at siga nær eg verið klárur aftur. Tað verður ikki longu nú í stórsteypadystinum. Vit tosa um vikur heldur enn mánaðar - ella tað vóni eg. Eg kenni meg ikki kláran enn. Eg fái runnið og hildið meg í form [...] Lutakast hevur verið til innleiðandi umfarið og 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið í kvøld. Størsti dysturin er helst grannauppgerðin í Gundadali, har HB og B36 longu skulu møtast í 1. umfari. Les [...] sigur Símun Samuelsen, ið spælir við HB. Hóast møguleiki var fyri at møta eitt nú Royn, so letur Símun ikki illa at lutakastinum. - Um vit so fingu eitt nú Royn ella okkurt av hinum liðnum úr lægri deildunum
nakrar ferðir, men børnum dáma faktiskt yvirhøvur ikki mínar myndir. Tey tíma ikki sovorðið, tey sjálvi kundu havt teknað. Sjálvandi ikki. Eg tími heldur ikki hugnaligar myndir av vøkrum fólkum og landsløgum [...] koma aftur til tað upprunaliga. - Flestu av Art Brut málararnum hava verið sinnisjúkir, so í so máta kenni eg ikki nakran beinleiðis skyldskap við teir. Men hetta, at teir vendu blindað eygað til øll listarlig [...] tók eg frí til bara at mála í eini trý ár, so eg slapp at savna meg um tað, sum hendi millum meg og løriftið og onki annað. Men tá tað ber ikki til, royni eg at fáa tað listarliga og tað praktiska at ganga
annars. Stjórin í Mest, Mouritz Mohr, sigur, at tey ongantíð í hansara tíð hava merkt nakað til, at smiðjuvirksemi ikki hevur verið vælkomið í høvuðsstaðnum. - Vit hava bara merkt vælvild í samband við okkara [...] Ametyst, takast upp til vanligt viðlíkahald. Mouritz Mohr vísir á, at bedingsarbeiði ofta er knýtt at árstíð og soleiðis eisini fiskiskapi, har skipaeigarar velja at taka skipini upp til viðlíkahald ímillum [...] noyðast skip upp, tí onkrar umvælingar skulu gerast, sum ikki kunnu bíða. - Skipini, sum hava verið uppi seinastu tíðina, hava í fyrsta lagi verið til vanligt viðlíkahald. Onkur skip hava staðið fyri klassing
í iva, eftir at bretar hava víst øðrum, at tað ber til at sleppa úr ES. Høgrapopulistiskir politikarar hava eisini verið skjótir at brúka støðuna til sín egna fyrimuns og hoyrast nú krøv í Danmark, Fraklandi [...] skelkaði. Tey allarflestu høvdu væntað, at úrslitið for at fella til fyrimuns fyri Remain, tey sum vilja vera verandi í ES. Fólk eru slett ikki fyrireikaði uppá, at tað var meiriluti, ið fór at stemma fyri [...] yvir. Hann ynskir nevniliga ikki at leiða tjóðina eftir nýggju leiðini, ið fólkið hevur stungið út í kortið. Sendiharrin sær tað sum eitt tekin um, at forsætisráðharrin ikki væntaði úrslitið. - Áðrenn hevur
annað av børnunum, um vit ikki skuldu fara at siglitúr. Vit fóru í bátin, sigldu til Havnar og lógu nátt. Dagin eftir fóru vit til okkurt tiltak í Havn og sigldu síðan heimaftur til Hvalvíkar, sigur Dia Petersen [...] ófør at hjálpa til fyri at fáa alt at hanga saman. - Ikki minst skal nógvur viðskeri útvegast og breyð smyrjast, áðrenn klárt er at lata tjalddyrnar upp leygardagin, tá bátarnir hava lagt til bryggju. Tá [...] Tá Dia Petersen segði ja til at gerast fyrsti formaður í Sundalags Bátafelag, stúrdi hann ikki fyri, at fólk í økinum fóru at hugsa sum so, at nú felagið er komið, fer nevndin at taka sær av øllum. - Tað
viðmerkingar verið til ferðaætlanina, helst tí at broytingarnar ikki eru so stórar hvørjaferð. Suðringar viðmerkja Hesa seinastu tíðina hevur Strandferðslan havt ta nýggju ferðaætlanina til almenna hoyring [...] kemur fram til. Millum tær størru broytingarnar í nýggju ferðaætlanini eru onkrar í farleiðini millum Gomlurætt og Skopun. Nýggj farleið Møguleiki er sum sagt hjá fólki at koma við viðmerkingum til ferðaætlanina [...] oynni og til arbeiðis í Klaksvík og heim aftur eftir loknan arbeiðsdag. Hinvegin so fáa kalsoyingar nú eisini eitt regluligt samband við meginlandið, tí strandfaraskipið Sam fer at sigla til Leirvík ar
fríggjakvøldið vísti á, at ein møgulig frágreiðing til nógvu umtaluna, ið ljóðdálking hevur fingið seinastu tíðina, er, at fólk hava mist tilknýtið til havnir og havnavirksemi. Í Degi og Viku segði Rógvi [...] Fakta er, at borgarar, sum eru illa raktir av ganginum frá meiningsleysa motorljóðinum, trívast ikki, tí tey ikki fáa frið, hvørki í kropp ella sinn. Fólk flýggja úr egnum heimi. Eru Føroya fólk klár yvir, [...] medmenniskjum teirra, og at egoisman tykist at ráða millum valdshavararnar í Føroyum, sum ikki vilja seta strangari krøv til skipini, ið larma. - Pengar hava meira at siga fyri nakrar býráðspolitikarar her í
Øll kenna røddina á henni, men tað eru ikki øll, sum vita, hvør eigur eyðkendu røddina. Um tú ivast í, um tú kennir hana, kanst tú bara lurta næstu ferð, tú ringir til eitt Føroya Tele nummar, og har einki [...] Maria Brøðraberg úr Havn leggur rødd til nakrar av teimum allar kendastu og mest hoyrdu útsøgnunum, sum nógv fólk hoyra dagliga í telefonhorninum. “Nummarið kann ikki røkkast í løtuni”…. “Tú ert nummar trý [...] fólk kenna rødd hennara aftur, uttan at vita av, at tey kenna røddina. - Tá onkur fremmandur ringir til mín, og eg taki telefonina, kann tað gott blíva heilt kvirt í hinum endanum, tí tey halda, tað er ein
onkuntíð koma fólk yvir til okkara og siga, at tá tey fáa sær líknandi pannukøkur í Danmark, gerast tey ordiliga skuffað, tí tær ikki smakka líka sum okkara. Men tað er einki at siga til, tá tær eru gjørdar [...] standa í kø alla tíðina, so vit skulu ikki klaga. Vit hugsa eisini um møguliga at útvíðka okkara virksemi, sigur Guðrið. Uppskriftina vilja tær báðar sum vera man ikki avdúka. - Hon er hemmilig. Men vit kunnu
vaktunum á G! festivalinum. "Her hevur ikki verið stórvegis ballada. Sjálvsagt er okkurt, men ikki nakað stórvegis," sigur Terji. "Tað var líka í gjár, at ein maður elvdi til eitt sindur av trupulleikum. Tað [...] Tað var ein eldri maður, sum hevði hug til at provokera meira enn gott er," sigur Lív. "Tað er ordiliga stuttligt at standa her. Fólk eru í so góðum lag, at man kemur sjálvur í gott lag. Tey sita og hugna [...] morgunin," sigur Lív. Lív og Terji vænta og vóna, at tað góða lagið fer at halda fram í kvøld, og tað ikki verður ov nógv av harðskapi og trupulleikum.