætlanin er at halda útgávudagin við pallborðsfundi, konsert og møguliga øðrum tiltøkum eisini, sum seta kikaran á endamálið við sjálvari útgávuni.

Tey, ið hava hug at vita meira um kappingarreglur og annað, kunnu leita sær á alnótina og á heimasíðuna sangkapping.cjb.net.





Sum ein broytt ferðaætlan


Stigtakararnir til fløguna og sangkappingina til frama fyri brekað skipaðu fyri tíðindafundi á Hotel Føroyum í gjár.

Fundurin byrjaði við, at sjónleikarin Ria Tórgarð hugtakandi las upp sera hugvekjandi yrking , um hetta at fáa eitt brekað barn.

Yrkingin bar saman við eina broytta ferðaætlan.

Upprunaliga var ætlanin, at ferðin skuldi ganga til Italia. Hugurin sveimaði um gondolir og annað.

Tá avtornaði, lendi flogfarið í Hollandi. Tað var als ikki har, ið ætlanin var at fara.

Men ferðaætlanin var broytt.

So við og við kom tó til sjóndar, at eisini í Hollandi var ymsikt vakurt og vert at leggja til merkis.