Veiða vetrarnáta við Mai

Um nakrar dagar fer Mai at royna eftir vetrarnáta við Føroyar. Fimm vágbingar hava keypt skipið og búgvið tað til nátaveiðu og Mai verður fyrsta skipið, sum fer undir skipaða veiðu eftir vetrarnáta. Alt skal tilgeras umborð og øll loyvir eru fingin til vegað - bæði veiðuloyvir og hagreiðingarloyvi

Um nakrar fáar dagar fer gamli línubáturin Mai undir heilt nýggjan tátt. Hann fer at royna eftir vetrarnáta við Føroyar og tað eru fimm vágbingar, sum standa aftanfyri hetta slóðbrótandi tiltak.

Vágbingarnir keyptu Mai, við ongum fiskiloyvi, og tí skuldi finnast upp á okkurt annað. Hugskotið við vetrarnátanum kom á borðið, og síðani hevur verið arbeitt víðari við tí.

Nátin skal virkast umborð og øll loyvini eru komin til høldar, sigur ein av stigtakarunum, sum vil vera ónevndur.

Hvussu prísur og nøgd fara at laga seg torir hann kortini ikki at meta um, tí enn er vitanin um tað ov lítil, men tað plagar at vera nóg mikið til av náta, so tað verður neyvan trupulleikin., sigur hann


Sjáldsamt

inntøkugrundarlag

Hóast tað er nógvur vetrarnáti til kring Føroyar, so ætla eigararnir av Mai ikki, bara at leggja seg eftir nátanum. Tí ætla teir sær eisini at royna eftir øðrum forkunnugum, sum kann geva teimum inntøkur.

Nógv er til av brugdu kring oyggjarnar og tí hava teir søkt - og fingið - loyvið at skjóta brugdu.

? Seinast eg visti var góður prísur fyri brugdufinnurnar einar 220 krónur fyri kilo, so tað ætla vit skal vera eitt íkast til raksturin, sigur eini av stigtakarunum.

Annars er ætlanin at keypa lomviga úr Íslandi, tá hetta høvið býðst. Við hvørt fáa íslendskir fiskimenn nógvan lomviga í gørnunum og hann verður seldur á uppboði. Har ætla vit at liggja framvið eisini, sigur vágbingurin.


Framleiða til

heimamarknaðin

Sum nevnt er ætlanin, at øll veiðan, skal hagreiðast umborð. Fýra roytingarmaskinur eru settar upp, og øll loyvir frá heilsumyndugleikum eru fingin til vegað soleiðis, at veiðan kann hagreiðast umborð.

? Heilsufrøðiliga Starvsstovan setur harðar treytir fyri slíkum, men vit hava arbeitt væl saman við teimum og nú er klárt at fara avstað.

Vetrarnáti hevur verið forkunnugur matur á føroyska borðiskinum, men tað ætla vágbingarnir skal verða øðrvísi í framtíðini. Teir ætla - og vænta - nevniliga serliga at framleiða til heimamarknaðin.

? Vit hugsa ikki um útflutning, men roknað við at kunna selja meginpartin her heima. Tó so, okkurt føroyingafelag uttanlands hava víst tiltakinum stóran áhuga, og okkurt teirra hevur longu bílagt vetrarnáta.

Sum skilst vænta fyrireikararnir ikki, at tað fer at vera trupult at sleppa av við vetrarnátan, sum er til í ríkiligt mát kring Føroyar.

? Vit ætla við tíðini, at framleiðslan skal koma upp á eini 500 nátar um dagin, men tað verður neyvan so í byrjanini, sigur vágbingurin.