- Vit vilja hava so mong við sum gjørligt at hjálpa til, soleiðis at flest møgulig skulu kenna seg sum ein part av tiltakinum, nú bátahugni verður.
Tað sigur formaðurin í Sundalags Bátafelag, Dia Petersen.
Saman við øðrum eigur Dia Petersen glastrevjabátin, Saritu. Hetta er ein norskt bygdur bátur, sum er 34 føtur langur.
- Vit keyptu henda bátin í 2008 og hava bygt eitt sindur uppí hann. Í bátinum eru tvey dupultkømur, og síðan er eitt sovipláss aftrat. Vit eru ógvuliga glað fyri bátin, sum er uppkallaður eftir dóttir okkara, Saritu.
Dia og konan Malan eiga tvey børn. Gentu, sum er 11 ár og drong, sum er sjey. Teimum øllum dámar ógvuliga væl at siga, tá teir góðu dagarnir eru.
- Ein góðan dagin herfyri spyr annað av børnunum, um vit ikki skuldu fara at siglitúr. Vit fóru í bátin, sigldu til Havnar og lógu nátt. Dagin eftir fóru vit til okkurt tiltak í Havn og sigldu síðan heimaftur til Hvalvíkar, sigur Dia Petersen.
Nú Bátahugni verður í Hvalvík í morgin, sigur formaðurin í Sundalags Bátafelag, at fólk í økinum eru ófør at hjálpa til fyri at fáa alt at hanga saman.
- Ikki minst skal nógvur viðskeri útvegast og breyð smyrjast, áðrenn klárt er at lata tjalddyrnar upp leygardagin, tá bátarnir hava lagt til bryggju.
Tá Dia Petersen segði ja til at gerast fyrsti formaður í Sundalags Bátafelag, stúrdi hann ikki fyri, at fólk í økinum fóru at hugsa sum so, at nú felagið er komið, fer nevndin at taka sær av øllum.
- Tað hevði snøgt sagt ikki borið til. Vit vilja hava so mong við sum gjørligt fyri, at øll í økinum skulu kenna seg sum ein part av tiltakinum, og tey eru mong, sum taka eina hond í, leggur hann aftrat.